Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arktiska vápnið: landsstýrið sitið á hondunum í 9 mánaðir Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Hóast landsstýrið longu fyri 9 mánaðum síðani fekk ítøki­liga áheitan um at seta Europa­samveldinum treytir fyri at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum, valdi lands­stýrið passivitet og situr fram­vegis á hondunum Tað er at fegnast um, at fólkatingsmaðurin hjá Javn­ aðar­flokkinum nú sigur seg taka undir við, at støða Før­oya og ríkisins í Arkt­ iska Ráðnum kann og skal brúk­ast til at fáa Europa­ sam­veldið til at taka burtur hand­ilsboykottið móti Før­ oyum. Trupulleikin er, at útspælið frá Javnaðarflokkinum kem­ ur uml. 9 mánaðir ov seint. Landsstýrið fekk áheitan Longu fyri 9 mánaðum síð­ani - áðrenn gitna ráð­ harrafundin í Kiruna í Svøríki - mælti Sam­bandsflokkurin á Christ­iansborg til, at Føroyar í Arktiska Ráðnum, saman við restini av ríkinum, skuldu leggja upp til, at hótt­anin um ES-revsitiltøk móti Føroyum skuldi takast aftur, áðrenn ES kann gerast eyg­leiðara­ land í ráðnum (sí leinkjur nið­an­fyri). Fundurin í Kiruna var av­gerandi, tí tá skuldi støða takast til umsókn frá ES um at gerast eygleiðari í Arktiska Ráðnum. Valdi passivitet Landsstýrið valdi tó tilvitað, at hesin trumfurin ikki skuldi brúkast. Løgmaður kom enntá út alment og segði, at í altjóða samanheingi verður slíkt ikki gjørt. Henda útsøgn er í stríð við veruleikan. ES í skammikrók 3 ferðir Undir slagorðinum "No Seal No Deal" ("Ongin Kópur Ongin Avtala") setti Kanada á Kiruna-fundinum (vegna inuittarnar í landinum) ta treyt, at ES skal ikki gerast permanentur eygleiðari, fyrr enn samveldið er hildið uppat at boykotta kópavørur. Hesum boygdi Arktiska Ráðið seg fyri, tí øll limalond í ráðnum hava vetorætt móti avgerðum ráðsins. Við øðrum orðum ber væl til at brúka trumfin og seta ES treytir. Hetta var 3. ferðin, at Kana­da setti Europa­sam­ veld­ið í skammikrók orsakað av boykottinum móti kópa­ vørum, sum byrjaði í 2008. Fyrst blokkeraði Kanada í 2009, 2011 og so í fjør í Kiruna. Væl dokumenterað trýst Politiski/diplomatiski tví­ drátt­urin millum ES og Kana­da um eygleiðarasessin í Arkt­iska Ráðnum er væl kend­ur. Hann er eisini væl doku­ men­teraður í vísindaligari grein, sum Arktiska Instituttið almannakunngjørdi í juni í fjør (sí leinkjur niðanfyri). Sjálvandi átti landsstýrið at lurtað eftir áheitanini longu í mai í fjør. Ligið sjóvarfallið av sær? Spurningurin er, hvat ið nú er at gera. Í øllum førtum er sera seint nú at seta ES stólin fyri hurðina í arktiskum sam­an­ hangi. Treytirnar áttu at verið lagdar við á ráðharra­fund­ inum í Kiruna - júst so, sum Kanada gjørdi vegna inuitt­ arnar. Fadesan hjá landsstýr­ in­um er eisini, at í Kiruna góð­tóku limalondini í Arkt­ iska Ráðnum - eisini Før­oya lands­stýri - at ES skal fáa eyg­ leiðarastøðu, tá ið ósemjan við Kanada er loyst. Var nakar politiskur rygg­ ur, hevði landsstýrið kravt, at ósemjan um makrel og sild eisini skal loysast, áðrenn ES fær eygleiðarastøðu í Arkt­ iska Ráðnum. Sleppa arrogansuni Møguliga ber til at koma afturumaftur, og tað eigur at verða kannað. Undir øllum umstøðum verður trúvirði Føroya sum partnari í Arktiska Ráðnum skalað, um komast skal afturumaftur nú. Onnur fara at spyrja, um Føroyar kunnu takast í álvara, um landið nú broytir støðu, eftir at tað hevur givið tilsøgn til felags avgerð í Arktiska Ráðnum. Frameftir krevst í øllum førum, at landsstýrið gevst at sita á hondum sínum. Ein stjórn má ongantíð gerast so betrivitandi og arrogant, at hon letur oyruni aftur og noktar at reagera, tá ið áhugamál landsins standa upp á spæl. Sí hesar leinkjur: http://edmundjoensen.fo/ Default.aspx?ID=6&M=New s&PID=20&NewsID=327 http://edmundjoensen.fo/ Default.aspx?ID=6&M=New s&PID=20&NewsID=326 http://www.northnorway. org/nyheter/1080-innenfor- eller-utenfor-symbolikken- rundt-eu-og-arktisk-rad h t t p : / / w w w . t h e a r c t i c i n s t i t u t e . org /2013/06/in- or - out- symbolism-of-eus-arctic. html Hvørjir eru skurkarnir í málinum um p/f N. Niclasen Ólavur Petersen Undir valstríðnum til síðsta løg­tingsval kom fram, at valevni hjá Sam­bands­flokk­ i­num, Ei­vin Jacobsen, ikki hevði upp­givið inntøkur av virð­is­brøvum til skatta­ mynd­ug­leik­an. Ikki eitt orð um hetta kom fram í Kring­varp­inum. Hesir upplýsningar eru goymd­ir í ovastu skuffu í Kringvarpinum, - for til­fæld­ ets skyld, tí mað­ur­in er jú po­t­en­t­i­ellur fíggj­ar­mál­a­ráð­ harri, - ella sum beiggin Suni gjørdi tað, kemur at sita sum fíggj­ar­nevnd­ar­for­mað­ur. For tilfældets skyld hev­ ur Kring­varp­ið, eisini í toll­ mál­i­num hjá p/f N. Nicl­a­sen, for­brot­ið seg móti sín­um skyldum, við at bøla á máli­ num hjá Jørgeni Niclasen til teir hildu seg fáa optimalan vinn­ing burturúr. Ørindi Kringvarpsins er ikki at beina Føroyar á reið­ u­lig­a kós, - og objectið hjá Kring­varp­i­num er als ikki Jørg­en Niclasen. Objectið hjá Kring­var­pi­ num er Annika Olsen. Teirra mál er at fáa Fólk­ a­flokk­in at tódna, so dyrnar í Tinganesi verða stongdar fyri Anniku Olsen Hon átti at verið poli­t­iskur leiðari í einum sam­an­løgd­um fiski og vinnu­mál­a­ráði, men er nú sum al­mann­a­mál­a­ráð­ harri við at koyra tjóveldis og javn­að­ar­sos­i­al­ist­ar­nar út í eina i­dentitetskreppu. Tað er í tí ljósinum at sjong­urin í Kringvarpinum skal síggjast. Tollmál í Vági Komið í tankar um eina sam­ røðu við Karl Olsen, sála, fyrr­ver­andi avgreiðslumann hjá Skip­a­felagnum í Vági. Ein dagin, eftir at hava svølgt ein bita við hús, sær hann, at eitt partí hoyrandi til hand­ils­virksemi á Gørðum er horv­ið á goymsluni. Samanhangurin er skjótt upp­klár­að­ur og fer hann beina leið á sýsl­u­skriv­stov­ una, sum tá var tollstova, at fáa tollstempul á skjølini. Seinri kemur gjaldstovan suð­ur um fjørð saman við løg­regl­umanni, men har var alt í lagið. ”Det vidste jeg, at hos Karl Olsen er al­le sa­ger i orden,” var ein setn­ing­ur á avgreiðsluni hjá skip­a­fel­ag­ num í Vági tann dagin. Hvussu langa tíð aftaná, minn­ist eg ikki; men ein dag­ in fær heiðursmaðurin Karl Olsen harra­boð frá hand­ils­ virk­i­num á Gørð­um, at frá nú av hava teir avgreiðsluna hjá skip­a­felagnum. Beinanvegin sum hetta kom fyri oyrinum á Zacha­risi á Skip­a­fel­ag­num­, mannaði hann skip (Rókur?), beina leið á Vág. Fyri­tøkan á Gørðum fekk at vita, at Karl Olsen er teirra maður í Vági. Eitt álvarsamt tollmál aft­ur­at, segði Karl Olsen mær frá. P/F Suð­ur­fisk við tjóð­veld­is­mann­inum Ova Mikkel­sen, sála, sum stjóra, tók ein truck uttan gjald av tolli. Tað megu vera nøkur ár aftan­á, tekur blaðskriving seg upp um hetta mál. Ove Mikk­el­sen saksøkir. P/F Suðurfisk við Ova Mikk­el­sen tapir sakina um toll­mál­ið. Sperd­ir í brók­um sum javn­að­ar og tjóð­veld­ is­menn nú eru, raka teir fam. Karl Olsen so meint sum møg­u­ligt við at stórur part­ur av lærarum við Vágs skúla nið­ur­leggja arbeiði. Tað hend­ir einar 14 dagar eftir at truck­a­málið er tapt. Familjan Karl Olsen ikki til fals Fyri nøkrum mánaðum síð­ an varð Dennis Holm, borg­ ar­stjóri í Vági, giftur. Annika við fam. skuldi suð­ur í brúðleyp, men á mið­ degi boðar Ú.F. frá, at Smyril vegna brek ikki siglir. Snarur í tanka og handling sum pápi hennara er, fekk hann avgreiðslumannin hjá tyrluni í Suðuroy, Dán­ jal Bjark­ham­ar, at bíða eft­ir Anniku í einar fimm minutt­ ir. Komin suður skuldi hon einki gjalda fyri túrin, tí hetta var ein tænasta fyri hana. Ann­ika Olsen gav Dánj­ali Bjarkhamar og tyrl­u­skip­ar­ a­num greið beskeð, at hon ikki er komin suður sum lands­stýr­is­maður, men hon við familju, 4 í tali, eru komin suð­ur sum priv­at­per­són­ar. Hon skuldi gjalda fyri seg og síni. Final!! Hevði Annika ikki re­a­ger­ að akkurát sum hon gjørdi, so var tað hon sum varð koyrd gjøg­num rununa í Sortudýki og ikki P/F N. Niclasen. Kons­pir­a­tións­teori? Eg taldi eftir fyri eini tíð síð­ani, men rætt skal vera rætt sum langabbi Anniku, Óla Smið, segði á sinni. Í um­leið 25 førum eri eg far­in eitt sindur við síðuna av eina ferð. Mín yvirskrivt spyr hvørj­ ir skurk­ar­nir eru. Tað lætið eg ró­liga upp til lesaran at gera av.