týsdagur 28. januar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Hann er maðurin, sum stend
ur aftanfyri kendar sang
skattir so sum Hví, Tvær
fjarðar, Hvønn ein mánadag,
og hevur framført eitt nú Eitt
sunnukvøld í plantasjuni og
Rasmus óteljandi ferðir.
Simme A. Jacobsen hevur
í meir enn 50 ár verið virkin
í tónleikin. Ein stórur partur
av sangunum, sum hann
var við til at gera og eisini
framførdi, eru enn tann dag
í dag fastur partur av sang
heftunum, sum verða brúkt
í veitslum.
– Tá vit gjørdu hesar sang
irnar, sum enn verða sungnir,
vistu vit, at fólkunum fóru
at dáma teir. Tað var eitt for
nemmilsi, vit høvdu. Føroy
ingum dámar væl at syngja,
so skalt tú gera ein sang, sum
fólk taka til sín, skal tað vera
okkurt sangbært, sum øll
kunnu syngja við til, sigur
Simme, sum er 81 ára gamal
og býr í vestubýnum í Havn
saman við konuni Connie.
Hóskvøldið skipar sang
kórið Glymur fyri stórari
heiðurskonsert, har sangirnir
hjá Simma eru í hásæti.
Snýkti seg at
klaverinum
Simma hevur dámað tónleik
alt tað, hann minnist og
longu tíðliga í barnaárunum
fangaði tónleikurin unga
havnadrongin.
– Tað stóð eitt klaver
heima hjá ommu og abba
mínum. Tað var eitt gamalt
klaver, sum eingin slapp at
nema við. Klaverið var trekt
og ófantaligt, men eg minn
ist, at ein mostir mín plagdi
at brúka tað. Tá eingin varn
aðist, plagdi eg at snýkja
meg fram at klaverinum og
royndi at spæla okkurt, for
telur Simme.
Sum 10 ára gamal fingu
tey fyrsta klaverið heima í
húsunum á Tinghúsvegnum,
har Simme búði saman við
foreldrum
og
systkjum.
Hetta var undir krígnum, og
tað vóru ikki nógv ljóðføri at
finna í Føroyum tá.
– Eg fekk klaverið frá for
eldrunum. Eg minnist væl,
at nakrir eingilsmenn, sum
vóru her tá, høvdu frætt, at
vit høvdu eitt klaver heima
hjá okkum, og tveir teirra
spurdu so, um teir kundu
koma heim til okkum fast
einaferð um vikuna at venja
klaver. Tað gjørdu teir so, og
vitjaðu ein dag um vikuna
tó ongantíð sama tíðspunkt,
har teir so spældu á klaverið,
eg átti, greiðir Simme frá.
Tað var tó ikki bara kla
verið, sum hevði hansara
tokka. Sum 12 ára gamal byrj
aði hann at spæla gittar.
– Eg plagdi at vera í Vest
manna og vitja mostur mína
har. Tá fór eg eisini onkrar
túrar á barnaheimið, sum
var har, tí har var ein gittari,
sum Nikolina Højgaard, leið
arin á barnaheiminum, hevði
arvað. Eg klimpraði upp á
henda gittarin, og tað endaði
við, at eg fekk hann til gávis,
fortelur Simme, sum ikki
hevði nótar ella annað at
spæla eftir, men royndi seg
bara fram sum frægast við
gittarinum.
Dansur í Tórshøll
Øll barna- og ungdómsárini
fylti tónleikurin nógv í lív
inum hjá Simma. Í 1954 byrj
aði hann saman við einum
bólki av tónleikarum at
spæla til dans í Tórshøll.
– Vit vóru nakrir, sum
tóku okkum saman at manna
ein bólk. Fyrst spældu vit á
eini vestanstevnu, og síðani
byrjaðu vit at spæla fast
hvørt mikukvøld í Tórshøll.
Vit høvdu blásiinstrument,
ein gittar og ein kontrabass
við bara tveimum streingjum
og so eitt gamalt klaver, for
telur Simme og ristir á høvd
inum, tá hann minnist aftur
á, hvussu einfaldar umstøð
urnar vóru tá.
– Eg mátti spæla á hetta
gamla klaverið, tí har var
eingin annar, sum spældi
klaver tá. Teir, sum høvdu
spælt, vóru allir givnir, sigur
Simme. Í eina tíð spældu teir
fast hvørt mikukvøld. Tað var
kvøldið, tá arbeiðskonurnar
høvdu frí. Sunnukvøld var
dansur í Sjónleikarhúsinum,
og tá høvdu øll onnur frí
eisini.
– Vit fingu 40 krónur til
samans fyri at spæla í Tórs
høll. Einaferð gjørdu vit vrøvl
og søgdu, at vit vildu hava
dupulta løn. Tað fingu vit ikki,
og tá fóru vit bara í kjallaran
hjá Magnus Bærentsen, har
vit spældu nøkur mikukvøld.
Har kom bara alt ov nógv
fólk, so tað var ikki leingi, so
vóru vit aftur í Tórshøll, har
vit hesaferð leigaðu okkum
inn. Tá gjørdu vit eisini eitt
felag, har fólk skuldu tekna
seg sum lim fyri at sleppa
inn í dans. Tað koyrdi í eitt
ár ella so, tí tá kom fútin eftir
okkum, av tí at øll sluppu í
roynd og veru inn, og av tí tað
var eitt felag, skuldu vit ikki
betala skatt av inntøkunum.
So fútin segði, at antin skuldu
vit steðga alt fyri eitt, ella eis
ini máttu vit rinda skatt av
øllum inntøkunum tað árið,
minnist Simme.
Jazzur og tango
Umstøðurnar at spæla til
dans vóru á ongan hátt eins
góðar, og tær eru í dag, vísir
Simme á.
– Vit høvdu ongar mikro
fonir, so vit máttu bara spæla
sum frægast. Sjálvur var eg
noyddur at spæla rættiliga
hart fyri at hoyrast millum
bláisinstrumentini,
sigur
Simme og flennir.
Tónleikurin,
sum
teir
spældu, var fyrst og fremst
jazzur, sum var í hæddini tá
seinast í 50unum. Norska
útvarpið var nógv at hoyra
í Føroyum um tað mundið,
og tískil spældu Simme og
bólkurin
nógvar
norskar
sangir og annars tað, tey
vóru uppvaksin við.
– Tango mátti eisini vera
við, tá vit spældu í Tórshøll.
Tað var umráðandi, at ljósið
bleiv dempað, tá tangotónar
blivu spældir, tí tað var tá,
at fólkini skuldu dansa tætt,
fortelur Simme.
Í 1956 fingu Simme og
nøkur vinfók loyvi at leiga
seg inn í einu hús omanfyri
Tinghúsvegin,
har
sløjd
verkstaðurin hjá Kommunu
skúlanum var. Har plagdu
tey øll at hittast nakrar ferðir
um vikuna, har tey sungu og
spældu. Ein tíð, sum Simme
minnist serstakliga væl.
– Tað melur altíð okkurt lag í høvdinum. Er lagið nóg gott, skundi eg mær at skriva tað niður og geri síðani tekst
til. Soleiðis havi eg altíð gjørt, sigur 81 ára gamli tónleikarin Simme A. Jacobsen. Hóskvøldið verður skipað fyri
stórfingnari heiðurskonsert fyri manninum, sum hevur ríkað føroyska tónleikaheimin í meir enn hálva øld
Havi altíð okkurt
lag í høvdinum
...framhald á síðu 10
Mynd: Álvur Haraldsen