hósdagur 3. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 103 - 3. juni 2004
Nr. 103 - 3. juni 2004
9
- Lívið er ikki nakað,
sum hendur millum 8
og 16. Tí má prestur
vera prestur alt døgn-
ið, og markið millum
arbeiðið og frítíð er
oftast hárfínt. Í
grundini er hetta
starvið kanska líka
nógv ein lívsstílur,
sum eitt arbeiðið,
sigur 29 ára gamla
Marjun Lómaklett,
sum dagliga starvast
sum prestur í Dan-
mark. Hóast Marjun í
løtuni er heima í
burðarfarloyvi, fingu
fólk kortini høvi at
hoyra hana prædika í
Christianskirkjuni 1.
hvítusunnudag
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
– Ongin av okkum kann
vita, hvussu okkara lív
hevði lagað seg, um vit
vórðu fødd og uppvaksin
undir øðrum umstøðum
enn teimum, vit kenna.
Men eg veit, at mín byrjan í
lívinum var døpur. Høvdu
míni foreldur ikki ættleitt
meg, hevði eg neyvan
fingið møguleika at brúkt
tær gávur, eg havi fingið.
Eg fekk ein kjans afturat,
og við prestastarvinum vil
eg fegin nýta møguleikan at
siga takk, sigur Marjun
Lómaklett.
Marjun hevur ongantíð
verið í iva um, at hon skuldi
hava eitt lívsstarv, har
fremsta uppgávan var at
hjálpa øðrum menniskjum,
eins og onnur hava hjálpt
henni. Eitt tíðarskeið hugs-
aði hon um at gerast lækni,
men kallið til prestastarvið
var størri. So beint eftir
lokið H.F-prógv, fór hon
undir at lesa gudfrøði.
Longu 26 ára gomul fekk
hon sítt fyrsta prestaem-
bæti, og gjørdist samstund-
is yngsti prestur í danska
ríkinum. Og hon hevur
ongantíð verið í iva um, at
hon valdi rætt.
– Tað er ikki øllum unt at
hava eitt starv, har tú oftast
ert til staðar í teimum týdn-
ingarmestu løtunum hjá
tínum medmenniskjum. Eg
síggi tað sum eina gávu -
ikki bara, tí eg fái møgu-
leika at ugga tey í teimum
sváru løtunum og gleðast
saman við teimum í teim-
um góðu. Men eisini tí tað
setur mítt egna lív í eitt
størri høpi. Slíkt er ómeta-
liga gevandi og læruríkt,
sigur Marjun.
Ein lívsstílur
Tá Marjun valdi presta-
starvið, var hon greið yvir,
at hon samstundis valdi ein
lívsstíl, sum ikki líkist mát-
anum, flest onnur liva.
– Prestur er prestur alt
døgnið alt árið. Tað ber ikki
til bara at lata hurðina aftur
og siga, at nú havi eg frí.
Vit kunnu býta kirkjuligu
uppgávurnar ímillum okk-
um, men húsið og telefonin
skulu standa opin alt døgn-
ið, um onkur hevur brúk
fyri tær. Tí eri eg sera takk-
som fyri, at maður mín
góðtekur, at eg knappliga
eri noydd at leypa avstað,
eisini um klokkan er trý um
náttina og fyri, at familjan
skilur, hví tey ofta síggja
lítið til mín um høgtíðirnar.
– Lívið er jú ikki nakað,
sum hendir millum 8 og 16.
Og eg kenni meg hepnan at
hava eitt starv, har eg hvønn
dag sleppi at uppliva lívið í
øllum sínum ótrúliga fjøl-
broytni - líka frá teimum
størstu gleðisløtunum til
løturnar, har alt tykist
meiningsleyst, sigur Marj-
un hugsunarsom.
Hárfín javnvág
– Líka so gleðiligt tað er at
doypa eitt barn ella víga eitt
par, líka tungt er tað, tá
deyðin bankar á dyrnar,
heldur Marjun fram. Tú
venur teg ongantíð við at
jarða eitt pinkubarn, og tú
veist ongantíð, hvat bíðar,
tá tú skalt út til eini foreld-
ur, sum júst hava mist sína
16 ára gomlu dóttur í eini
ferðsluvanlukku.
Sam-
stundis, sum tey seta alt sítt
álit á, at prestur kann for-
klára teimum hetta mein-
ingsloysið, er støðan so
lemjandi, at tey lukka av
fyri orðunum. Í slíkum løt-
um kann tað kennast eins-
ligt at vera prestur, tí orðini
røkka ikki til longur. Tá
royni eg at ugga meg við, at
størsta hjálpin, eg kann
geva, ofta bara er at vera til
staðar og lurta og virða
teirra sorg.
– Sum menniskja letur tú
teg ávirka av sorgini ella
gleðini hjá tínum med-
menniskjum, og tú livir teg
inn í teirra støðu og kensl-
ur. Samstundis mást tú ansa
eftir, ikki at missa teg sjálva
burtur, tí tú hevur framveg-
is eina uppgávu at røkja og
eina familju at fara heim til.
Tað er ikki altíð líka eyð-
sýnt, hvar annað byrjar og
hitt endar, og javnvágin har
ímillum er ofta viðbrekin.
Tí royni eg altíð at fáa løtur
fyri meg sjálva inn ímillum,
so eg kensluliga fái skapa
pláss fyri mær sjálvari og
míni familju ella næstu
uppgávu aftur, sigur Marj-
un.
Ikki stundir at liva
lívið
Ongin trupulleiki er ov lítil
at koma til prest við, og tí
kann leikluturin sum sálar-
hirði ofta tykjast óneyðuga
tíðarkrevjandi. Men Marj-
un er ikki heilt samd við
teimum, sum vilja vera við,
at vit menniskju eru vorðin
ótolandi erkvisin.
– Fyri tað fyrsta er tað
ikki mín uppgáva at døma
um, nær okkurt er ein
trupulleiki ella ikki. Tað
veldst um, hvussu tað ein-
staka menniskja upplivir
støðuna. Fyri tað næsta
haldi eg, at hatta tosið er
vorðið í so grunnskygt. Tað
er so lætt at sita og fortelja
stuttligar søgur um onkran,
sum mátti fáa kreppuhjálp,
tí kanariufuglurin keddi
seg. Men tað verður ikki
áhugavert, fyrr enn tú grun-
ar yvir, hví summi hava so
ilt við at koma til sættis við
tær forðingar, vit øll møta á
okkara lívsleið.
– Eg trúgvi, at ein av or-
søkunum er, at vit allatíðina
er umgyrd av náðileysum
krøvum um at skula liva so
fullkomin lív, at tað er ikki
pláss fyri at vera menniskja
longur. Hvønn dag verða
vit díkt undir í góðum ráð-
um og uppskriftum til,
hvussu vit kunnu gerast
líka væleydnaði og harvið
líka eydnurík, sum onkrar
tilvildarligar
fyrimyndir.
Innast inni trúgva vit ikki
Marjun valdi prestastarvið:
Skyldu at brúka mínar gávur
Marjun heldur kjakið um kvinnuligar prestar vera burturvið: – Vit hava øll fingið okkara náðigávur, og vit hava skyldu til at brúka tær. Eisini um vit eru kvinnur, sigur hon
rættiliga uppá tað - og tó.
Vit vóna og lata okkum
lokka, tí tað er menniskja-
ligt og freistandi at leita
eftir løttum loysnum. Tá so
uppskriftin uppá tað væl-
eydnaða lívið ikki riggar,
kenna vit okkum snýtt og
miseydnaði sum menn-
iskju.
– Ein annar vandi við
hesum er, at vit hava ikki
stundir at liva lívið, tí vit
eru altíð onkra aðrastaðni
og leita eftir eydnuni. Um
vit ikki duga at síggja, at
eydnan er at finna beint her
og nú hjá okkum sjálvum,
megna vit sjálvandi heldur
ikki at virðismeta, tað vit
hava, og tey menniskju, ið
eru rundanum okkum í
gerandisdegnum,
sigur
Marjun.
Skyldu at liva í
nú‘inum
– Í starvinum sum prestur
slepst ikki undan, at tú
næstan dagliga og heilt
ítøkiliga verður mint á,
hvussu stutt lívið í veru-
leikanum er. Og eftir fleiri
barnadópir og jarðarferðir í
somu viku, fert tú av álvara
at hugsa um, hvat kom
burturúr, og hvussu lívið
kanska heldur kundi verið
livað.
– Til jarðarferðir upplivi
eg til dømis onkuntíð, at
umframt
sorgina
situr
hjúnafelagin eftir við eini
kenslu av at vera snýttur.
Tey høvdu kanska brúkt
nógva orku uppá, at skapa
karmar og leggja planir um
eina langa pensiónistatil-
veru saman, og nú verður
alt knappliga av ongum.
Slíkt fær meg at hugsa,
um tíðin og orkan ikki
hevði verið betri brúkt til at
fjálga um lívið saman,
meðan tey enn høvdu
hvønnannan. Ongin hevur
lovað okkum eitt langt lív
saman við okkara kæru og
medmenniskjum, og tí hava
vit skyldu til at vera nakað
fyri onnur, meðan vit enn
hava møguleikan, sigur
Marjun.
Tómar kirkjur
Marjun hevur virkað sum
prestur niðri í góð tvey ár,
men hon hevur ikki staðið
og prædika í eini av teimum
nógv umrøddu tómu kirkj-
unum í Danmark.
– Eg havi ikki sjálv upp-
livað trupulleikan í míni
sókn, men eg havi fylgt við
í kjakinum og gjørt mær
mínar tankar. Tað er ilt at
siga, hvør orsøkin til tómu
kirkjurnar er. Men okkurt
bendir á, at tað er ein av-
leiðing av einum modern-
aðum og ofta rótleysum
livihátti, sum ikki hevur tol
við tað støðuga og varandi.
Tí er tað nærum vorðið eitt
eykenni fyri okkara tíð, at
um okkurt hevur virkað á
sama hátt so og so leingi,
má tað broytast. Men í mín-
um eygum er tað ikki ein
nóg góð grund til at broyta
kirkjuna, og vandin fyri, at
vit ikki kenna hana aftur
sum kirkju, er stórur.
– Í fjølmiðlunum hoyra
vit, at fólk halda kirkjuna
verða keðiliga og óviðkom-
andi. Eftir mínum tykki
ljóðar hatta eitt sindur ov
einfalt, tí hvør er tað, sum
heldur kirkjuna vera óvið-
komandi? Onki her í lívin-
um kennist líka viðkom-
andi fyri øll altíð. Tað
veldst jú um eyguni, ið
síggja, og um, hví fólk eru
farin í kirkju. Og sjálvandi
eisini um, hvussu prestur
prædikar.
– Hinvegin dugi eg væl at
síggja, at kirkjan í sínum
formi eigur at royna at
fylgja við í samfelagsligum
broytingum. Í míni sókn
liggur gudstænastan sunnu-
morgun fast, meðan vit
altíð royna at laga barna- og
ungdómsgudstænastur og
annað virksemi eftir, nær
flest fólk fáa komið í
kirkju. Tað gevur meining,
tí áðrenn vit byrja at tosa
um at broyta kirkjuna, eiga
so nógv fólk, sum gjørligt,
at hava møguleika fyri at
vita, hvat tað er, sum gong-
ur fyri seg í henni, sigur
Marjun.
Kvinnur sum prestar
Tá Marjun varð sett í starv
sum prestur í Sæby í Norð-
urjútlandi
fekk
sóknin
samstundis
sín
fyrsta
kvinnuliga prest nakrantíð.
– Eg varð ógvuliga væl
móttikin, og tað tóktist
sum, at fólk hildu tað vera
eitt fríkst lot í sóknini, at
prestur nú var ein kvinna.
Ikki, at tað nakrantíð var
nakað kjakevni sum so.
Eg veit, at spurningurin
um kvinnuligar prestar
framvegis tekur seg upp
ymsastaðni. Men satt at
siga, eri eg lítið hugað at
brúka tíð uppá at grund-
geva fyri, hví kvinnur skulu
hava sama rætt at virka sum
prestar, sum menn. Vit hava
øll fingið okkara náðigáv-
ur, og besti máti vit kunnu
tæna Gudi er at brúka tær,
har tær gagna okkara med-
menniskjum best. Tað er í
grundini okkara skylda.
– Tað vóru jú eisini
kvinnur, sum boðaðu frá
páskauppreisnini. Skuldu
tey boðini ikki verið álít-
andi, byrjar alt grundarlag-
ið undir kristna boðskapin-
um at ridla. Heldur enn at
sáa iva um tað, sum stendur
í bíbliuni, er fremsta upp-
gávan hjá kirkjuni at boða
Guds orð til so nógv og so
ymisk
menniskju,
sum
gjørligt. Og tann uppgávan
er nógv størri og meir
átroðkandi, enn kjakið um,
hvør skal gera tað, heldur
Marjun.
Doypti sonin
Spurd, um hon og familjan
hava ætlanir um at flyta
heimaftur til Føroyar, vil
Marjun helst ikki siga meir,
enn at tey ikki hava sett
nakran dag á enn.
– Nú havi eg so ofta end-
urtikið, at vit eiga at vera
glað um tað, vit hava beint
nú, so tað má eg eisini sjálv
royna, smílist Marjun. Vit
hava tað avbera gott, har vit
eru, og eg seti veruliga stór-
an prís uppá tað vinsemið,
fólk altíð vísa okkum har í
sóknini. Tá vit fingu okkara
fyrsta barn fyri tveimum
mánaðum síðani, haldi eg,
at meir enn helvtin at sókn-
ini var á gátt hjá okkum við
einum pakka og at ynskja
tillukku og góðan túr heim.
Slíkt fløvir heilt avgjørt.
– Men tað hevur eisini
verið ein ótrúliga stór upp-
living at koma heim og
sleppa at hava gudstænastu
í kirkjuni, har eg og maður
mín eru doypt, fermd og
gift. Men eg má viðganga,
at størsta upplivingin hjá
mær var sjálv at doypa
sonin í somu kirkju. Eg
havi doypt nógv børn, men
hetta var so øðrvísi, at eg
dugi ikki at seta orð á tað.
Ikki enn, sigur Marjun,
meðan hon hyggur uppá
sonin, Ásbjørn Lómaklett á
Tjaldrafløtti
og
heldur
fram,
- Onkur helt, at við ein-
um slíkum navni eru vit
nokk longu á veg heim-
aftur. So hvør veit, kanska
verður tað ikki so leingi …
Óhapp í
norðoya-
tunlinum
Í síðstu viku datt ein
klettur undan loftinum
í
norðoyatunlinum.
Hetta hevði við sær
nakað av skaða á ein
lastbil,
men
ongin
fólkaskaði stóðst tó av
óhappinum.
Dávur Reinert Han-
sen, stjóri í pf Norð-
oyatunlinum, sigur, at
tað datt ein stórur
klettur undan ánæm-
inum. Tað er har, sum
veggur og loft møtast í
tunlinum.
– Kletturin datt nið-
ur við síðuna av einum
lastbili, sum stóð har,
greiðir hann frá.
Trygdin í tunlinum
er annars í hásætinum,
meðan arbeitt verður í
honum.
Fyrst
og
fremst verður lagt eftir
at tryggja loftið, sigur
Dávur. Men í hesum
førinum hevur tað so
ikki verið nóg væl
reinsað við ánæmið, tí
rundan um har, sum
kletturin var, vóru riv-
ur við leiri í.
Vanliga
verður
reinsað og boltað væl
eftir hvørja spronging,
og um neyðugt verður
eisini
sproytibetong
koyrt á fyri, at tað skal
vera so trygt sum
møguligt.
Menninir
tryggja
sjálvir
arbeiðsum-
hvørvið, og teir hava
ongar
avmarkingar.
Men hetta bendir á, a
teir hava ikki verið nóg
neyvir
við
sjálvt
ánæmið. Tað kemst
helst av, at tað fyrst og
fremst er loftið, sum
teir tryggja.
– Eg trúgvi tó, at eft-
ir hetta óhappið, so
fara tey at vera meiri
neyvir við ánæmið,
sigur Dávur Reinert
Hansen, stjóri í pf
Norðoyatunlinum og
leggur at enda afturat,
at hetta óhappið ikki
tarnaði arbeiðinum í
sjálvum tunlinum nak-
að nevnivert.
- sae -
– Alt ov ofta hava vit menniskju ikki stundir at liva lívið, tí vit
eru onkra aðrastaðni og leita eftir eydnuni, heldur sigur
Marjun
– Tað var ein ótrúliga stór uppliving sjálv at doypa sonin í somu kirkju, sum eg og maður mín
eru doypt, fermd og gift í, sigur Marjun
C
M
Y
K
9
8