Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ungi sangarin, 13 ára gamli Beinir Troest Rasmussen, sum seinastu árini hevur ver­ið nógv á palli og sum gav út nýtt og vælumtókt jólalag í endanum av seinasta ári, fer í dag saman við familju síni av landinum. Tey flyta øll niður til Ali­ can­te í Spania at búgva í - fyri­bils - eitt hálvt ella eitt heilt ár. Alicante liggur nakað sunn­an fyri Valencia. Foreldrini eru Rannvá Troest og Kenneth Ras­mus­ sen. Hinir brøðurnir hjá Beiniri eru Rani, sum er 10 ár - og so Rókur sum er sjey. Beinir og Rani hava báðir spælt við bólkinum Óvita Blues Band, Kularótum og teir hava eisini verið nógv á palli saman, eins og Beinir eisini hevur roynt seg einsa­ mall­ur á palli. Gamal dreymur Kenneth Rasmussen sigur, at hetta er ein gamal dreymur, sum tey nú gera til veru­ leika - at vera burtur í øðr­um umhvørvi og øðrum menta­ num í eina tíð. Sjálvur arbeiðir Kenneth á boripalli, og enn hevur Rann­vá Troest ikki gjørt av, hvussu hon fer at brúka tíð­ ina í Spania. - Vit hava longu sent ljóð­ førini hjá Beiniri og Rana nið­ ur til Spania. Vit hava góðar stund­ir, og vit fara at koyra úr Hirtshals og suður til nýgg­ja bústaðin hjá okkum. Í løtuni dugir Kenneth Ras­mus­sen ikki at siga, hvussu nógv Beinir og Rani fara at hoyrast í Føroyum, nú øll familjan hevur valt at bú­leikast í Spania komandi mánað­ir­nar. Øll eru spent Kenneth sigur, at allir tríggir dreingirnir fara í spanskan skúla, og teir eru ógvuliga spent­ir og gleða seg saman við foreldrum sínum at roy­ na hesa uppliving í øðrum landi. - Jú, vit eru øll spent, og vit eru spent eftir at vita, hvussu hetta fer at rigga, sig­ ur Kenneth Rasmussen. Beinir og familjan flyta til Spania at búgva Í dag flyta Beinir Troest Rasmussen, báðir brøður hansara, Rani og Rókur, og bæði foreldrini av landinum - í fyribils eitt hálvt ella eitt heilt ár. Tey flyta niður til Spania at búgva - Vit hava longu sent ljóðførini hjá Beiniri og Rana niður til Spania, sigur Kenneth Rasmussen, sum í løtuni ikki dugir at siga, hvussu nógv Beinir og Rani fara at hoyrast í Føroyum, nú øll familjan hevur valt at búleikast í Spania komandi mánaðirnar Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey bara tað eina línuskiipið inn at landa í dag, men seinni í vikuni koma væntandi fleiri. Skipini fiska mest av tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av longu og brosmu. Eitt línuskip er farið á Flemish Kap. Tað er Váðasteinur. Annars fara tey línuskip, sum enn liggja inni, til fiskiskap aftur, tá veðrið batnar. Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður hampiligur í vikuni, men veðurútlitini eru einki serlig. Tí verður heldur ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar. - Møguliga verður nakað av útróðri miðskeiðis í vikuni, tí tá sær út til, at veðrið verður hampiligt. Bátarnir fáa mest sum bara tosk og hýsu. Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur smáligur, men onkur pør hava gjørt góðar túrar. Fríggjadagin lógu allir djúpvatnstrolararnir, og marknaðurin veit at siga, at nakrir fara at loysa, tá veðrið batnar. Allir teir smáu trolbátarnir lógu eisini við bryggju fríggjadagin, og teir fara eisini út aftur, tá veðrið batnar. Væntandi er, at teir fara at leggja seg eftir at fiska havtasku. - Í dag kemur eitt garnaskip inn at landa svartkalva. Tvey onnur garnaskip eru eisini á svartkalvaveiði og frysta veiðina umborð. veit Fiskamarknaður Føroya at siga. Vaða­ steinur á veg á Flemish Kap Vilmund Jacobsen Byggifyritøkan Búsetur og Vodafone hava í vetur gjørt ein sínámillum sáttmála um bygg­ing á einum grundøki í Havn, sum Búsetur eigur. Grundøkið liggur beint við vegamótið, sum førir út á Norðasta Horn. - Avtalan er, at vit skulu byggja ein bygning á hes­um grundøki, og so skal Voda­ fone leiga meginpartin av bygninginum til sítt virk­ semi. Hallur F. Hansen, arbeiðs­ for­mað­ur hjá Búsetur, sigur, at tá bygningurin er liðugur, flyt­ur skrivstovuvirksemið hjá Búsetur eisini út hagar. - Verkætlanin er púra klár, og í løtuni verður bara bíðað eftir byggiloyvi frá Tórs­havn­ar kommunu, sig­ ur Hallur F. Hansen. Bíða nú eftir byggiloyvi - Verkætlanin er púra klár, og nú verður bara bíðað eftir byggiloyvi, sigur Hallur F. Hansen Tað er her á økinum, at Búsetur fer at byggja - og Vodafone fer at leiga Tummas T, sum Varðin í Gøtu eigur, stendur í løtuni á bedingini hjá MEST í Havn Strandarlanda­ samráðingarnar um makrel, sum hava verið í London, verða nú uppaftur tiknar í Bergen í morgin, 28. januar.