týsdagur 28. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eigarin beste
– Tann, sum eigur felagið, tekur
eisini avgerðirnar. So einfalt er
tað, sigur landsstýrismaðurin
í vinnumálum. Johan Dahl
váttar, at hann tók um endan
og stýrdi nevndarvalinum,
soleiðis at Niels Mortensen bleiv
nevndarformaður í Atlantsflog,
heldur enn Bergur Poulsen
Jón Brian Hvidtfeldt
Fyrsta royndin við einari
”professionellari” tilgongd at
velja nevndina í Atlantsflog
miseydnaðist. Tað staðfestir
Johan Dahl, sum er alt annað
enn nøgdur við arbeiðið hjá
setanarbólkinum, sum skuldi
peika á nýggjan nevndarfor
mann.
Aðalfundurin í 2012 sam
tykti einmælt, at setast
skuldi ein nevnd mannað
við formanninum og tveim
um
nevndarlimum
at
fyrireika
útnevningar
av
nevndarlimum og formanni
í felagnum. Hetta er vanlig
siðvenja í børsskrásettum
partafeløgum.
– Tað má vera eitt minsta
mark,
at
setanarnevndin
ger sítt arbeiði í samráð við
høvuðspartaeigaran,
sigur
Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum umboðar 67
prosent av partapeninginum
í Atlantsflog.
– Men Vinnumálaráðið
fekk einki at vita um inn
stillingina fyrr enn á fundi
18. februar, tá bólkurin kom
við einum tilmæli um at velja
Bergur Poulsen til nýggjan
nevndarformann, sigur Jo
han Dahl.
Tann innstillingin fall ikki
í góða jørð hjá landsstýris
manninum.
– Nei, eg bað setanar
nevndina fara heim, gera sítt
arbeiðið umaftur og taka tann
persónin við í innstillingina,
sum Vinnumálaráðið sum
høvuðspartaeigari vil hava,
sigur Johan Dahl.
Persónurin, sum lands
stýrismaðurin sipar til, er
Niels Mortensen.
– Niels Mortensen er
ein
dugnaligur
persónur.
Hann hevur eina handilsliga
útbúgving, hevur víst góðan
keypmansskap
og
hann
hevur handlingskraft til at
fremja møguligar broytingar.
Eg metti hann vera rætta
persónin at standa á odda
fyri nevndini í Atlantsflog,
sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin vátt
ar, at hann persónliga spurdi
Niels Mortensen, um hann
kundi vera nevndarformaður
í Atlantsflog. Tí kom tað
tvørt fyri, tá setanarbólkurin
peikaði á Bergur Poulsen.
– Eg helt tað vera langt úti,
at setanarnevndin kontaktar
ein persón og meira ella
minni gevur honum ta fat
an, at hann skal vera nýggj
ur
nevndarformaður
í
Atlantsflog, uttan at setan
arnevndin hevur tosað við
høvuðspartaeigaran framm
anundan, sigur Johan Dahl.
Tað gjørdi ikki støðuna
betri, tá landsstýrismaðurin
frætti um ætlanina at velja
Bergur Poulsen til nevnd
arformann
frá
táverandi
stjóranum í felagnum.
– Tað er ørkymlandi fyri
meg sum landsstýrismann, at
táverandi stjórin í Atlantsflog,
Magni Arge, longu 6. februar
kundi upplýsa fyri mínum
aðalstjóra, at Bergur Poulsen
skuldi gerast nýggjur nevnd
arformaður. Tá hevði eg sum
høvuðspartaeigari
einki
fingið at vita um nakra inn
stilling, sigur Johan Dahl og
heldur fram:
– Eg haldi tað vera ótrúliga
langt úti at mín aðalstjóri
skal fáa at vita frá nú fyrr
verandi
stjóranum,
hvør
ætlandi skal vera nýggjur
nevndarformaður.
Stjórin
hevur absolutt einki við
hetta at gera, og tað gjørdi eg
eisini setanarbólkin varugan
við á fundi 18. februar, sigur
Johan Dahl avgjørdur.
Sambandið
Tað er tó serliga tætta sam
bandið millum Magna Arge
og Bergur Poulsen, sum leyp
ur í eyguni á Johan Dahl.
– Tað, sum eg metti hava
týdning í tí samanhanginum
er, at Magni Arge og Bergur
Poulsen sótu í nevnd saman
í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tá teir báðir sita í nevnd
saman og annars eru rímiliga
væl, so metti eg tað ikki
vera heppið at annar bleiv
nevndarformaður í einum
felag, har hin varð forstjóri,
sigur Johan Dahl og heldur
fram:
– Eg helt at tað kundi
skapa okkum trupulleikar í
felagnum, snøgt sagt tí Magni
Arge og Bergur Poulsen
kennast ov væl, sigur Johan
Dahl, sum samstundis gevur
greitt til kennar, at eftir
hansara tykki var Niels
Mortensen rætti maðurin til
nevndarformanssessin.
Niels valdur
Sambært Johan Dahl var
tað í samráð við aðalstjóran
í Vinnumálaráðnum, at hann
sum høvuðspartaeigari í At
lantsflog fór eftir Niels Mort
ensen.
– Setanarnevndin gjørdi
ikki sína innstilling í samráð
við høvuðspartaeigaran, og
harvið gjørdi hon ikki sítt
arbeiði. Vit í Vinnumálaráð
num gjørdu hinvegin okk
ara arbeiði og kannaðu og
mettu um persónin Niels
Mortensen,
ið
eg
síðani
ringdi til fyri at biðja hann
til uppgávuna. Tá Niels Mort
ensen játtaði at átaka sær
uppgávuna, var hann okk
ara boð uppá ein nýggjan
nevndarformann,
sigur
Johan Dahl.
Hóast hesa útsøgn heldur
landsstýrismaðurin í vinnu
málum ikki, at hann harvið
tók arbeiðið út hondini á
setanarnevndini, ið annars
varð sett til júst at gera eina
innstilling.
– Nei, tað geri eg ikki,
tí tað stendur púra greitt í
leiðreglunum, at høvuðs
partaeigarin skal koma við
síni innstilling. Og tað stendur
somuleiðis í leiðreglunum, at
setanarnevndin skal gera sítt
arbeiði í tøttum samstarvi
við
høvuðspartaeigaran.
Tað
gjørdi
nevndin
als
ikki. Tvørturímóti gloymdi
nevndin landsstýrismannin
og ringdi enntá til tann,