Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur TB á arminum HB á bringuni Tróndur Arge Tað tók Poul Ingason bara nakr­ar fáar minuttir at skjóta sítt fyrsta mál fyri HB, tá teir um vikuskiftið spældu venjingardyst móti EB/Streymi. Tíðliga í fyrra hálv­leiki sendir Andrew av Fløtum hornaspark innfyri. Hægstur í brotsteiginum er Poul Ingason, sum stútar bólt­in í málið. Framherjin skifti fyri kort­um til HB frá barndóms­ felagnum TB. Poul hevði sátt­ mála við TB fyri kom­andi kappingarár, men ítróttar­ ligu avbjóðingarnar og út­búgv­ing gjørdu, at U21 lands­liðs­spælarin vildi sleppa til HB og til Havnar at búgva. Prísurin fyri Poul Ingason er 60.000 krónur. 35.000 krón­ur, sum TB hevur krav upp á eftir reglugerðini. Restin er ein sam­ráðing mill­um HB og TB, fyri at keypa Poul Ingason leys­an úr sátt­mál­anum. Aftur­fyri hevur HB tryggjað sær Poul Ingason fyri tey kom­andi trý kapp­ingar­árini. TB á arminum Poul Ingason er uppvaksin í TB og tað er hann heldur ikki bangin fyri at vísa. Á vinstra armi hevur Poul eina tato­ vering av TB merk­inum. Hon er sjónlig, men spurningur er nú um hann angrar tað? – Nei, tað geri eg ikki. TB verður altíð í hjartanum, sigur Poul, ið fekk sær tato­ ver­ing­ina fyri leið hálvum øðr­um ári síðani. Onkur fyrrverandi lið­ felagi hevur speiksliga spurt Poul hvat hann nú ger við tato­ver­ingina. – Eg má kanska líka hugsa meg um, um eg skal spæla við stuttum ermum, heldur Poul skemtiliga fyri og leggur afturat. – Tvætl, tað verður ikki nakar trupulleiki, sigur Poul. Reaktiónirnar hava verið eitt sindur ymiskar, nú Poul hevur skift barndómsfelagið út við HB. – Tað eru tey, sum skilja mína støðu og hava stuðlað mær, men tað eru eisini nøk­ur, sum eru negativ og ikki skilja mína støðu, sigur Poul Ingason, ið ikki letur kritikk­in ávirka seg. – Tað er so teirra meining, men tað er mín meining sum telur fyri meg, sigur Poul Ingason. Málið er fast pláss Fyri Poul Ingason hava ítróttar­ligu avbjóðingarnar í HB nógv at siga. Tað er stórur mun­ur á, at spæla í oddinum í bestu deildini í mun til at spæla í 1.deild. – Eg havi spælt nakrar dyst­ir í 1.deild, men eg helst spæla í bestu deildini. Tað eru eis­ini størri møguleikar at koma á U21 landsliðið um tú spælir í bestu deildini, sigur Poul Ingason, sum í fjør skor­aði sjey mál fyri TB í bestu deildini. Í HB skal hann venja sam­ an við nøkrum av teim­um bestu spælarunum í land­ inum. Tað merkist eisini. – Tað er stuttligt at venja. Her eru nógvir góðir spæl­ arir og tað ger eisini, at venj­ ingarnar eru á høgum stigi. Tí læri eg eisini nógv her, sigur Poul Ingason, ið hevur sum mál at vinna sær fast pláss á liðnum. – Málið er fáa fast pláss á liðnum, men her eru nógvir góðir spælarir. Andrew av Fløtum er ótrúligar góður, men um hann blívur skaddur ella ikki spælir, so má eg verða til reiðar, sigur ungi fram­herjin víðari. Tað er upp til Poul sjálvan Poul er bara 18 ára gamla og skal helst skúlast, áðrenn hann er til reiðar at spæla fyri HB. Eitt er stigið, ið er hægri í HB, men eisini spælistílurin er øðr­vísi. Tvey tey seinnu árini hevur TB verið eitt botn­lið í bestu deildini og tað er held­ur sjálvsamt, at teir hava dominerað ein dyst yvir longri tíð. Álopini hava í størri mun verið skjót mót­ álop, meðan HB mangan hevur bóltin nógv og áleyp­ arin skal kunna spæla við rygginum móti málinum. Nýggi venjarin hjá HB, Heðin Askham, sigur at tað upp til Poul sjálvan hvussu góð­ur hann blívur. – Hann er ein spennandi framherji, sum skal mennast. Hann kann blíva tann rætti maðurin fyri HB, men tað er upp til hann sjálvan. Svarið er áleið tað sama, tá prátið fellur inn á spæltíð til komandi kappingarnár. – Tað er aftur upp til hann sjálvan. Hann hevur nógvar menn­ingarmøguleikar og tað er upp til hann sjálvan hvussu nógv hann spælir í ár, sigur Heðin Askham, sum heilt víst roynir at motivera unga framherjan. A-landsliðið er stóra málið Poul Ingason hevur sett sær eitt mál fyri í ár. Tað er at royna at vinna sær fasta spæli­tíð, men longur frammi í fram­tíðini kundi Poul Ingason hugsað sær at um­ boð­að føroyska landsliðið. – Tað hevði verið stuttligt at spælt á A-landsliðnum. Tað er eitt framtíðar mál, og at koma á U21 landsliðið, sig­ur Poul Ingason, sum nú hevur tikið av avbjóðingini sum framherji í HB. HB hevur í eina tíð søknast eftir einum málsøknum áleyp­ara at stuðla undir Andrew av Fløtum, sum fram­vegis er »going strong«. Spurn­ing­urin er, um tann mað­urin kemur at eita Poul Ingason? Heðin Askham hevði nokk sagt; – Tað er upp til hann sjálvan… Fyri Poul Ingason kemur TB altíð at fylgja honum og verða í hjartanum, men tíðin er komin at skift 1.deildarfótbólt út við avbjóðingarnar í oddinum í føroyskum fótbólti. So hóast TB stendur á arminum, so kemur HB nú at standa á bringuni Mynd: Álvur Haraldsen