mánadagur 27. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hóast Jan Hentze enn bara
er 48 ára gamal og tí saktans
kundi dømt altjóða dystir
í sjey ár aftrat, tí hann ikki
vildið fallið fyri aldursmark
inum, fyrr enn hann varð 55
ár, hevur hann valt at lagt
floytuna frá sær í altjóða
høpi. Her heima heldur hann
tó fram hetta kappingarárið
út, men hevur síðani hug at
taka ein steðg frá dømingini.
– Eg havi meira kent tað
sum eina skyldu hjá mær
at verið dómari, tí eg havi
havt nøkur fólk, sum hava
stuðlað mær so væl. Bæði
familjan, men eisini Flog
bóltssambandið,
hevur
bakkað meg øgiliga væl upp
allan vegin, og tí havi eg
onkursvegna kent tað sum
eina skyldu at hanga í, sigur
hann.
– Nú eg gevist, eri eg ikki
keddur ella nakað sovorðið,
tí eg havi havt nøkur ótrúlig
ár við nøkrum stórum upp
livingum, sum hava givið
mær nógv. Eg harmist bara
um, at hetta hendir júst nú,
tí eg havi eitt gott starv, sum
er sera væl egnað til hetta, tí
eg havi frí aðruhvørja viku.
Tað skuldi ligið væl fyri, men
dystirnir eru bara ikki har,
uttan at nøkur frágreiðing
fæst um tað, og so gerst einki
við tað.
Jan vísir á, at skalt tú gera
teg galdandi sum dómari í
altjóða høpi, er bara ein máti
at halda tingini við líka og at
vera nóg væl fyri, og tað er
við at døma. Hann sigur tó,
at tað sjálvandi altíð er gott
at vera kropsliga væl fyri, so
sum at renna ein túr, men at
tað bara einki ger við sjálva
dømingina.
– Fyrstu árini var tað
ótrúliga stuttligt og spenn
andi, og eg fekk bæði nógvar
uppgávur og góðar dystir.
Tað eina árið dømdi eg fjórð
ingsfinalur í CEV Cup-kapp
ingini, og toppurin var í 2008,
tá eg dømd tilsamans níggju
altjóða dystir. Tá hevði eg eis
ini eina kenslu av, at eg var
væl við og megnaði at halda
eitt ávíst støði, sigur Jan, ið
spakuliga hevur merkt, at
eftirspurningurin bara er
dalaður.
– Um vit taka hesi síðstu
trý árini, so havi eg tilsamans
bara dømt ellivu dystir, og í
fjør enntá bara tveir. Tað
byrjaði spakuliga at broytast
í 2010, men serliga hesi síðstu
trý árini hevur tað verið lítið
áhugavert, tí um eg skal føla
meg at vera nóg væl fyri,
skulu tað helst verða einir
sjey ella átta dystir um árið,
so tú alla tíðina ert í tí.
Fekk einki svar
At talan ikki bara hevur verið
um færri dystir, men eisini
minni áhugaverdar dystir,
sum eitt nú teir innleiðandi
í lægstu europeisku kapp
ingini, hevur gjørt sítt til, at
Jan Hentze ikki hevur hildið
talan vera um nøktandi av
bjóðing, soleiðis sum tingini
eru blivin.
– Hondina á hjartað, so
haldi eg, at eg havi betur
uppiborið, tí við 79 altjóða
dystum havi eg vunnið mær
nakrar royndir, ið áttu at
givið alsamt størri og áhuga
verdari dystir at dømt. Eg
veit væl, at liðini í innleiðandi
umfarinum í Challenge Cup
taka tað í líka stórum álvara
sum tey bestu, men tað er
bara ikki so áhugavert, tá
tað ikki verður til annað og
meira enn tað, sigur Jan.
Fyri góðum tveimum vik
um síðani gjørdi hann av
at senda forsetanum í CEV,
André Meyer, formanninum í
dómaranevndini, Jan Rek, og
einum í menningardeildini,
Stewart Dunne, eitt bræv, har
hann greiddi frá støðuni og
ikki legði fingrarnar ímillum,
samstundis sum hann gjørdi
teimum greitt, at hann ikki
fekk hildið fram sum dómari,
soleiðis sum støðan var.
– Nú hava tey í CEV
ongantíð verið serliga røsk
at svara brøvum ella teldu
posti frá dómarum, og í øll
um førum ikki okkum úr
Føroyum, og eg fekk heldur
einki ordiligt svar frá teimum
hesaferð. Ikki fyrr enn eg á
dómaraportalinum hjá CEV
skrivaði, at eg ikki var tøkur
longur, fekk eg eitt turt svar
frá Stewart Dunne um, at í
kjalarvørrinum á fyrra brævi
mínum var eg longu strik
aður sum dómari og tí ikki
hevði fyri neyðini at siga frá,
um eg var tøkur ella ikki. Frá
greiðing havi eg onga fingið
og tað fái eg neyvan nú held
ur, sigur Jan, ið vildi ynskt,
at CEV dugdi betur at fara
við fólki og virdi teimum eitt
svar.
Munur er á…
Av tí sama kann Jan Hentze
bara gita sær til, hví hann
fekk færri og færri dystir,
og tað nærmasta, hann er
komin eini frágreiðing, var
ein tilvildarlig viðmerking
frá formanninum í dómara
nevndini, Jan Rek, um kostn
aðin av at fáa ein dómara
heilt úr Føroyum, tí hann
altíð skuldi ferðast til Dan
markar fyrst, áðrenn hann
kundi fara víðari.
– Hetta sá hann sum eina
forðing hjá fleiri av feløg
unum, tí tað jú altíð er heima
liðið í dystunum, ið ber út
reiðslurnar av dómaranum.
So máttu teir bara havt hugt
at mínum royndum og giv
ið mær fleiri Champions
League-dystir, tí har eru so
í øllum førum fleiri pengar,
er ironiska viðmerkingin frá
Jan, ið ikki beinleiðis heldur,
at hetta hevur nakað við
tað at gera, at hann kemur
úr einari av smátjóðunum í
flogbóltsfamiljuni.
– Smátjóðirnar eru ikki
endiliga fyri mismuni, tí ein
úr Andorra dømir Champions
League, hóast hann ikki er
nakar
dómaraúrmælingur,
men tó hevur royndir frá
sponsku kappingini. So er
eisini ein úr Liechtenstein,
men hann hevur kanska
tann fyrimun, at hann er
giftur við einum av varafor
setunum í CEV…
Hinvegin er tað neyvan
lættari at sleppa framat, tá tú
kemur úr smátjóðunum, tí Jan
nevnir eisini eitt dømi um ein
týskara, hann dømdi saman
við fyri tveimum árum síðani,
og sum tá bara var kandidatur,
men longu í fjør bleiv altjóða
dómari og beinanvegin slapp
at døma í Champions League.
– Eg veit væl, at hann
kemur úr Týsklandi og dag
liga dømir í eini professio
nellari deild, har hann oftari
hevur harðar dystir, men
tað er bara einki stuttligt,
tá tú ikki sjálvur fært hesar
avbjóðingarnar og veruliga
sleppur at royna teg, sigur
hann.
– Men samstundis ásanni
eg, at eg ikki sjálvur haldi, at
eg fái hildið støðið, tá dystir
nir eru so fáir, og tí havi eg
tikið avgerðina um at gevast.
Eg havi verið so leingi í hes
um, at tá eingin møguleiki er
eftir til at mennnast, er held
ur einki at vera eftir til. Hetta
hava verið nøkur góð ár, men
nú er liðugt.
hilmarjan@sosialurin.fo
flogbóltur
Savnsmynd
Jan givin sum
altjóða dómari
– Eg havi ikki fingið møguleikan at menna meg sum altjóða dómari,
tí europeiska flogbóltssambandið, CEV, bara hevur givið mær fáar og
»vánaligar« dystir at døma. Tí havi eg nú tikið avgerð um at gevast
sum altjóða dómari, sigur Jan Hentze, sum síðani 2005 hevur dømt
79 altjóða dystir, men í fjør bara tvær ferðir fekk dystarboð
Jan Hentze, altjóða dómari
Mynd: Álvur Haraldsen
Fleyr vann heimadystin á sørvingum