týsdagur 28. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
– Tá ið tú fært staðfest
krabbamein broytist lívið
fullkomiliga. Sorgleysi ger
andisdagurin er brádliga ikki
so sjálvsagdur longur og lívið
er ikki longur sjálvsagt.
Tað er boðskapurin hjá
Bjarna Djurholm løgtings
manni, nú hann greiðir frá
síni tíð við Krabbameini.
Mánakvøldið
skipaði
Krabbameinsfelagið
fyri
mannfólkafundi,
har
ljós
varð varpað á menn og
krabbamein.
Bjarni Djurholm er mest
kendur sum landsstýrismaður
og løgtingsmaður. Men hann
hevur eisini havt eitt annað
lív, tí hann hevur verið raktur
av krabbameini, ikki bara
einaferð, men tvær ferðir.
Og á fundinum mána
kvøldið greiddi hann frá,
hvussu hann er komin ígjøgn
um hesa tíðina við krabba
meini og, hvussu hetta annars
hevur merkt hansara lív.
– Boðini um at tú hevur
krabbamein, er skelkurin,
sum ristir ein í grundvøll
inum, tí tú veitst, at uttan
viðgerð, er úrslitið meira enn
ivasamt.
– Tí gerast sorg og deyðs
angist veruleikar, sum eru
torførir at rúma og eru ring
ir at fyrihalda seg til. Tann
krabbameinsrakti kennir seg
hjálparleysan og ofta einsa
mallan.
Bjarni Djurholm heldur,
at
okkara
sjúkrahúsverk
er framúr at taka sær av
krabbameinssjúklingunum
og
Krabbameinsfelagið
stendur eisini sum ein dygg
ur viti og hjálpari í neyðini.
– Men eg vildi eg ynskt, at
sálarligi parturin átti størri
rúmd í viðgerðini, sigur
Bjarni Djurholm.
Tey harðbalnu eru
eisini ávirkað
Bjarni Djurholm heldur, at
innast inni eru eisini tey, sum
at síggja til eru harðbalin,
eisini ávirkað og skelkað, tá
ið tey fáa at vita, at tey hava
fingið krabbamein.
– Men kanska fortreingja
tey veruleikan.
– Tí er tað mítt páhald,
at øllum tørva sálarterapi í
rúma tíð eftir at sjúkan er
staðfest og hava brúk fyri, at
fólk við empati eru um tey.
– Vit kunnu ikki skilja
skinn og sinn sundur. Vit eru
øll runnin av somu rót, har
likam og persónsmenska eru
óloysiliga knýtt saman, sigur
Bjarni Djurholm.
– At fáa staðfest krabba
mein er ikki eitt krím ella
umfarsjúka. Vit vita, at sjúk
an er ein spurningur um lív
ella deyða og uttan viðgerð,
er úrslitið greitt framman
undan.
– Tað er ein veruleiki, sum
er meira enn tey flestu kunnu
rúma einsamøll.
– Mong søkja sær hjálp í
bøn og tað er nakað, eg av
gjørt kann viðmæla. Eisini
vissan um, at onnur hugsa
um teg, kanska biðja fyri tær,
at man er viðkomandi fyri
familju, vinir og kenning
ar, er ein fantastisk hjálp, tá
neyðin er størst, sigur Bjarni
Djurholm.
Sjálvur
kom
Bjarni
Djurholm
beint
undan
strálukanónunum á Ríkis
sjúkrahúsinum og í ein lands
stýrissess í august 2000 og
hann var landsstýrismaður
í átta ár.
– Eg tók við sessinum
aftaná at hava ráðført meg
læknan, men hann helt, at
eg føldi best sjálvur, hvat eg
megnaði.
Bjarni Djurholm sigur,
at í mangar mátar var tíðin
sum landsstýrismaður eitt
fantastiskt upplivilsi.
Men hann sigur, at nú
sær hann, at í tíðini sum
landsstýrismaður, legði hann
eisini allar sálarkvølur av
krabbameininum undir flag.
– Og tað var ikki gott,
staðfestir Bjarni Djurholm.
– Eg fortrongdi í veruleik
anum tann sálarliga partin
av sársakanum eg hevði av, at
eg hevði havt krabbamein. Eg
varð arbeiðsnarkomanur, eg
helt ongantíð frí og gjørdist
nærum hyperaktivur.
– Úrslitið var, at tá eg fór
úr landsstýrinum í 2008,
komu tær sálarligar reak
– Tey árini, eg var landsstýrismaður, var eg arbeiðsnarkomanur
og legði sálarkvølina av, eg hevði av krabbameininum,
undir flag. Og tað var ikki gott, sigur Bjarni Djurholm, tá ið
hann nú lítur aftur á árini, hann hevði krabbamein
Ringt at fyri
halda seg
til sorg og
deyðsangist
KRABBAMEIN
Tí gerast sorg og
deyðsangist veruleikar,
sum eru torførir at rúma
Bjarni Djurholm: