Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá Mjølni hava klárt og greitt verið besta liðið í føroysku flog­bólts­ kappingini síðstu trý árini, og í tvey ár høvdu tær ongan dyst tapt – til TB kom á vitjan í Klaksvík leygar­dagin og kláraði at koppa odda­lið­ num og vinna 3-2 í einum fimm­settara, ið veruliga vildi nakað. Stutt kann sigast um dystin, at Mjølnir legði bragd­ liga út og vann fyrsta sett greitt, 25-12, men longu í øðr­ um setti beit TB frá sær og vann 25-23, umframt at taka triðja sett eisini við 25-21. So kom Mjølnir afturíaftur og vann 25-19 í fjórða setti, áðr­ enn TB vann fimta sett 15-11 og dystin 3-2. – Hetta er tað, sum kann henda, tá tú longu ert í steypa­finaluni og á odda í lands­kappingini, tí tá er ofta ringt at seta seg upp, og leygar­dagin høvdu vit so ikki okk­ara besta dag. Men tá tað er sagt, so spældi og strídd­ ist TB væl og vann fult uppi­ borið, sigur Marjun Kalsø í Mjølni. Eftir at Mjølnir hevði vunn­ið fyrsta sett sera greitt, blivu fleiri ungar settar inn og byrjaðu eisini fínt, men so rakti TB plett við góðum serv­um og fekk lagt stórt trýst á. – Vit fingu ikki frið til at fáa okkara vanliga góða spæl upp at koyra, og tá TB bleiv við at leggja trýst á, bar einki til hjá okkum. Til dømis fingu vit ongantíð hesar góðu stim­ar­nar við servum, sum vit plaga at hava í mestsum hvørj­um dysti, staðfestir Marjun. Gudrid í tvístøðu Í vetur hevur Mjølnir havt gleði av einum TB-spælara, tí Gudrid Nolsøe valdi at spæla við Mjølni, tá hon ikki ordiliga kláraði upp við Kristian Mikkelsen, sum var venj­ari hjá TB, men hon hevur búð har suðuri og hevur mest­ sum einki vant, men næst­ an bara spælt dystir. Og nú Kristian ikki er venjari hjá TB meira, hevur Gudrid tikið ta uppgávuna á seg, so hon er eitt sindur tvíbítt. – Ja, tað er eitt sindur løgið, men tá TB stóð uttan venjara, kundi eg ikki ordiliga bera meg undan, tí her er ikki so nógv fólk at taka av her suðuri. Eg veit, at hetta er ein løgin støða, men eg havi lovað at spælt við Mjølni, so tað haldi eg fram við, hóast eg nú eri venjari hjá TB, sigur Gudrid, sum hevur vant TB síðani á nýggjárinum. Sjálv var hon ikki við í Klaksvík, nú TB-kvinnurnar gjørdu bart og syrgdu fyri størstu sensatiónini í vetur, men tað var eftir avtalu við Mjølnir frammanundan, tí hon var upptikin har suðuri leygarkvøldið og kundi ikki fara til Klaksvíkar. – Vit høvdu eina avtalu frammanundan um, at hon hevði frí hetta vikuskiftið, sigur Marjun Kalsø, ið ikki dylur fyri, at Gudrid hevur havt stóran týdning fyri Mjølnir í vetur: – Hon kom við í ár og hevur styrkt væl um liðið hjá okkum. Tað hava vit eis­ ini verið sera fegnar um, sam­stundis sum vit sera væl skilja, at hon vil taka eina hond í hjá TB, nú liðið stóð uttan venjara. Tað er flog­ bólt­urin, tað heila snýr seg um, so tað skilja vit væl. Spurningurin er so, um Gudrid Nolsøe seinni í kappingini kann renna seg í onkra álvarsliga tvístøðu, tí nú liðini hava spælt tvær ferð­ir ímóti hvørjumøðrum, verða stigini koyrd í helvt. Har eru bara tveir dystir eftir at spæla, sum er Dráttur-KÍF á Giljanesi mikukvøldið og so TB-Fleyr, sum skuldi verða í Trongis­vági í gjár, men sum bleiv útsettur. Tá stigini verða hálverað, minkar eisini munurin mill­ um liðini, og tá kann tað verða so skjótt, at Gudrid Nolsøe sum venjari hjá TB noyð­ist at taka dystin upp við Gudrid Nolsøe sum spæl­ ari hjá Mjølni… hilmarjan@sosialurin.fo flogbóltur TB-kvinnurnar megnaðu leygardagin púra óvæntað at vinna á Mjølni – og so enntá í Klaksvík. Nokk so stuttligt er, at Gudrid Nolsøe spælir við Mjølni, men er samstundis venjari hjá TB. Men hon var slett ikki við leygardagin, tá sensatiónin bleiv veruleiki Gudrid Nolsøe spælir við Mjølni (myndin), samstundis sum hon er venjari hjá TB. Men tá TB leygardagin vann á Mjølni, var hon slett ikki við… Myndir: Álvur Haraldsen Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 14 13 1 41 12 29 37 2 Fleyr 13 11 2 36 12 24 33 3 KÍF 13 8 5 31 19 12 26 4 TB 13 8 5 31 20 11 25 5 Dráttur 13 8 5 28 19 9 22 6 SÍ 14 2 12 8 36 -28 7 7 ÍF 14 2 12 9 37 -28 7 8 Ternan 14 2 12 11 40 -29 5 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 10 8 2 26 11 15 24 2 Fleyr 11 8 9 27 18 9 22 3 SÍ 11 4 7 21 23 -2 14 4 Mjølnir 10 1 9 5 27 -22 3 Ternan - ÍF 3-2 (24-26, 25-14, 23-25, 25-14, 17-15) Mjølnir - TB 2-3 (25-12, 23-25, 21-25, 25-19, 11-15) Fleyr - SÍ 3-0 (25-21, 25-21, 25-19) Dráttur - ÍF 3-0 (25-10, 25-12, 25-23) Mjølnir - SÍ 3-0 (25-10, 25-15, 25-20) Fleyr - SÍ 3-1 (21-25, 25-23, 25-19, 25-23) SI - ÍF 0-3 0-3 (26-28, 22-25, 20-25) Mjølnir - Fleyr 1-3 (27-25, 18-25, 22-25, 18-25) Fyrsta Mjølnir-tap í tvey ár