Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Bryggjan úti á Malarenda var so illa farin, at hon ikki kundi nýtast til atløgubryggju meira. Men, sum flestum kunnugt hava nólsoyarkonur í eina tíð svomið á sjónum úti á Malarenda. Tað eru serliga kvinnur í bygdini, sum sunnumorgnar hava svomið í tí kalda sjónum, og hetta gjørdu tær eisini, tá kavi og frost var fyrr í vetur. Tórshavnar kommuna, sum eisini fevnir um Nólsoy, hevur gjørt av, at í staðin fyri eina ónýtiliga atløgubryggju, verður kantur nú stoyptur, og síðan verður sandur lagdur, har bryggjan áður hevur verið. Bryggjukanturin er brotin burtur, og stoypt er fram við. Krabbasker, sum partvís hevur ligið undir í betongi í nógv ár, er nú frílagt aftur, og nólsoyingar ivast onga løtu í, at arbeiðið, sum nú verður gjørt, fer at fríðka munandi um umhvørvið á Malarenda. Kosta Del Malarendi í Nólsoy Kantur er nú stoyptur fram við bryggjuni á Malarenda, sum tíðarinnar tonn hevði oyðilagt Umhvørvið á Malarenda verður hugnaligt, nú brotni bryggjukanturin er tikin burtur, og nýggjur kantur er stoyptur. Eftir er nú at taka formarnar niður aftur og leggja sand út fyri Vilmund Jacobsen Byggifyritøkan Norð­ setur í Hvalvík hevur í løtuni trý støk sethús í gerð í høvuðs­staðar­ øki­num. Tey eini hús­ini verða bygd við Villing­ ar­dals­vegin í Havn. Hetta eru eini størri set­hús. Í Hjaltarók í Havn byggir Norðsetur eisini eini vanlig sethús og sama er í Traðargøtu á Argjum. Helgi Olsen, stjóri í Norðsetur, sig­ ur, at sethúsini við Vill­ing­ar­dalsvegin og í Hjaltarók eru liðug utt­an, og nú verður ar­beitt við el og hita. Við Norðskála byggir Norð­setur eisini ein handils­bygning, sum verð­ur millum 900 og 1000 fermetrar stórur. Byggir handils­ bygning við Norð­ skála Vilmund Jacobsen Lágættarvindurin og uppgangurin síðstu nátt hevur gjørt feigdina um seg á sparkivøllin í Nólsoy. Tá fólk hugdu fram við í morgun, var ikki ljóst, og tí sást heldur ikki so væl, hvussu vorðið er. Men, sum henda myndin vísir, sær ikki væl út. Graslíkið, sum hevur ligið á vøllinum, er helst meira ella minni alt farið, og brimið hevur eisini grivið nakað upp í undirlagnum. Úr Nólsoy verður sagt, at hetta er ikki fyrstu ferð, at uppgangur ger skaða á sparkivøllin, men nøkur ár hava verið ímillum, tíbetur. Hóast nógv grót er lagt sum verja í lága landinum eystan fyri, megnar verjugarðurin ikki at taka alt, tá slíkur uppgangur er. Nólsoyingar mugu enn einaferð ásanna, at tað er ikki bara sum at siga tað at byrgja upp fyri sterku náttúrukreftunum. Uppgangur oyðilagt fótbóltsvøllin Nólsoyingar mugu enn einaferð ásanna, at ikki er lætt at byrgja upp fyri náttúrukreftunum Tað var myrkt í morgun, tá henda myndin varð tikin í Nólsoy, men myndin sigur tó so mikið, at her sær ikki væl út við sparkivøllinum. Mynd: Evy T. Nielsen Í 2013 vórðu hildnir 11 bygdar­ráðs­ fund­ir í Vestmanna, og full uppmøting var til allar fundirnar, sigur Hagstovan Byggifyritøkan Búsetur hevur í løtuni einar 30 mans til arbeiðis í nýggju fimleikarhøllini og í ítróttarhøllini í Runavík, nú komið er til sluttspurtin við nýbyggingini