mánadagur 27. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbóltur
Jákup Mørk
– Tað er heilt ótrúligt, at FSF
kann leggja eina kapping so
vánaliga tilrættis!
Somikið
bersøgin
var
Jógvan
Martin
Olsen
Facebook-vangamynd síni, tá
dystarskráin fyri Effo-deild
ina í 2014 var klár.
Í innleggi sínum vísir
Jógvan Martni á fleiri viður
skifti, men serliga eru tvey av
hesum, sum veruliga tykjast
hava skapt ónøgdina.
Annað er, at B68 hevur
tveir útidystir móti Skála,
sum gjørdist nummar í 1.
deild, har B68 sum kunnugt
vann gullið. Skal metast eftir
styrkini, sum liðini høvdu í
fjør, so er sannlíkt, at júst B68
og Skála verða í bólkinum av
liðum, sum fara at berjast um
at sleppa undan niðurflyting,
og tí kann ein eyka heima
dystur hava stóran týdning.
Eitt nú í Danmark verður
eisini spælt við trimum dyst
um móti hvørjum liði. Har er
skipanin, at meistarin árið
fyri hevur tveir heimadystir
móti nummar tvey, fýra, seks
o.s.fr., men hetta er altso ikki
ein skipan, sum er nýtt í Før
oyum.
Hin luturin, sum fekk ilt
í Jógvan Martin, er, at B68
eitt skifti spælir seks av sjey
dystum á útivølli. Sum tað
framgongur aðrastaðni her á
síðuni, so er høvuðsorsøkin,
at feløg hava møguleika at
býta um heima- og útidystir,
og verður hetta ofta gjørt, tá
stevnur v.m. eru á skránni.
Hinvegin merkir hetta
eisini, at B68 hevur fimm
heimadystir á rað frá fimta
til níggjunda umfar.
At enda finst B68-venjarin
eisini at, at B68 hevur tveir
útidystir í mest sum øllum
teimum uppgerðum, sum
vanliga savna nógvar áskoð
arar.
Ikki minst hugsar Jógvan
Martin Olsen her um upp
gerðirnar
móti
NSÍ,
ÍF,
Víkingi og KÍ. Hinvegin vísir
yvirlitið aðrastaðni her á
síðuni, at Skála hevur tveir
heimadystir í øllum granna
uppgerðunum.
Yvirlitið vísir eisini, at
tað er púrasta tilvildarligt,
hvussu eyka heimadysturin
fellur hjá ymsu liðunum.
Størsti skeivleikin í so máta
rakar ávikavst AB og KÍ. Av
sínum fýra »eyka« heima
dystum hevur AB teir tríggj
ar móti liðum, sum endaðu
í ovaru hálvu í fjør. Og fyri
kassameistaran á Argjum
er helst gleðiligt, at bæði HB
og B36 koma tvær ferðir á
vitjan.
Hinvegin hevur KÍ bara í
einum føri heimadyst móti
einum liði úr topp-5 í 2013.
Yvirlit við samlaðu dystar
skránni kann lesast á heima
síðuni, www.fsf.fo.
jakup@sosialurin.fo
Stór ónøgd um
kappingarskránna
Fyrrverandi landsliðsvenjarin, sum nú er venjari hjá
B68, er alt annað enn nøgdur um kappingarskránna
Einastu fortreytirnar, sum verða lagdar í skipanina, áðrenn fótbóltslands
kappingin verður løgd til rættis, eru, hvørji feløg eiga fimm heimadystir,
og at tey bæði stóru havnarfeløgini ikki skulu spæla heimadyst í senn
Fyrrverandi landsliðsvenjarin og núverandi B68-venjarin tykist skelkaður
um, hvussu illa fótbóltskappingin er løgd til rættis fyri B68
Savnsmynd
Teldan stýrir kappingini
Nú bæði HB og B36 endaðu í
ovaru hálvu í fjør, koma tey
íalt at hava 28 heimadystir,
men trupulleikin við eyka
dystinum loysir seg sjálvan,
tá bæði feløgini eiga heima
vøll á ólavsøku.
Í aðrar mátar fær teldan
frítt spæl at leggja kapping
ina til rættis.
Tað sigur Jákup Martin
Joensen, formaður í kapp
ingarnevndini hjá FSF.
– Tá kappingin verður
løgd, verður hetta av fyrsta
tíð gjørt við eini telduskip
an. Einastu treytirnar, sum
vit áseta, tá teldan verð
ur fóðrað, eru, at fimm tey
ovastu liðini hava 14 heima
dystir, og at HB og B36 ikki
spæla heima somu umfør.
– Vit gera nakrar tillag
ingar, eftir at feløgini hava
havt skránna til ummælis,
og síðani hava feløgini loyvi
til at býta um heima- og úti
dyst í teimum førum, har
hetta verður mett neyðugt.
Dømi
um
slíka
flyting
kann vera, at KÍ ynskir
heimadyst á norðoyastevnu,
og at havnarfeløgini spæla
heima á ólavsøku. Í hesum
ítøkiliga málinum hevur
B68 verið partur av slíkum
umbýti einar tvær ferðir,
og tí hava teir eitt skifti
fleiri útidystir á rað. Men
tað merkir hinvegin eisini,
at toftamenn hava nógvar
heimadystir onkra aðra tíð
í kappingini, sigur Jákup
Martin Joensen.
jakup@sosialurin.fo
Heimadystirnir:
Á yvirlitinum niðanfyri sæst, móti hvørjum liðum tey
10 liðini í Effo-deildini hava tveir heimadystir ímóti.
Liðini eru sett í teirri raðfylgju, sum tey endaðu á í fjør.
1. HB: ÍF, NSÍ, Víkingur, B68, Skála
2. ÍF: B36, EB/Streymur, AB, KÍ, B68
3. B36: HB, EB/Streymur, Víkingur, KÍ, Skála
4. NSÍ: ÍF, B36, AB, KÍ, B68
5. EB/Streymur: HB, NSÍ, Víkingur, KÍ, Skála
6. Víkingur: ÍF, NSÍ, AB, B68
7. AB: HB, B36, EB/Streymur, Skála
8. KÍ: HB, Víkingur, AB, Skála
9. B68: B36, EB/Streymur, Víkingur, AB
10. Skála: ÍF, NSÍ, Víkingur, B68