Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi emmar Jón Brian Hvidtfeldt   Tað er Høgni Hoydal, for­ mað­ur í Tjóðveldi, sum spyr landsstýrismannnin um tað, sum er komið fram í miðl­unum hjá Miðla­hús­ inum seinastu dagarnar um nevndarvalið í Atlantsflog. Høgni Hoydal spyr, hvussu nevndarvalið fer fram, tá landsstýrismaðurin vel­ur nevndarlimir og nevnd­arformann í P/F At­ lantsflog. Hann spyr, um alt verður niðurskrivað, grund­ givið og staðfest. Somuleiðis spyr for­mað­ urin í Tjóðveldi: – Kemur landsstýris- mað­urin sjálvur við upp­ skot­um um tilnevning – ella innstillar nakar til lands­ stýris­mannin – og hvørji før­ leikakrøv verða sett og nýtt sum grundarlag í valinum? – Er tað rætt, sum lands­ stýrismaðurin er end­ur­ givin fyri at siga í fjøl­miðl­ unum, at hann hevur valt nevndarformann ímóti til­ mæli nevndarinnar, tí hann ikki vildi góðtaka, at fyrr­ verandi stjórin í felagnum ráddi fyri, hvør skuldi verða nevnd­ar­formaður í fe­lag­ num – og hvør er sak­liga og niðurskrivaða grund­gev­ ingin fyri hansara frávali og vali? – Er hetta orsøkin til, at undanfarni stjórin varð koyrdur frá eitt leyg­ar­kvøld, og hevði lands­stýris­mað­ urin tosað við núverandi nevndarformannin um hetta stig? – Heldur landsstýris­ mað­urin, at hann skal vera beinleiðis uppi í í stýringini at reka P/F Atlantsflog – eins og var tað hansara egna fyritøka? – Kann landsstýris­mað­ urin nú rímiliga long tíð er liðin, síðani fyrrverandi stjórin so bráðfeingis varð settur frá starvinum og nýggjur stjóri settur, greiða frá, hvør visjónin, grund­ gevingin og ætlanin var og er fyri hesum stigi? Talan er um ein munn­ ligan fyrispuring, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skal svara á tingfundinum í dag, miku­ dagin 29. januar. Nevndarvalið fyri løgtingið Johan Dahl, landsstýrismaður, skal á tingsins røðarapalli greiða frá, hvussu hann velur nevndarlimir í P/F Atlantsflog. Jón Brian Hvidtfeldt Fyrrverandi stjórin í At­ lant­s­flog bleiv eftir øll­um at døma sentralur part­ur av telvingini um nýggj­ an nevndarformann í At­ lantsflog. Magni Arge váttar, at hann í februar á fjør var á kunnandi fundi við aðal­ stjóran í Vinnu­mála­ráð­ num. – Ivaleyst havi eg greitt frá reglunum um inn­still­ ingar­nevnd, og vit hava eis­ ini skift orð um framtíðar leiðslu felagsins. Men havi ikki sagt aðalstjóranum frá úrslitinum av arbeiðinum hjá innstillingarnevndini, tí stjórnin var hildin uttanfyri ta viðgerðina, sigur Magni Arge, sum heldur ikki dugir at skilja páhaldið um, at hann og Bergur Poulsen vóru ov væl. – Tað er rætt, at eg havi sitið í nevnd saman við Bergi Poulsen í Ar­beiðs­ gevarafelagnum í eitt ára­ mál, og í tí sambandinum kenni eg mannin. Aðrar við­ merkingar havi eg ikki til málið, sigur Magni Arge. Magni Arge sigur seg ikki skilja, hví hann skal dragast inn i hetta málið. – Innstillingarnevndin skip­aði sjálv sítt arbeiði, og hvørki eg sum forstjóri – ella nak­ar annar í stjórn­ ini, so vítt eg veit – tók lut í viðgerðini hjá inn­still­ingar­ nevndini, sig­ur fyrrverandi stjórin í At­lantsflog. – Eg skilji ikki rættiliga, hví eg skal dragast inn i hetta málið. Hetta var eitt nevndarmál og ikki eitt stjórnarmál sambært reglunum hjá felagnum, sigur Magni Arge sum tey hildu skuldi vera nevnd­arformann. Tað haldi eg vera púra burturvið, og tí bað eg nevndina um at gera sítt arbeiði umaftur, argu­ menterar Johan Dahl. Eina viku seinni, tann 25. februar í fjør, kom set­ anarnevndin við ein­um nýggjum tilmæli til lands­ stýrismannin í vinnu­málum. Hesaferð vóru fýra nøvn á list­anum, teirra millum navnið á Niels Mortensen. Formalia Í kjalarvørrinum á nevndar­ valinum til aðalfundin 8. mars í fjør sigur Johan Dahl seg ivast í, um tað gevur nakra meining at halda fast um mannagongdirnar við setanarnevnd, sum ger inn­stilling til høvuðsparta­ eig­aran. Serliga, tá høv­uðs­ partaeigarin situr á tveimum triðingum av partabrøvunum og harvið øllum valdinum í felagnum. – Sæð í bakspeglinum kann man spyrja seg sjálvan, um tað gevur meining at hava eina slíka nevnd. Eg ivist í, um eitt nú Adrian Noskwith ella Mortan Johannesen (pri­ vatir partaeigarar í At­lants­ flog, red.) yvirhøvur høvdu sett eina nevnd at gera inn­ stillingar, um tað vóru teir, ið sótu á 67 prosentum av atkvøðunum. Teir høvdu væl saktans valt tann, ið tey hildu vera tann rætta til upp­ gávuna, sigur Johan Dahl og heldur fram: – Vit kunnu tað sama kalla ein spaka fyri ein spaka. Tann, sum situr á meirilutanum, bestemmar. Í hesum føri er tað landsstýrismaðurin, sum situr á 67 prosentum av parta­brøvunum, og harvið er tað landsstýrismaðurin, sum bestemmar. – Ikki mítt borð