Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hondbóltur Saman við gomlum liðfeløgunum úr Neistanum – og einum tveimum Kyndilsspælarum – var Ingi Rasmussen millum áskoðararnar í Herning, tá avgerandi dystirnir í EM vórðu spældir Jákup Mørk Tað eru fleiri føroyingar, sum hava verið til hond­ bólts­dyst í Herning farnu vikuna. Millum teirra var ein bólkur av fyrrverandi hond­bólts­spælarum, sum í felag gjørdu av, at teir skuldu til EM, nú enda­ spælið var í Danmark. Eitt sindur serligt er eisini, at seks av monn­unum vóru á Dan­markar­ferð í 1982, tá teir vóru í Danmark við einum dreingjaliði hjá Neistanum. Á ferðini hesaferð sóu teir bæði hálvfinalur og final­una, umframt at plaserings­dystir eisini vóru á skránni. Størstu upplivingina fingu teir uttan iva, tá Dan­ mark og Kroatia spældu hálv­finalu fríggjadagin. Ingi Rasmussen, sum er partur av ferðalagnum, segði eftir dystin, at talan var um framúr uppliving. – Stemningurin var heilt eminemt góður. Hetta er næstan sum í 80’unum, tá vit øll fjepp­aðust við danska fótbólts­lands­lið­ num. Nú er tað bara hond­ bóltur, sum tað snýr seg um, sigur Ingi. – Hetta var sum at vera til eina rock-konsert. Øll stóðu uppi og dansaðu, og tú kendi, hvussu alt dand­ aði. Longu undan dyst­ inum var lagið sera gott, og hallar­varparin gjørdi sítt til at hita fjøldina upp. Men móti dystarenda var tað sjálvandi heilt í topp. Og so var tað sjálvandi framúr, at Danmark. Tú kanst siga, at vit finna okkara innara sambandsmann fram, nú vit sita og hyggja, og so vildi kenslan verið eitt sind­ur fløt, um teir ikki komu í finaluna, heldur Ingi. – Men tað gekk tíbetur. Mikkel Hansen kom kanska ongan tíð veruliga ígongd, og Landin tók eis­ ini sína tíð. Men júst hann varð kanska tann av­ger­ andi leikarin, tá tað veru­ liga stóð á, heldur Ingi. Sunnudagin mundi inn­ari sambandsmaðurin ikki hava tað heilt so gott. Dan­mark fekk av at vita í finaludystinum móti Frak­landi, men samanlagt man hetta ikki hava skalað eina framúr uppliving, har hond­bóltur í heimsklassa var á gólvinum í banka­ boxini í Herning. Saman við Inga í ferða­ lagnum vóru Uni Wardum, Albert Marni Joensen, Bogi Dam, Bogi Henriksen, Martin Mørk, Eyðun Rannváarson, Hannis Wardum og Sophus Dal- Christiansen. jakup@sosialurin.fo Funnu innara sambands­ mannin fram Á myndini síggjast Albert Marni Joensen, Eyðun Rannváarson, Sophus Dal-Christiansen, Ingi Rasmussen, Hannis P. Wardum, Bogi Dam, Bogi Henriksen og Martin Mørk. Uni Wardum er handan myndatólið Fronsku vinnararnir Finalan í gjárkvøldið var stað­ festing av, at tað er eingin ivi um, at Frak­land eigur besta hondbólts­lands­liðið í Europa. Undan kappingini varð Frak­ land av fleiri roknað mill­um favo­rittar­nar, men orsaka av ikki serliga sann­før­andi úrslitum í venjingar­dyst­ unum hava onnur sátt iva um, hvussu tað stóð til hjá frak­lend­ing­um, sum annars hava verið í topp­inum nógvu tey sein­astu árini. Tvær tær seinastu vikur­ nar hava fraklendingar stútt og støðugt spælt seg upp, og í gjár vístu teir við 41-32 sigri, hví teir í løtuni eru teir bestu í Europa. At Frakland endar á topp­ inum og millum tey bestu er ikki nakað nýtt. Frakland hevur vunnið HM gull í 1995, 2001, 2009 og 2011, Frakland hevur vunnið EM gull í 2006 og 2010, og Frakland hevur vunnið OL gull í 2008 og aftur í 2012. Frakland eigur einasta hond­bóltslandsliðið á mann­ fólka­síðuni, sum hevur megn­að at vera OL vinnari, HM vinnari og EM vinnari um somu tíð. Frakland vann OL í 2008, HM í 2009 og EM í 2010. Merkisvert var tað í finaluni, at meðan danir skiftu nógv út og støðugt leit­aðu eftir røttu upp­still­ ing­ini, so vóru tað mest sum teir somu frak­lendingarnir, sum vóru á vøllinum mest sum alla tíðina. Teir eru allir kropsliga væl fyri og í fínari venjingarstøðu. Í final­uni vístu teir, at franska liðið var omanfyri bæði tað donsku og øll hini í spæl­fatan, bólt­ før­leika og skjót­leika, og so eiga frak­lend­ingar ein­ staklingar, sum ikki finnast betri. Ikki minst Nikola Karabatic sum eftir at hava verið ikki heilt á toppinum, nú aftur man vera ein tann besti hond­bólts­spælarin í heims­inum, hóast hann ikki var millum teir fimm, sum hesa ferð vóru í upp­skoti til tann heiðurin. At­kvøðu­ greiðslan segði, at Domagoj Duvnjak úr Kroatia var kosin at vera besti spælarin í hesi kapp­ing­ini. Frakland hevur ikki tapt í týdningarmiklari finalu síð­ani í 1993, tá ið teir í HM finaluni taptu ímóti Russ­landi. Síðani hevur Frak­ land vunnið níggju finalur – HM gull í 1995, 2001, 2009 og 2011, OL gull í 2008 og 2012 og EM gull í 2006, 2010 og aftur í 2014. Í gjárkvøldið var stutt sagt talan um so at siga full­kom­ið avrik, tá ið Frakland flongdi donsku favo­rittar­nar! Myndir: Polfoto