mánadagur 27. januar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
reiðskapsreguleringum.
- Vit mugu fyrst virða ta
lógina, vit hava. Sjálvsagt
er tað upp á sítt pláss at
nýmótansgera
og
tillaga
eina 20 ára gamla lóg. Mill
um annað haldi eg tað hava
stóran týdning at fáa allar
skipabólkar og teirra fiski
rættindi inn í sjálva lógina,
eisini uppsjóvarskipini og
fjarfiskiflotan, soleiðis at
eisini skipini í hesum bólk
um hvørt ár vita, hvat tey
kunnu rokna við í teirra lut
av kvotunum, sum vit fáa
í samráðingum við onnur
lond, sigur Kjartan Hoydal.
Tó at hann heldur eina
uppboðssøluskipan
verða
eitt ivasamt amboð at skipa
sjálvan fiskiskapin við, so
hevur hann onki ímóti, at
landið bjóðar fiskirættindini
út á uppboðssølu, tá tey eru
tøk.
- Fiskirættindi eiga av
røttum at fella aftur til land
ið, tá ein reiðari gevst við
sínum virksemi. Tað var
ongatíð ætlað nakað annað,
tá lógin varð gjørd. Og tá
hevði borið til at selt hesi
rættindi til hægstbjóðandi,
tað havi eg onki ímóti, sigur
hann.
Kjartan
Hoydal
vísir
eisini á, at um fiskirættindi
fella aftur til landið, minkar
stóri útlendski áhugin eisini
at keypa seg inn í føroysku
fiskivinnuna – ein áhugi,
sum stórur partur av polit
isku skipanini ræðist.
- Tað er kapitaliseringin
av fiskiloyvunum, sum hev
ur vakt áhugan hjá útlend
ingum at keypa seg inn her,
so tann áhugin hvørvur, tá
loyvini ikki longur kunnu
handlast privat, sigur hann.
Kjartan Hoydal er sostatt
langt frá hugsanini hjá Jacob
Vestergaard, landsstýrisman
ni, um, at veiðiloyvini skulu
vera frítt umsetilig – skulu
kunna kapitaliserast – men
teir eru samdir um, at vit
grundleggjandi skulu halda
fast í verandi loyvisskipan
og fiskidagaskipanini.
Brandskatt á
eykavinning
Avkastið til Føroya fólk av
fiskatilfeinginum, sum fólkið
eigur sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap, skal so
bjargast við at brandskatta
tilfeingisrentuna,
heldur
Kjartan Hoydal.
Tilfeingisrentan er tann
óvanligi parturin av inntøku
ni hjá einum virki – í hesum
føri skipi – ið er beinleiðis
úrslit av, at atgongdin til við
komandi vinnu er avmarkað.
Kjartan Hoydal sær ong
ar stórvegis trupulleikar í at
rokna tilfeingisrentuna út
fyri hvørt árið hjá skipum
og reiðaríum og vísir á, at
millum annað Norðurlanda
ráðið hevur gjørt og brúkt
ein frymil at rokna eftir.
Viðvíkjandi støddini á ein
um slíkum tilfeingisskatti
heldur hann, at landsstýris
maðurin sjálvur hevur róð
fram undir eitt skilagott
støði, tá hann fyri einum
ári síðani legði uppritið um
broytingar í fiskivinnulóg
gávuni fyri landsstýrið. Í
uppritinum skjýtur Jacob
Vestergaard upp, at tilfeingis
gjald í føroysku fiskiveiðuni
verður skorið eftir sama
leisti sum í oljuvinnuni.
- Okkara oljuvinna hev
ur fyrst og fremst norsku
oljuvinnuna sum fyrimynd,
og har verður óvanligur
vinningur skattaður við 80
prosentum. Tað hevði eisini
verið ein hóskandi tilfeingis
skattur á fiskivinnuna her
heima, sigur Kjartan Hoydal.
- Lógin um vinnuligan fiskiskap er grundleggjandi eins góð í dag, og hon var, tá hon kom í 1994. Men
umsitingin av lógini er so líðandi vorðin skeiklað, so ætlanin við henni í mongum førum ikki kennist
aftur, sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnuserfrøðingur og fyrrverandi fiskivinnustjóri
Fiskirættindi
Fiskirættindi eru grundleggjandi býtt í trý: Veiðiloyvi, ið
er rætturin hjá einum skipi yvirhøvur at fiska, fiskiloyvi,
ið tilskilar, hvat eitt fiskifar sleppur at fiska, og í triðja
lagi verður fiskiskapurin hjá hvørjum einstøkum skipi so
avmarkaður við annaðhvørt kvotum ella fiskidøgum.
Tilfeingisrenta
Í bóklinginum ”Økonomien i de nordiske fiskerier – fokus
på ressourcerenten”, sum Norðurlendska Ráðharraráðið
gav út á sumri 2006 verður tilfeingisrentan skilmarkað og
frymil settur upp at rokna hana út eftir.
Tilfeingisrentan verður skilmarkað – definerað – sum
”nettoavlopið, ið er eftir til arbeiðslønir og kapitalkostnað
út um tað, ið kann røkkast í øðrum vinnum” (leysliga
umsett).
Tilfeingisrentan kann eisini lýsast við øðrum orðum sum
tann ”óvanliga” inntøkan, sum stendst av virksemi í eini
vinnu, har atgongdin er avmarkað.
Í bóklinginum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum verður
ein frymil nýttur, har tilfeingisrentan í fiskivinnuni er
munurin millum øðrumegin lønarkostnað, kapitalkostnað
og møguligt tilfeingisgjald og hinumegin lønarkostnað
og kapitalkostnað i øðrum, men samanberiligum vinnum.
Tá tilfeingisrentan í krónum er útroknað, kann hon eisini
roknast út sum prosentpartur av veiðivirðinum.
fiskivinnunýskipan