hósdagur 3. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 103 - 3. juni 2004
Nr. 103 - 3. juni 2004
7
Verkhúsið við virkis-
tilboðum til fólk við
breki, sum Sørvágs
Kommuna hevur
bygt, er latið Serfor-
sorgini, og brúkar-
arnir kunnu nú fara
til arbeiðis
VIRKISTILBOÐ
Edvard Joensen
Sørvági: Enn eitt verkhús
við virkistilboði til fólk við
ymsum breki er latið upp.
Sørvágs Kommuna hevur
latið húsini gera, og Serfor-
sorgin leigar so frá komm-
ununi. Umframt dagtilboð
eru eisini fimm pláss til
umlætting í húsinum. Hetta
húsið er tað sjeynda av
slíkum slagi, sum Serfor-
sorgin nú hevur.
Týsdagin var samkoma í
nýggjum snotiligu hølun-
um í Sørvági. Talan er um
eini eldri hús, sum eru
umbygd og í ávísan mun
eisini nýgjørd fyri umleið
fýra milliónir krónur, sigur
Eivin Jacobsen, borgar-
stjóri í Sørvágs Kommunu.
Eivin Jacobsen, borgar-
stjóri, greiddi frá gongdini í
málinum, frá byrjan til nú,
hesi snotulgu hølini standa
klár i Sørvági.
Líknandi tilboð hevur
síðan 1999 verið í Sørvági.
Talan er um eitt tilboð, sum
verið hevur í skúlanum,
men sum nú mátti flytast, tí
skúlin sjálvur hevur brúk
fyri teimum hølunum, sum
har eru.
Tað var táverandi bygdar-
ráðsformaðuriní Sørvagi,
Petur Kruse, sum fekk hug-
skotið, og var drívmegina
aftan fyri, at tað varð gjørt
til veruleika, segði Eivin
Jacobsen. Hann setti sær
fyri, at fáast skuldi ein
virðilig loysn á hesum
málinum, og tað málið,
sum tá varð sett, er nú nátt.
Eivin Jacobsen handaði
síðan Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni
í
al-
manna- og heilsumálum,
lykilin til húsið.
Hans Pauli Støm, lands-
stýrismaður, takkaði Sør-
vágs Kommunu fyri ak-
tivan og ábyrgdarfullan
leiklut í heusm málinum.
Hann fegnaðist um til-
boðið, sum bøtir um tøvin
og hjálpir upp á manglar,
sum hann tók til. Eisini var
hann hugtikin av tí, fingið
er burtur úr hesum hugna-
ligu húsunum.
Men hann ætlaði sær ikki
at hava lykilin leingi, segði
hann og lat hann víðari til
Bjarna Clementsen, leiðara
á Serstovnadeildini.
Bjarni Clementsen fegn-
aðist eisini um úrslitið.
Eisini hann takkaði Sør-
vágs Kommunu fyri at hava
tikið hetta stigið og fullført
tað.
Hann segði, at hesi fimm
árini, síðan byrjað varð í
Sørvágs Skúla, hevði dúg-
liga verið leitað eftir hósk-
andi hølum at vera í. Men
einki var funnið, sum kundi
metast nøktandi. Hann helt
ikki, at tað var nakar í Vág-
um, sum kendi so nógvar
kjallarar og so nógv neyst
sum hann.
Hann vísti á, at talan er
um tilboð til alla oynna og
væntaði, at nú umstøðurnar
eru so góðar, fara fleiri at
gera brúk av tilboðunum
enn higartil, tá talan hevur
verið um hálvdagstilboð í
skúlanum.
Eisini vísti hann á, at eitt
av rúmunum er innrættað
soleiðis, at tað kann nýtast
til handil ella café, har til
ber at selja tað, sum gjørt
verður á verkstaðnum ði
húsinum.
Eisini Bjarni Clementsen
vildi sleppa skjótt av við
lykilin og lat hann víðari til
Súsan Tavsen, leiðara í
húsinum.
Nýtt verkhús
í Sørvági
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur flutt
deild sína í Vágum úr
Miðvági til Sandavágs
TRYGGING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági: Virksemi er nú
aftur í bygninginum, sum
Føroya Sparikassi átti og
helt til í í Sandavági.
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur keypt hann og er flutt
inn við deildini í Vágum.
Trý fólk starvast á deildini.
Fríggjadagin fyri hvítu-
sunnu var samkoma í
nýggju tryggingarhølunum
í Sandavági.
Mortan Poulsen, stjóri á
Tryggingarfelagnum Før-
oyum, helt røðu, har hann
greiddi frá, at felagið eina
tíð hevði leitað eftir betri
egnaðum hølum enn teim-
um, felagið hevur hildið til
í í Miðvági.
Funnið varð fram til hesi
hølini í Sandavági, sum
Føroya
Sparikassi
átti.
Gjørt varð av at keypa
húsini og flyta skrivstovuna
úr Miðvági til Sandavágs.
– Tryggingarfelagið hev-
ur nú funnið høli, sum eru
væl egnað til endamálið,
segði Mortan Poulsen, og
vísti á, at hetta var grundin
til, at flutt varð júst til
Sandavágs.
– Tað kundi tað sama
verið hvar sum helst aðra-
staðni í oynni, segði hann.
Í samband við, at trygg-
ingin hevur latið upp í
egnum hølum, varð eisini
gjørt av at lata eina gávu til
eitthvørt endamál, ið hevði
við oynna alla at gera.
Gjørt varð av, at lata
Vága Dansifelag eina pen-
ingagávu, sum brúkast skal
í samband við umvæling av
felagshúsunum hjá Dansi-
felagnum, Beitishúsunum í
Miðvági.
Formaðurin
í
Vága
Dansifelag tók móti gáv-
uni, sum var ein kekkur
áljóðandi 20.000,- krónur,
og segði í takkarrøðu síni,
at peningurin fór at verða
nýttur til at leggja nýtt tak á
húsini.
Eisini til børnini var okk-
urt hendan dagin, trygg-
ingin flutti til Sandavágs.
Á økinum uttan fyri
bygningin var undirhald
við klovnum og búktalar-
um, sum børnini í dagstov-
nunum í Vágum stuttleik-
aðu sær óført saman við.
Eisini fingu tey ballónir og
okkurt
drekkandi
sum
minni um hesa vitjan í
Sandavági.
Trygging í nýggjum hølum
Børnini úr dagstvnunum í
Vágum fingu ballónir fáa
Trygingarfelagnum, tá tey
komu at heilsa upp á klovnar
og búktalarar í Sandavági
fríggjadagin fyr hvítusunnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Rannvá og Rúna vóru sjálvsagt millum tey mongu, sum komin vóru til móttøkuna í Sørvági
týsdagin
Mynd: Edvard Joensen
Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini, hevur júst
handað Súsan Tavsen, leiðara í verkhúsinum i Sørvági, lykilin
Mynd: Edvard Joensen
Hans Pauli Strøm, landstýrismaður, lurtar eftir, hvat borgarstjórin í Sørvági hevur at fortelja
Mynd: Edvard Joensen
Løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, sigur, at
samstarvið millum
oyggjasamfeløgini
fyri sunnan, Hetland,
Orknoyggjar og Suð-
uroyggjar, kann geva
føroyingum størri
ávirkan í ES, tá laksa-
útflutningur verður
umrøddur í Brússel
SAMSTARV FYRI
SUNNAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Hesar oyggjarnar hava
havt somu trupulleikar í ali-
vinnuni við ILA, sum vit
hava í dag. Vit kunnu ogna
okkum virðismikla vitan
um, hvussu vit koma trup-
ulleikunum í alivinnuni til
lívs við einum mennandi
samstarvi við hesar oyggj-
ar, sigur løgmaður Jóannes
Eidesgaard.
Alivinnan er eitt av sam-
starvsøkjunum, ið politisku
leiðararnir úr Hetlandi,
Suðuroyggjum, Orknoyggj-
um og Føroyum hava avrátt
at samstarva um. Síðan
sunnudagin hava teir tríggir
politisku
leiðararnir
í
oyggjasamfeløgunum fyri
sunnan
vitjað
Føroyar.
Partarnir hava undirskrivað
eina felagslýsing um, at
bondini millum oyggjasam-
feløgini skulu styrkast.
Teir fýra leiðararnir fyri
oyggjasamfeløgini hava av-
rátt, at samstarvast skal um
økini, fiskatilfeingi og um-
siting, havbúnaður, oljuleit-
ing og framleiðsla, undir-
støðukervi, mentan og ítrótt
og varandi orku.
Ávirka ES
Á tíðindafundið seinnapart-
in týsdagin greiddi løgmað-
ur frá, at eitt samstarv við
oyggjasamfeløgini
fyri
sunnan kann hjálpa føroy-
ingum at fáa størri ávirkan í
ES, tá laksaútflutningur
verður umrøddur í Brússel.
Øll trý oyggjasamfeløg-
ini fyri sunnan eru limir í
E v r o p a s a m v e l d i n u m
ígjøgnum Stóra Bretland.
Undirstøðukervið
Sandy Cluness úr Hetlandi,
Alex Macdonald úr Suður-
oyggjum og Stephan Hagan
greiddu frá, at teir síggja
stórar samstarvsmøguleikar
innan flutning.
Allir triggir róstu før-
oyska undirstøðukervinum,
har Norrøna fleiri ferðir
varð havd á lofti sum ein
frálíkur
møguleiki
fyri
flutningi millum londini.
Ráðformaðurin í Orkn-
oyggjum sýndi eisini stóran
áhuga í undirsjóartunnlin-
um í Vágum, og segði seg
vilja kanna tunnilsverkætl-
anirnar í Føroyum gjøllari.
Hittast komandi ár
Umboðini fyri Hetland,
Suðuroyggjar, Orknoyggjar
og Føroyar hava avrátt at
hittast aftur komandi ár til
at halda á við at menna
samstarvið millum oyggja-
samfeløgini.
Løgmaður, Jóannes Eid-
esgaard segði á tíðinda-
fundinum, at samgongan
raðfesti samstarvið millum
oyggjasamfeløgini høgt, og
samgongan fór at streingja
á fyri at styrka enn meir um
samstarvið.
Fundurin komandi ár
verður hildin á Suður-
oyggjum.
Samstarvið styrkast
Politiskur leiðararnir úr Het-
landi, Suðuroyggum, Føroy-
um og Orknoyggjum ynskja
at menna samstarvið millum
oyggjasamfeløgini
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroya Tele sendir 30 fólk til hús
Versnandi útlit og
fallandi inntøkur er
orsøkin til, at leiðslan
í Føroya Tele hevur
gjørt av at senda 30
fólk til hús. Andras
Róin kann ikki við
vissu siga, um fleiri
fólk verða send heim.
30 FÓLK TIL HÚS
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tann barski búskaparligi
veruleikin er við at seta síni
spor í føroyska samfelagið.
Í januar mánaði í ár vórðu
sekstan fólk uppsøgd á Før-
oya Sparikassa, og nú
stendur ein onnur stór fyri-
tøka fyri tørni.
Føroya Tele sendi miku-
morgunin tíðindaskriv um,
at 30 fólk eru send til hús.
Grundgevingin er, at út-
litini ikki eru eins góð og
áður fyri kjarnuvinnurnar
hjá Føroya Tele. Stjórin í
Føroya Tele, Andras Róin,
sigur, at bæði inntøkurnar
av privatum og vinnuligum
kundum er nógv lækkað.
Leiðslan á stovninum
heldur tað er neyðugt at
taka avleiðingarnar av hes-
um í tøkum tíma.
Mist 20 %
Andras Róin greiðir frá, at
Føroya Tele hevur mist
20% av samlaða føroyska
marknaðinum. Økta kapp-
ingin á fjarðskiftismarkn-
aðinum og versnandi bú-
skaparútlitini er høvuðs-
orsøkin.
– Vit kenna okkum noydd
at fremja hesar tillagingar.
Starvsfólkini bera góðan
helmingin
av
samlaða
rakstrarútreiðslunum hjá
Føroya Tele, og tí hava vit
valt at spara á starvsfólka-
økinum. Vit síggja eisini
stórar møguleikar við
nýggja húsinum fyri effekt-
iviseringum og rationalis-
eringum á stovninum, og
hesin partur er eisini við í
avgerðini, sigur Andras
Róin.
Stjórin á Føroya Tele for-
telur, at skerjingin í starvs-
fólkatalinum rakar breitt.
Talan er bæði um starvsfólk
í miðstaðarøkinum og uttan
fyri miðstaðarøkið.
– Uppsøgdu fólkini er
bæði høg og lá. Talan er
bæði um limir í starvs-
mannafelagnum og arbeið-
arafeløgunum,
eins
og
akademikarar, sigur Andras
Róin.
Í dag arbeiða góð 260
fólk á Føroya Tele, og upp-
sagnirnar hava við sær, at
starvsfólkatalið á stovnin-
um lækkar við góðum 10%
í næstum
47 mió. kr í avlopi
Føroya Tele hevði eitt rakst-
aravlop á 47 mió. krónur í
fjør. Leiðslan hevur kortini
avgjørt at siga 30 fólk úr
starvi longu í juni 2004.
Hvussu
hongur
tað
saman?
Tølini fyri fyrsta árs-
fjórðing í ár vísa eina stóra
afturgongd sammett við
somu mánaðir í fjør. Inn-
tøkurnar eru lækkaðar við
eini helvt, og fyri at fyri-
byrgja, at støðan gerst
verri, hava vit tikið hetta
stigið. Hetta er sjálvssagt
ómetaliga harmiligt, greiðir
Andras Róin frá.
Hann leggur afturat, at
skerjingin í starvsfólkatal-
inum fær ikki veruliga
ávirkan fyrr enn í 2005, tí
flestu starvsfólkini hava
eina uppsagnarfreist á eitt
hálvt ár.
Óvist
Spurdur, um fleiri starvs-
fólk á Føroya Tele kunna
vænta at fáa eina uppsøgn
við
postinum
komandi
mánaðirnar, svarar Andras
Róin, at tað er ógvuliga ilt
at meta um.
– Vit vita ikki hvussu
búskaparstøðan kemur at
verða. Heldur verandi støða
fram, kunnu vit ikki lova, at
fleiri fólk ikki verða send
heim, tí vit eru noyddir til
at gera tær tillagingar, ið
einaferð eru neyðugar. Men
sum sagt, alt er rættiliga
óvist, fortelur Andras Róin.
Føroya Tele ætlar at veita
uppsøgdu starvsfólkunum
hjálp. Leiðslan á stovnun-
um fer seta í samband við
fakfeløgini, og kanna møg-
uleikarnar fyri skeiðum og
víðari- og eftirútbúgving til
uppsøgdu starvsfólkini.
– Uppsøgdu fólkini er bæði
høg og lá. Talan er bæði um
limir í starvsmannafelagnum
og arbeiðarafeløgunum, eins
og akademikarar, sigur
Andras Róin
C
M
Y
K
7
6