Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Tað var har, eg hitti konu mína, Connie, sum var systur Birna Dam, sum eg gjørdi nógvan tónleik saman við. Eg og Connie blivu gift í 1957. Tónleikin hava vit altíð havt í felag, og tíðin, tá vit plagdu at upptraðka saman, var ein ótrúliga stuttlig og festilig tíð, sigur Simme. Gjørdu grammofonplátu Tað var ikki fyrr enn umleið 1957, at Simme fór undir at gera sína egnu sangir, og í fleiri førum samstarvaðu hann og Birni um sangirnar, ið blivu gjørdir. – Í roynd og veru var tað í 1948, tá eg sum 16 ára gamalur flutti út á Landavegin sam­an við familjuni, at eg so smátt fór undir at gera egin løg og tekstir. Klaverið frá Ting­hús­ vegnum kom sjálvandi við út á Landavegin, greiðir Simme frá og heldur fram: – Tá útvarpið kom í 1957, fóru vit av álvara undir at fram­leiða egið tilfarð, tí tá skuldu vit gera nakrar út­ varps­sendingar, sigur Simme. Sangirnir, sum teir gjørdu, blivu væl umtóktir alt fyri eitt. – Birni hevði tá siglt sum telegrafistur og kom aftur við fremmandum rútmum, sum vit tóku til okkara. Fólk­ um tóktust at dáma tað, vit gjørdu, og tað var ein spenn­ andi tíð, sigur Simme og vís­ir á, at tað var eisini um hetta mundið, at Simme og bólk­ urin vóru biðin um at gera eina grammofonplátu. – Hansemann Tórgarð bøn­aði og bað meg um, at vit skuldu spæla sangir inn á eina grammofonplátu. Tað endaði við, at eg segði okey, lat okkum royna okkurt, og vit tóku so upp í hølunum hjá Losjuni. Har bleiv plátan Eitt sunnukvøld í plantasjuni til, fortelur Simme og heldur fram: – Tað tók ikki langa tíð at gera ta plátuna, tí vit tendr­ aðu ein bandupptakara, og so spældu vit allir í senn. Vit funnu útav, at mikrofonin, sum var ein lítil krystall mikro­fon, stóð best ytst á borð­kantinum, og so stillaðu vit okkum sum frægast rund­ an um borðið og spældu, sig­ ur Simme. Grammofonplátan bleiv væl dámd. – Fólk tóku væl ímóti, kanska serliga tí, at har var einki slíkt føroyskt tilfarð framman­ undan, so tey vóru ógvuliga glað. Eg haldi meg tora at siga, at tað plátan varð ein success, sigur Simme. Handilsmaður Umframt kendu sangirnar, so seta flest fólk ivaleyst eis­ini Simma í samband við tón­leika­handilin, Simme Musikkhús. Tað var í 1957 at Simme í smáum byrjaði at handla við ljóførum. – Eg og Connie vóru júst blivin gift, og okkurt máttu vit hava at liva av. Tá var ikki heilt lætt at fáa arbeiði, so eg byrjaði at undirvísa í tón­ leiki. Nógv vildu læra, men fá dugdu nakað framman­ undan, fortelur Simme, sum undir­vísti í klaveri, gittar, trummu og harmoniku. Ser­liga var tað væl umtókt at ganga til gittarspæl hjá Simma. – Tey spurdu meg, um eg kundi bíleggja teimum gittar, og tað gjørdi eg so. Vit búðu tá í kjallaranum hjá teimum gomlu á Landavegnum, og eg minnist, at húsið var fult gittarum, sum vóru stáplaðir inn í stovuna og kømurini, sigur Simme og flennir. Í juli 1959 fekk hann høli, har Smyrjubreyðsbúðin held­ur til í dag. Har hevði hann sítt virksemið fram til 1979, tá handilin flutti niðan í SMS, sum tá bert hevði tvey ár á baki. – Men at leiga har var dýrt og strævið, og harafturat hevði eg einki lagurpláss, og í 1982 valdi eg so at fara úr SMS og niðan á Háls í eini høli har. Tá fór eg so eisini undir at selja sjónvarp og radio, fortelur Simme. Handilin á Hálsi merkti í stóran mun til kreppuna, sum byrjaði seinast í 80'árunum, og tá fór alt handils­virksemið hjá Simma fyri skeyti. Hann valdi tó at byrja aftur í Ægirshædd, og flutti í 1993 oman í miðbýin í Handils­kjarnan at halda til við handlinum. – Tvey ár seinni fór eg so inn í bókasavnsbygningin, og har var eg við handlinum líka til 2004, tá eg valdi at selja hann til Petur Magnus Bjarnastein, sum hevði ar­ beitt hjá mær, sigur Simme. Síðani lívið sum handil­ maður endaði, hevur Simme tó ikki sitið hendur í favn. Hann hevur allatíðina verið virkin við tónleikinum og er tað framvegis, hóast aldurin og heilsan hava sína ávirkan. Í august mánaði fekk Simme tveir blóðtøppar, sum millum annað hava ført til, at minnið er farið nakað og eisini er hoyrnin minkað. Men tað forar honum ikki í at gera tón­leik. – Eg geri eitt sindur av og á, men eg tími ikki, um tað ikki er nakað ordiligt. Lagið skal vera heilt gott, áðrenn eg tími at gera ein tekst til, sigur Simme, sum gleðir seg til hós­kvøldið, tá heiðurstiltak verður fyri honum í Norður­ landahúsinum. – Eg eri rættiliga spentur, hóast eg ikki ordiliga veit, júst hvat tað er, sum fer at henda. Men man ikki tað verð­ur fínar greiðir, sigur einn lítil­látin Simmi og smílist. – Tónleikin hava vit altíð havt í felag, og tíðin, tá vit plagdu at upptraðka saman, var ein ótrúliga stuttlig og festilig tíð, sigur Simme, her saman við konuni, Connie Myndir: Álvur Haraldsen Eg geri eitt sindur við tónleik av og á, men eg tími ikki, um tað ikki er nakað ordiligt. Lagið skal vera heilt gott, áðrenn eg tími at gera ein tekst til