mánadagur 27. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Hondbóltur
Jóannes Hansen
EM endaspælið í Danmark
er av. Noreg megnaði ikki
at spæla seg víðari úr inn
leiðandi umfarinum. Svøríki
varð sent til hús, eftir at sviar
í miðumfarinum høvdu sett
punktum við sigri á Frak
landi – einasta franska tapið
í allari kappingini.
Fríggjadagin megnaðu illa
skaðaplágaðu íslendingarnir
bragdið at vinna uppgerðina
um fimta plássið ímóti Pól
landi.
Úrslitið
var
28-27.
Dystargongdin undirstrikar,
at íslendski hugburðurin er
framúr, og at grannar okkara
fyri vestan eru óvanliga
treystir.
Pólland var frammanfyri
alla tíðina, og onkuntíð hótti
stórtap, tá Ísland var aftan
fyri við fýra málum. Fleiri
av størstu íslendsku stjørn
unum vóru ikki við orsaka av
skaðum, men teir sóu liðfel
agarnar stríðast og spæla, og
at tað í evstu løtu eydnaðist
Íslandi fyri fyrstu og einastu
ferð at leggja seg á odda, tá
ið tað restaðu tjúgu sekund.
Tað var avgerandi, og bæði
í Íslandi og í europeiska
hondbóltsheiminum verður
íslendsa avrikið fagnað.
Fríggjadagin spældi Frak
land seg í finaluna við 30-27
sigri
í
grannauppgerðini
ímóti sponsku heimsmeistar
unum, og so varð kynt undir
danska hondbóltsbálið, tá ið
donsku favorittarnir í Jyske
Boxen í Herning tryggjaðu
sær finalupláss við 29-27 sigri
á Kroatia.
Í gjár vann Spania bronsu
krónurnar við 29-28 sigri á
Kroatia. So var tað, at danir
vónaðu, at danska liðið, sum
hevði vunnið sjey sigrar á rað,
skuldi seta punktum fyri væl
eydnaða EM endaspælinum
við at vinna gullkrónurnar.
Tað eydnaðist ikki, tí
Frakland vann 41-32 eftir
at leiðslan í steðginum var
23-16! Fraklendingar undir
spældu seg sjálvur við at siga,
at teir roknaðu Danmark at
vera favoritt at vinna final
una. Í donsku miðlunum,
sum seinastu tvær vikurnar
hava havt jól og góðar dagar,
og eisini millum hondbólts
hugaðu danirnar, ið støðugt
eru vornir fleiri, meiri enn
livdi vónin um, at tað fór at
eydnast, sum ikki eydnaðist
á heimavølli fyri 36 árum
síðani.
Fjórða plássið
Um mánaðarskiftið januar-
februar 1978 var HM í hond
bólti í Danmark. Tá vóru
umstøðurnar at fylgja við í
sjónvarpinum ikki tær somu,
sum tær nú eru. Dystirnir
vóru vístir á monopolrásini
DR, og tað var stórt, hóast
upptøkutólini vóru færri og
vánaligari, og sendingarnar
undan og eftir dystirnar
nógv færri og fátæksligari,
enn tær nú eru.
Í Føroyum varð fylgt við
í beinleiðis frásøgnunum á
langbylgju útvarpsrásini hjá
DR, og so bar til hjá teimum,
ið tá vóru so heppin at eiga
videokassa og at kenna
onkran niðri, sum kundi taka
upp og síðani senda kasett
una henda vegin, at sita ein
ella tveir dagar seinni og
fylgja við.
At tað ikki bar so væl til
at fylgja við í sjónvarpinum
í 1978 mundi vera orsøkin
til, at HM endaspælið í
Danmark varð hildið í meiri
enn tjúgu ymiskum býum
kring landið.
Ta ferðina var danska vón
brotið, at tað ikki eydnaðist
liðnum at spæla seg úr
hálvfinaluni og í finaluna,
og at tað síðani endaði við
tapi í uppgerðini um fjórða
plássið.
Hondbóltshugaðir
føroyingar, ið minnast aftur
til 1978, komast við millum
aðrar liðformannin Anders
Dahl Nielsen, sum seinni var
landsliðsvenjari, málverjan
Mogens Jeppesen og stór
skjúttan Michael Berg.
Harvið var besta avrikið
framvegis silvurkrónurnar,
sum danir vunnu í HM enda
spælinum í Svøríki í 1967.
Silvur krónurnar
Eftir fjórða plássið á heima
vølli í 1978 helt danskur
hondbóltur í nøkur ár seg í
toppinum. Síðani gekk tað
minni væl, tí seinnapartin í
áttati árunum, í níti árunum
og fram til túsund ára skiftið
datt danska liðið heilt burtur
ímillum tey bestu.
Hesi árini var tað Svøríki,
sum helt norðurlendskum
manshondbólti á toppinum.
Tað sást í, at Svøríki vann
fleiri gullkrónur – 1990 (HM),
1994 (EM), 1998 (EM), 1999
(HM), 2000 (EM) og 2002 (EM).
Harafrat vunnu sviar silvur í
OL í 1992, 1996, 2000 og 2012.
Íslendsku
avrikini
og
úrslitini eiga eisini at verða
nevnd. Ísland vann silvur í
OL í 2008 og bronsu í EM í
2010.
Munadygt
arbeiði
við
yngru landsliðunum, sum
rakk góðum úrslitum, bar um
aldarskiftið boð um, at tað sá
ljósari út í donskum mans
hondbólti, og úrslitini siga, at
tað síðani hevur gingið væl.
Í 2005 tók Ulrik Wilbek,
sum áður – og við góðum úrs
litum – hevði havt ábyrgdina
av kvinnuliðnum við venjara
starvinum, og síðani hevur
danska
landsliðið
verið
millum tey bestu.
Ulrik Wilbek og landsliðið
hava síðani vunnið seks
heiðursmerki og millum hesi
eru tvey sett av gullkrónum,
sum vórðu vunnin í EM
kappingunum í 2008 og 2012.
Hini eru silvurkrónurnar í
HM í 2011 og 2013, og bronsu
merkini í EM í 2006 og HM
2007.
EM endaspælið í Dan
mark tvær tær seinastu
vikurnar var síðsta kapp
ingin hjá Uirik Wilbek – 20
ár eftir fyrstu gulkrónurnar
saman við danska kvinnu
landsliðnum. Tað var í EM
endaspælinum, sum í 1994
var í Noregi.
Dreymurin var, at tað
skuldi eydnast at siga farvæl
við gullkrónum um hálsin.
Í sjey dystum gekk tað sum
eftir ánni.
Hondbóltshugaðir føroy
ingar hava seinastu tvær
vikurnar havt møguleika
at
síggja
íslendska
og
danska landsliðið í enda
spælinum. Danmark vann
allar dystirnar í innleiðandi
umfarinum, og Danmark
vann allar dystirnar í mið
umfarinum. Tað eydnaðist
at vinna hálvfinaluna ímóti
Kroatia fríggjakvøldið.
Í gjár kiksaði tað ímóti
Fraklandi, sum við avriki á
so høgum støði, sum tað valla
er sætt áður, setti Danmark,
stuðlað av 14 túsund í Jyske
Boxen í Herning, upp á
pláss.
Frammanundan
tíðar
skeiðnum saman við Ulrik
Wilbek hevði tað verið fram
úr at vinna silvur. Í gjár
kendist tað sum vónbrot,
at Danmark stóð eftir við
silvurkrónunum, men tey,
sum hava skil fyri hondbólti,
eru samd um, at tað er, sum
tølini siga. Frakland var
minst ein flokk omanfyri
mótstøðuliðið.
Fullkomnir
fraklendingar
flongdu
favorittarnar
Eftir tvær vikur í barónaseingini var franska útpurringini
ógvuslig ímóti Danmark, ið varð spælt niður og norður
í finaluni av framúr heimsstjørnum, sum struku
avstað við 41-32 sigri og harvið gullkrónunum