mánadagur 27. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
V
ið bara eitt lítið sindur størri umhugsni
kundi kappingarnevndin lagt eina munandi
betri kappingarskrá til rættis.
Tað átti at verið ein yvirkomuliga
uppgávu, tá kappingin í Effo-deildini skal leggjast
tilrættis. Men kortini tykist tað, sum hevur FSF
óvanliga væl megnað at blanda sær kortini á skeivan
hátt.
Aðrastaðni í blaðnum vísir formaðurin í kapp
ingarnevndini á, hvussu kappingin verður løgd. Eitt
nú, at tað er ein telda, sum tilvildarliga ger av, hvussu
»eyka« heimadystirnir fella.
Eingin ivi er um, at júst eyka heimadystirnir eru
ein avbjóðing, tá spælt verður tríggjar ferðir móti
hvørjum liði, men tað er so ein avleiðing av valda
kappinarleistinum.
Annað er, at kjakið og ónøgdin um hesar lættliga
kann elimnerast. Í Danmark verður skipanin
eisini brúkt, men har er púrasta fastlagt, hvussu
eyka heimadystirnir fella. Varð sama skipan nýtt í
Føroyum, so vistu vit longu í oktober, at HB hevði
tveir heimadystir móti ÍF, NSÍ, Víkingi, KÍ og Skála.
Tað kundu vit helst eisini kjakast um, men so var
leisturin púrasta greiður.
Í øðrum lagi, so var tað bæði í fjør og í ár soleiðis,
at feløg í stytri ella longri tíðarskeiði uppliva eina
langa røð av heima- ella útidystum. Hetta hendir, tá
feløg flyta dystir innanhýsis, tí tey ynskja heimavøll
til stevnur, festivalar og annað.
Sjálvandi skulu HB, B36 og AB spæla heima
á ólavsøku, og sjálvandi skal KÍ spæla heima á
norðoyastevnu og á summarfestivalinum. Men
hetta er altso nakað, sum fólk flest vita, áðrenn
fyrstu tankarnir um nýggja fótbóltsárið gera um
seg. Tá kappingin nú kortini fer út til feløgini til
umkalfadringar, so kundi ein hoyring akkurát tað
sama verið gjørd, áðrenn nøkur kapping varð løgd.
Her kundi feløgini sagt, nær tey hava serligt ynski
um at hava heimadyst, og so tók skráin hædd fyri tí.
Tað hevði ikki broytt talið av heima- og útidystum,
men tað hevði skapt eina meira logiska kappingar
gongd, har liðini í størri mun spældu heima-úti-
heima.
Tað kann vera, at hetta hevði gjørt tað eitt sindur
truplari at leggja sjálva dystarskránna. Men tað
hevði nú neyvan ført nakað vanlukkuligt servara-
krasji í FSF-húsinum. Tað er altso ikki rakett-vísind,
sum talan er um!
Tað
er ikki
rakett-
vísind
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
Tróndur Arge
Jóan Símun hevur verið utt
an felag, síðani sáttmálin
gekk út við norska Viking
Stavanger.
Hann
hevur
havt nakrar venjingar við
B68, meðan feløg sum HB
og Víkingur hav verið nevnt
sum føroyskir møguleikar.
HB hevur nú fingið bæði
Poul Ingason og René Shaki
Joensen, so tað merkir helst
at Víkingur er besta føroyska
boðið.
Jóan Símun nýtist ikki at
finna eitt felag áðrenn flyt
ingarvindeygað letur aftur,
tí hann er sáttmála leysur.
Viljormur í Velje
til 2016
Viljormur Davidsen hevur
havt trupult við at sláa sítt
navn fast í føroyskum fót
bólti, men tað er broytt í 2013.
Hann vann sær fast pláss á
landsliðnum og í Vejle. Hann
hevur klárað seg somikið
væl, at Velje hevur gjørt sátt
mála við vinstra bakkin fram
til 2016.
– So bleyv tað officielt,
at eg havi longt sáttmálan
við Vejle til summar 2016.
Tað eri eg ótrúliga glaður og
stoltur av. Um man arbeiður
hart og hevur viljan, so lønar
tað seg, skrivaði Viljormur á
Facebook.
Hallur skal
hava avkláring
Framtíðin hjá Halli Hansson
í AaB er óviss, men okkurt
bendir á, at AaB ikki heilt
vilja sleppa føroyska miðvall
aranum, sum hevur gjørt stór
framstig á vøllinum í 2013.
Hann hevur eins og Jóan
Símun verið settur í samband
við eitt skifti til føroyskan
fótbólt. Her hevur Víkingur
aftur verið nevndur sum
møguligur
arbeiðsgevari,
meðan tað minkar við plássi
í HB.
Helst verður tað ringt hjá
Halli Hansson at halda fram í
eitt hálvt í AaB, vitandi um at
sáttmálin ikki verður longd
ur. Sum nú er, so er sáttmálin
til í summar. So kemur AaB
ikki við einum útspæli, so er
hugsandi, at Hallur skiftir.
Hinvegin, so bendir okkurt
á, at AaB eisini hevur sæð
framgongdina hjá Halli í
seinastuni.
Kristian yvirhálaður
í Brøndby
Føroyski U21 landsliðsmál
verjin hevur seinastu tvær
vikurnar vant við Brøndby IF,
sum hevur verið á venjingar
legu í Dubai. Brøndby leitar
eftir nýggjum eykamálverja
og hava tí sambandi eisini
hugt
nærri
at
Kristiani
Joensen.
Kristian slapp ikki á vøllin
í teimum trimum venjingar
dystunum,
sum
Brøndby
spældi á ferðini. Nú hevur
Brøndby eisini kunngjørt, at
felagið hevur gjørt sáttmála
við royndan belgiskan mál
verja. Talan er um 30 ára
gamla Bram Verbist, sum
kemur frá belgiska Cercle
Brügge.
Kristian Joensen hevur
eisini roynt seg í danska AB.
Her ljóðar, at felagið fram
vegis hevur áhuga at knýta
føroyska málverjan til fel
agið, men AB roynir eisini
aðrar málverjar í løtuni.
trondur@sosialurin.fo
Jóan Símun og
Vejle – ja ella nei?
Í nærmastu framtíð verður geitt um Jóan Símun Edmundsson skiftir til
Vejle ella ikki. Toftamaðurin hevur vant við danska 1.deildarfelagnum
í eina tíð síðani ársskiftið. Hann hevur fingið spælitíð á besta
liðnum, sum hevur spælt tveir venjingardystir og tað tykist ikki
ógjørligt, at landsliðsframherjin endar í donskum fótbólti
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Jákup
Mørk
Pætur Eyð.
Jensen
Fyrradagin var nógv telving í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Tvey umfør vóru á skránni – tað fyrra klokkan 10 og
tað seinna klokkan 16 – og í fremstu deildini vóru tað
sandavágsmenn, sum fingu mest burturúr. Tað ber við sær,
at Sandavágs Talvfelag nú er klárt á odda í 1. deild.