Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Ingolf S. Olsen - Tað verður ov nógv at krevja, at fiskimálaráðharrin skal koma við einum upp­ skoti um broytta fiski­vinnu­ lóg­gávu í hesari tingsetuni, tí nú er so langt útliðið, men eg vóni og vænti avgjørt, at hann verður klárur við ein­ um uppskoti, tá fari verður undir næstu tingsetu á ólav­ søku. Tí hetta hevur skund. Ver­andi loyvi fara úr gildi 1. januar 2018, og vinnan má í góð­ari tíð fáa at vita, hvussu hon skal fyrihalda seg til ta tíð. Tað sigur Alfred Olsen, fram­søgumaður Sam­bands­ flok­sins í fiskivinnumálum og limur í politiska fylgi­ bólki­num, sum Jacob Vester­ gaard stutt eftir seinasta løg­tingsval setti at styðja seg upp at í arbeiðnum at gera nýggja fiskivinnulóggávu. Avgerandi evstamark Alfred Olsen er ósamdur við Jacob Vestergaard, tá hesin heldur, at 1. januar 2018 ikki hevur so stóran týdning, tí loyv­ini sambært lógini tá kunnu endurnýggjast í fimm ár í senn. - Tað er ikki nóg gott, tí vinnan má kenna sínar for­ treytir nógv longur fram í tíð­ ina enn so. Ikki minst tá tað ræður um fígging, hevur tað týdn­ing, tí fíggingin verður jú dýrari, størri óvissan er, og tað liggur ein stór óvissa í bara at vita fimm ár fram í tíðina, hvat man hevur at fiska, staðfestir Alfred Olsen. Fiskimálaráðharrin rør fram undir, at innanhýsis ósemj­ur í samgonguni, eisi­ ni innanfloks hjá ávísum sam­gongu­flokkum, eru ein høvuðs­orsøk til, at hann ikki er komin við nøkrum lógar­ upp­skoti enn, men Alfred Olsen vísir aftur, at nøk­ur ósem­ja er innanhýsis í Sam­ bands­flokkinum. - Nei vit eru samd, sigur hann avgjørdur. Avmarkað uppboðssøla Í sonevndu makrel­sam­ gongu­ni, sum virkaði sein­as­ tu mánaðarnar av sein­asta valskeiði var Sam­bands­ flokkurin við til at leggja lunnar undir fyrstu roynd­ ina við uppboðssølu av fiski­ rætt­indum í Føroyum. - Skipanin við upp­boðs­ sølu av makrelkvotum í 2011 riggaði fínt, men tað sum riggaði minni væl var, at vit mistu fitt av fiski til útlendsk keyparaskip. Hes­um ber tó til at lóggeva ímóti, og vit ganga inn fyri eini fiskivinnuskipan, sum letur upp fyri uppboðssølu, men avmarkað til bert at um­fata sølu av silda- og makrel­kvotum. Tá tað snýr seg um botnfiskiskapin und­ ir Føroyum skulu vit halda okkum til ver­andi loyvis­skip­ an við um­seti­lig­um veiði­loyv­ um, sigur Alfred Olsen. Ja til útlendingar Hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard um at útihýsa út­lendskum eigaraskapi í før­oysk­um fiskiskipum og har­við rættindum. - Tað hevur týdning, at vit hava atgongd til útlendskan kapi­tal, serliga tá stórar íløg­ ur skulu gerast í vinnuni. Tí halda vit fast um, at út­lend­ ing­ar framhaldandi skulu sleppa at eiga upp til ein trið­ ing, sigur Alfred Olsen. Hann hedur, at tað ofta verður skapt ein ógrundað ræðu­mynd av útlendskum kapi­tali í vinnuni, og at hon stund­um verður illtonkt fyri gjøg­num bakdyrnar at loyva størri útlendskum eigara­ skapi enn tí triðinginum, sum lógin ásetir sum hægsta­ mark. - Men kanningr vísa, at avmarkingarnar í út­ lendsk­um eigaraskapi verða hildnar. At so av­gerðar­ rætturin kort­ini í onkrum føri verður av­reidd­ur á út­ lend­skar hendur er ein onn­ ur søk, sum onnur til­tøk kun­nu setast í verk at byrg­ ja upp fyri. Tí vit vita øll av roynd­um, at kapitalur slepp­ ur­ ígjøg­num alla staðir, sama um nak­að ella onki mark er fyri útl­endskum eigaraskapi, sigur Alfred Olsen. Lógin skal dagførast Hóast nógvir knútar eru og tann størsti, um hvørt fiski­ vinnu­skipanin heilt ella bara part­víst skal grundast á eina upp­boðs­søluskipan, tykist Semja í Sambandsflokkinum Alfred Olsen heldur tað hava stóran týdning, at fiskivinnulóggávan verður dagførd sum skjótast, tí galdandi veiðiloyvi fara úr gildi um minni enn fýra ár. Hann kennir ikki til nakra grundleggjandi ósemju um fiskivinnupolitikkin innanhýsis í flokkinum Ingolf S. Olsen Aksel V. Johannesen, for­ mað­ur í Javnaðarflokkinum, er eisini limur í polit­iska fylgibólkinum, sum skal hjálpa fiski­mála­ráð­harra­ num at dagføra fiski­vinnu­ lóg­gávu­na. Men eins av­gjørd­ ur og fiski­mála­ráð­harrin er um, at uppboðssøla av fiski­ rætt­indum ikki kann koma upp á tal, eins av­gjørd­ur er javnað­ar­for­mað­urin um, at júst ein sovorðin upp­boðs­ søla fram eftir skal verða hornasteinurin í okkara fiski­vinnu­skipan. - Um vit skulu taka lógar­ áset­ingina um, at tilfeingið í havi­num er ogn Føroya fólks, til eftirtektar, so mugu øll hava javnbjóðis møgu­ leik­ar at sleppa at fiska og gagn­nýta fiskiríkidømið. Ein breið­ur meiriluti á tingi við um­boð­um úr øllum flokk­ um uttan Fólka­flokki­num tekur undir við einari skip­ an, har tað al­menna sel­ir fiskirættindi um eina upp­ boðs­søluskipan. Hesum má Fólkaflokkurin boyggja seg fyri, sigur Aksel V. Johannesen. Umframt hetta er hann eisini sannførdur um, at ein upp­boðssøla av kvotum og fiski­døg­um er besta amboðið at effektivisera fiskivinnuna, so sum mest fæst burtur úr hvørj­um kilo av fiski. - Um vit ikki hava bein­ leið­is kapping í fyrsta liði, um sjálvt tilfeingið, so fáa vit ikki tann effektivitetin, ið vit øll ynskja okkum, sigur hann. Ikki sosialpolitikkur Um marknaðarkreftirnar so­leið­is einsamallar sleppa at stýra fiskivinnuni, ber illa til at brúka hana sum am­boð til nakað annað enn at skapa mest møguligt av­kast til landskassan, sum skal selja fiskirættindini, og skip­ini, sum skulu keypa tey. Tá ber illa til at liva upp til ser­liga ásetingarnar í grein 2 í gald­ andi lóg um vinnuligan fiski­ skap, sum siga, at um­sit­ing­ in av fiskivinnuni eisini skal tryggja virksemi og ar­beiðs­ pláss kring alt landið. - Vit skulu ikki brúka fiski­vinn­ulóggávuna at føra sosial­poli­tikk við. Tað, sum hev­ur størst týdning, er, at vit fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo av fiski. Tað er galdandi bæði fyri lands­kassan sum seljara av fiskirættindum, og fyri vinnu­na. Tí vænti eg eisini, at vinnan fer at leggja enn størri dent á víðariforedling av fiskinum, tá hon skal rinda fyri at sleppa at fiska hann, fyri á tann hátt at virðisøkja rávøruna enn meira, sigur Aksel V. Johanne­sen. - Her hevur tað stóran týdn­ing, at virðisøkingin hend­ir í Føroyum, og ger hon tað, verður avleiðingin eisini fleiri arbeiðspláss. Hen­da gongdin sæst longu í upp­ sjóv­ar­vinnuni, har nýggj virki annaðhvørt longu eru kom­in ella eru í umbúna, sig­ ur hann. Tó at hann ikki heldur, at fiskivinnulóggávan skal nýtast til at loysa sosial­ar uppgávur, so leggur javn­ að­ar­formaðurin dent á, at hansara flokkur ætlar at treyta sær, at tað ikki verða fiskimenninir, ið koma at rinda prísin, tá kvot­ur og fiskidagar verða handl­að á eini uppboðssølu, og hann vil eisini halda ú­t­róðr­ar­flotan uttanfyri eina upp­boðs­sølu­ skipan. - Fiskimenninir skulu onga rokning hava, og vit vilja hava tað lógarfest, at um eitt skip skal sleppa at handl­ að við fiskirættindum á upp­ boðs­s­øluni, skal tað hava sátt­mála við mann­ingar­ feløg­ini. Útróðurin er bæði vin­na og mentan. Í summum smærri bygdum er útróður ei­n­asta vinnan, sum er til, og her vilja vit ikki risikera, at slíkar bygdir knappliga standa uttan nakað loyvi. Tí skal útróðurin ikki við í eina upp­boðssøluskipan, sigur Aksel V. Johannesen. Kærkomin kapitalur Javnaðarformaðurin ætlar ikki, at avmarkingarnar í út­ lendskum eigaraskapi skulu av­markast enn meira, so­leið­ is sum lands­stýris­mað-ur­in í fiski­vinnumálum krev­ur tað. - Tað eru tíðir, tá út­ lendsk­ur kapitalur kemur sera væl við, tað hava vit sæð. Og tað kann eisini hava positiva ávirkan á mark­nað­ ar­at­gongdina, at útlendingar seta pening í skip og virki her heima, sigur Aksel V. Johanne­sen. Hann ásannar tó, at við útlendsk­um eigaraskapi fylg­ir ein vandi við fyri, at av­kast­ið eisini endar uttan­ lands. - Eitt nú havi eg hoyrt dømi um útlendingar, sum eiga í skipum og samstundis eru lánveitarar. Fyri at fáa sín ríki­liga part av avkastinum hava teir bara skrúvað rentu­ na á lánunum langt upp. Men slíkt kunnu vit byrgja upp fyri við lóggávu. Til dømis kunnu vit seta sum treyt, at ein íleggjari í eitt skip ikki eisini kann vera lánveitari, sig­ur Aksel V. Johannesen. - Men tað loysir ikki trupul­leikar av hesum slag­ num at nokta útlendskum íløgu­kapitali. Tað vit kunnu og eiga at gera, er at tryggja ræðis­rætt­in í Føroyum, sigur hann. Møguleiki at hóma Javnaðarformaðurin hevur ikki slept vónini um, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um fiski­vinnu­ lóg­gávuna, tó at hann helt út­litini vera væl betri fyri ein­um ári síðani. - Eftir kjakinum í politiska fylgi­bólki­num at døma sá tað tá als ikki út til at vera ómøguligt at fáa eina semju. Men nú hava vit ikki havt nakr­an fund aftur síðani sein­asta vár. Tað er onki ser­ligt, men eg haldi meg tó hóma, at tað enn er møguligt at røkka á mál, sigur Aksel V. Jo­hanne­sen. Hann dylir ikki, at Fólka­ flokk­urin er truplasti sam­ ráðingarmótparturin í so máta, tí tann flokk­ur­in er so av­gjørdur í síni mót­støðu móti eini al­menn­ari upp­ boðs­sølu fyri fiski­rætt­indi. Allir mugu geva seg Formaðurin í Javnaðarflokkinum leggur dent á, at ein breiður meiriluti í Løgtinginum gongur inn fyri uppboðssølu av fiskirættindum. Hesum má Fólkaflokkurin boyggja seg fyri, heldur hann fiski­vinnu­ný­skipan