mánadagur 27. januar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fimleikur
Hilmar Jan Hansen
Eins og undanfarin ár, eru
tvær
steypakappingar
í
estetiskum fimleiki á skránni
í vetur. Tann fyrra var í
ítróttarhøllini á Hálsi í Havn
í gjár og tann seinna verður
á ítróttarhøllini á Kambsdali
leygardagin 15. mars.
Sum nakað nýtt og øðrvísi
var hesaferð ein altjóða
gestadómari við, sum var
Marhya Balado úr Zaragoza
í Spania, sum er búsitandi í
Oslo í Norra, og dømdi hon
kappingina í gjár saman við
sjey føroyskum dómarum.
Tá avtornaði, vunnu Støkk
og
Havnar
Fimleikafelag
ávikavist tríggjar og tveir
av teimum tilsamans fimm
aldursbólkunum, har tvey
lið kappaðust hjá kvinnum
kvinnum, fimm hjá kvinnu
unglingum, sjey hjá gentum,
fimm hjá smágentum og seks
hjá pinkum. Nýtt var eisini, at
øll liðini høvdu serstøk nøvn
og ikki felagsnøvnini, sum
annars hevur verið vanligt.
Bara tvey lið frá HF vóru
við í kappingini hjá kvinnum,
og vann Hulda við 12,65 stig
um og Herta fekk 9,95 stig.
Hjá kvinnuunglingum vann
HF við liðnum Alda, sum fekk
12,95 stig, Ljósið var nummar
tvey við 11,11 stigum og Viljin
úr Støkk nummar trý við
10,88 stigum.
Svalan úr Støkk vann hjá
gentum við 13,97 stigum, Eina
hjá HF var næstfremst við
13,52 stigum og Ljósið trið
fremst við 13,08 stigum. Hjá
smágentum vann Vípan hjá
Støkk við 13,39 stigum, Nora
hjá HF var nummar tvey við
13,02 stigum og Nita hjá HF
við 13,01 stigum. Og hjá pink
um vann Flykran úr Støkk
við 12,25 stigum, Fenja úr HF
var næstfremst við 11,61 stig
um og Firvaldar úr Ljósinum
triðfremst við 10,21 stigum.
Sum sagt, verður seinna
steypakappingin
hálvan
mars, og 2. og 3. mai verða
so innleiðandi kappingarnar
til FM í Runavík, og 10. mai
verður so FM í Havn, har
fýra lið úr hvørjum bólki
sleppa við. Sum nakað nýtt,
verða stigini úr steypakapp
ingunum eisini tald við, tá
samlaði karakterurin í før
oyameistarakappingini verð
ur gjørdur upp.
Tann fyrra av steypakappingunum í estetiskum
fimleiki var í gjár í Havn, har tilsamans 25
lið kappaðust í fimm aldursbólkum
tríggjar
og HF tvær
Støkk vann