mánadagur 27. januar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leif Hansen
Eitt uppískoyti
At savna, geva út og autorisera eina
sálmabók er stórarbeiði og eigur at
verða væl umhugsað og einans litið
fólki upp í hendur, sum hevur skil
fyri ymiskum tættum sálmasangi
viðvíkjandi. Slíkt arbeiði verður
ikki gjørt á hvørjum degi, og tí er
uppískoytið at rokna sum fyrsta
stig í arbeiðinum uppá at fáa til vega
eina nýggja føroyska sálmabók. Eitt
sálmabókaískoyti er nevniliga ikki
nøkur nýggj sálmabók, men skal
heldur fatast, sum nevndin eisini
tekur til í formælinum: “eitt íkast frá
okkara egnu tíð og ein ábending um,
hvussu sálmasangurin kann verða
endurnýggjaður.” Eitt uppískoyti
eigur ikki ikki at verða fevnt av
somu krøvum, sum vit seta til eina
autoriseraða sálmabók. Úrvalið
eigur at verða breiðari og heldur
liberalari enn í einari veruligari
sálmabók. Og tí skal hetta nýggja
uppískoyti eisini metast út frá hesi
treyt.
Sálmasangurin
Hetta at syngja saman hev¬ur í
øldir verið partur av felags¬lívi hjá
teimum, sum í Føroyum hava búð.
Við sínari sjálvsøgdu savnandi
og aktiverandi natúr, umframt at
verða íborin eina kensluborna og
hugburðsmyndandi kraft, er sálma
sangur berandi lutur í protestant
isku guðstænastuni. Sálmasangur
kann í innihaldi vera sera ymiskur,
men felagsnevnarin er, at her er
tað kirkjuliðið, sum kemur til orð
anna og verður aktiverað. Sálma
bøkurnar skula navigera í einum
sera ymiskt samansettum kirkju
liði og verður tí ofta eitt kompro
mis millum áhugabólkanar innan
kirkjuna. Avgjørt liggur tí onkur
sálmur í boðskapi ella kvaliteti á
pínumarkinum hjá onkran kirkju
gangara. Kravið til nýggjar sálma
bøkur eigur til eina og hvørja tíð
vera, sum danski sálmagranskarin
Henrik Glahn tekur til: “Fra mange
sider lyder samtidig ønsket – eller
kravet! – om fornyelse og aktuali
sering af salmernes poetiske og
musikalske udtryk, en fornyelse i
pagt med tiden.”
Sálmabókin frá 1990
Longu tá núverandi sálmabók
kom í nýtslu í 1990 var eyðsæð,
at hon í mangar mátar ikki talaði
til samtíðina, og at sálmabóka
nevndin handan bókina var nóg so
konservativ í sínari redaktión av
bókini. Børnini og tey ungu vóru
nærum gloymd og eyðsæð var at
t.d. árstíðssálmanir, brúdleypssálm
arnir og føstusálmanir ikki nøktaðu
tann tørv, sum kirkjuliðið hevði á
slíkum sálmum. Føroyskt er ikki
gamalt sálma-mál, og tí avspeglar
føroysk sálmayrking í sera stóran
mun danska traditión. Danskur
sálmaskaldskapur hevur eyðvitað
myndað sálmasang í Føroyum í 400
ár, og tí var tað natúrligt, at tað er
tann danska tratitiónin, sum eisini
mann teljast millum heimsins bestu,
sum føroyskir sálmayrkjarar funnu
sítt kjølfesti í. Bróðurparturin av
sálmunum í sálmabókunum frá
1960 og 1990 eru tí sostatt týðingar
úr donskum.
Sálmaúrval
Ein málsetningur, sum nevndin
handan uppískoytið ivaleyst hev
ur sett sær er, at fáa teir sálmar
til vega, ið sjálvsagt áttu at verið í
sálmabókini frá 1990. Uppískoytið
kann tí í stóran mun fatast sum
eina roynd at dagføra sálmasangin
so, at hann í minsta lagið er á ein
um norðurlendskum 1990- støði.
Sjálvur havi eg ofta undrast yvir,
hvussu tað í sálmabók okkara
bar til at umganga fleiri danskar
kjarnusálmar hjá eitt nú Grundtvig
m.a. “Tag det sorte kors fra graven”,
“Giv mig Gud en salmetunge” og
“Du, som går fra den levende Gud”.
Hesir og fleiri aðrir kendir danskir
sálmar fyriliggja nú á føroyskum og
í høvuðsheitum í góðum týðingum.
Nýggjari donsk traditión, sum í
1980’inum og 1990’inum varð intro
duserað í uppískoytum og endiliga
kom í Den Danske Salmebog í
2002, er eisini at finna í bókini.
Nevnast kunna “Du, som gir os liv
og gør os glade” og “Du som har
tændt milioner af stjerner”. Norski
sálmayrkjarin
Svein
Ellingsen,
hvørts sálmar eru blivnir kjarnu
sálmar bæði í heimlandinum, Ís
landi, Svøríki og Danmark, er við
sínum átta sálmum á veg inn í
føroyskan sálmasang. Sera væl
umtókti dópssálmurin “Fyldt av
glæde over livets under”, verður
í týðingini hjá Hera Tróndheim
ivaleyst framyvir fastur sálmur,
tá dópur er. Týðingar eru eisini
bulurin í bókini. Av teimum gott
150 sálmunum eru bara gott 40
uppruna føroyskir. Av føroyskum
yrkjarum kunna nevnast Sólrun
Michelsen sum eigur s
jey sálmar, P.J. Sigvardsen fýra og
Martin Joensen tríggjar. Millum
hesar
gott
40
upprunasálmar
eru heilt víst nakrir, sum kirkju
liðini fara at taka til sín. Nýggi
morgunsálmurin “Nú morgunsólin
fevnir fjøll” hjá Sólrún Michelsen,
hevur við sínum svenska summar
sálmadámi heilt víst potentiale
til at gerast eitt sálmahitt, kanska
serliga um hann verður sungin til
okkurt av svensku løgunum, sum
passa og hóska til.
Sálmaløg
Flestu sálmarnir fylgja kendum
versfótum og kunna tí syngjast til
kend løg. Verður blaðað ígjøgnum
bókina so sæst eisini, at tað í
stóran mun verður víst til gomul
og kend løg. Serliga beit eg merki
í, at í seks av sjey sálmum hjá
Sólrun Michelsen verður víst til
gomul sálmaløg. Ein sjálvsagdur
partur av einari endurnýggjan av
sálmasanginum eigur at verða,
at nýggj løg verða innsungin. At
einans áleið 15 føroysk upprunaløg
eru við í bókini er at undrast á. Eg
skilji púrt einki av, at eitt nú Knút
Olsen einans hevur tvey løg við
í bókini. Serliga havandi í huga,
at hann í 2012 lat úr hondum eitt
savn við 65 sálmaløgum. Knút
hevur t.d. nýtt lag til týðingina
hjá P.J. Sigvardsen av íslendska
“Slá þu hjartans hørpustrengi”
í áðurnevnda lagsavni. Í Uppí
skoytinum verður ístaðin víst til
“Jesus, tíni sár og pína” Genéve 1551.
Nýtt í føroyskum sálmabókaút
gávum er, at nótar eru skrivaði til
løgini. Hetta eru nógv uttan iva glað
fyri. Tó harmist eg um, at hvørki
becifring ella tekstur er settur við
nótanar. Hetta er heilt einfalt ikki
nóg gott, og eigur at verða fingið í
rætt lag um nýtt upplag skal prent
ast.
Til børnini og tey ungu
Knappir 40 sálmar og sangir eru
ætlaðir børnunum og teimum
ungu. Verður sæð burtur frá frálík
um sálmum sum “Máni og sól”, jóla
sangunum og øðrum einstøkum
sangum, so tykist ambitiónsstøðið
hjá nevndini at verða út av lagi
lágt, tá um henda týðandi tátt í
sálmasanginum viðvíkur. Kendir
og ofta hjálparleysir sunnudags
skúlasangir mynda í alt ov stóran
mun barnatilfarið. Slíkir sangir
kunna sjálvandi brúkast til sunnu
dagsskúlaarbeiði, men hoyra ikki
heima í einari guðstænastu. Krøv
um poetiskan kvalitet eigur eisini
at verða sett til barnasálmar og
-sangir.
Avspeglar
Uppískoytið
tað føroyska andaliga
sangtilfarið fyri børn,
so liggur eitt arbeiði fyri
framman og bíðar eftir
dugnaligum
yrkjarum
og sangskrivarum.
Lítil endurnýggjan
Eg loyvi mær at ivast í,
hvørt
málsetningurin
hjá nevndini at geva
eina ábending um, hvussu
føroyskur sálmasangur kann
verða endurnýggjaður, ber á mál við
hesum uppískoytinum. Tann endur
nýggjan, sum er at hóma, er ein end
urnýggjan, sum kemur til okkum
uttanífrá. Ein endurnýggjan, sum
t.d. í Danmark byrjaði fyri 30 árum
síðani. At endurnýggja sálmasangin
hava føroyingar ongantíð sjálvir
roynt, og tí skula vit ikki vænta at
sálmayrking, lagasmíð og sálma
sangur við eitt skal fara nýggjar
leiðir. At eitt so fáment land sum
okkara hevur fyri neyðini at
hyggja út um landoddanar eftir
sálmaskaldskapi er heldur eingin
ólukka. Dygdarsálmar verða sum
kunnugt týddir til nógv ymisk mál,
og hevur tað eisini verið siðvenja
heilt frá Luther’sa døgum. Tó er av
størsta týdningi, at leitað verður við
ljós og lykt, so vit ikki koma út fyri,
at onkur føroyskur dygdarsálmur
liggur eftir, og at tað, sum verður
útgivið, bara er næstbest. Hetta
seinna er at hóma í uppískoytinum.
Kirkjunnar myndugleiki eiga at
miða fram móti, at føroyingar fáa
eina nýggja føroyska sálmabók í
2020. Við Uppískoytinum er hendan
tilgongdin byrjað. Men Uppískoytið
vísir okkum eisini á, at nógv arbeiði
er eftir at gera, áðrenn tað fer at
bera til hjá bispi at autorisera eina
nýggja sálmabók.
ummæli
Eitt uppískoyti, men lítil endurnýggjan
Sigast kann, at tað er stórhending, tá nýggj sálmabók, ella sum í hesum førinum, Sálmabókauppískoyti
verður givið út. Í formælinum sigur nevndin um verkætlanina, at uppískoytið einans er eitt “ávegis
verk”, sum kan geva eina ábending um, hvussu sálmasongurin í Føroyum verður endurnýggjaður.