Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi tión­ir, kvølurnar, sum eg ikki hevði fingið uppá pláss, men heldur hevði fortrongt, sig­ur Bjarni Djurholm. – Avleiðingin var, at onkurs­vegna misti eg sam­ bandið við meg sjálvan og tíverri kanska eisini við fam­ iljuna í øllum arbeiðs­meldr­ inum, leggur hann afturat. Bjarni Djurholm sigur, at kenslan, hann hevði, var, at onkursvegna stóð hann á berum. – Eg vendi mær til Krabba­ meinsfelagið og fekk ávíst samrøðuterapi hjá sálar­ frøðingi nakrar ferðir og tað gjørdi góðan mun. Men hann er greiður yvir, at tað er nakað hann sjálvsagt skuldi havt avgreitt ár frammanundan. Boðskapurin hjá Bjarna Djurholm er, at krabbamein veruliga skelkar í botn og skakar grundvøllin. – Hinvegin eru útlitini fyri lekidómi góð, og tey batna alsamt. – Men tað er neyðugt at ruddað í sálarliga hurli­vas­ anum, so vit ikki enda sum man­iskir arbeiðs­narko­ manar, innhugsin fólk ella bara cancerfobisk menn­ iskju, sum ikki finna gleði í ger­andis­degnum, staðfestir hann. Bjarni Djurholm vísir á, at ofta verður sagt, at krabba­ mein styrkir menn­iskju og ger tey harð­baln­ari. – Hetta er bert lutvíst rætt. Vit frøast kanska meira um -og við- okkara kæru. Vit læra kanska at síggja gleðina í gerandisdeg­ num, sum vit kanska høvdu gloymt, og vit duga kanska betri at skilja tað óneyðuga og týdningarleysa frá í ger­ andis­degnum Men annars heldur hann, at tað er innantómt tos at siga, at tað gevur størri styrki. – Tey allarflestu fáa eina rættiliga skeinu í sálina. Vit síggja røsk og sterk út, men innanfyri skræðuna munnu mong kenna seg við­ kvom og stúrin, sigur Bjarni Djurholm. – Men tað góða er, at her kunnu vit hjálpa. Ikki bara kropsliga, sum er alt­av­ger­ andi, men eisini sálarliga. – Skipað professionell sálar­hjálp hevur alstóran týdning, eisini við at inn­ draga tey nærmastu. Síná­ millum samskifti við maka, børn og ímillum manna, er ein fantastisk hjálp. Tað hjálpir at vera opin. Tað er ikki altíð lætt, vit eru so ymisk, men vit kunnu tora tað og kunnu læra tað. Hann heldur, at ofta er tað ringast hjá avvarandi og familju at taka fyrsta stigið til samrøður og empatiskt samskifti og at seta spurningar. – Men her kunnu vit krabba­meinsraktu vera opin og positiv. Tað er veru­ liga hjálp til sjálvhjálp at samskifta við okkara kæru og medmenniskju. – Mong leggja sítt álit á Hann, ið øllum valdar. Tað kann gera munin, ikki minst, tá einsemið tykist størst. Bjarni Djurholm sigur, at í dag er krabbamein ikki endin. – Tað er byrjanin upp á eitt øðrvísi og ofta strævn­ari lív, sum tó oftast hevur ein góðan enda. – Uppgávan hjá okkum er, at vit duga at síggja okk­um sum heil menniskju, har allir partar skulu viðgerast og røktast. Og hansara vón er, at hesin boðskapurin røkkur til tey, sum eru okkum kær­ ast og ikki minst, at sjúkra­ húsverkið sær týdn­ing­in í hesi heildarfatan av menn­ iskjanum. Bjarni Djurholm sigur, at tá er nógv vunnið, bæði fyri sjúklingin og eisini fyri sjúkrahúsverkið. Hann er greiður yvir, at ein størri heildarviðgerð kost­ar pening, men er sann­ førdur um, at útreiðslurnar verða spardur innaftur sum frálíður. KRABBAMEIN Mynd: Álvur Haraldsen ­ Tað er ein veruleiki, sum er meira enn tey flestu rúma einsamøll Tað er innantómt tos at siga, at tað gevur størri styrki – Eg kom beint undan strálikanónini á Ríkissjúkrahúsinum, í ein landstýrissess. Í veruleikanum, fortrongdi eg tann sálarliga partin av sársakanum eg hevði av at eg hevði havt krabbamein. Eg gjørdist arbeiðsnarkomanur og helt ongantíð frí, sigur Bjarni Djurholm Fortrongdi sálarkvølin Meir á síðu 18