týsdagur 28. januar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
– At fáa krabbamein er ein
skelkur, sum vil nakað!
Tað veit Bjarni Djurholm.
Og tað veit hann av egnum
royndum.
Hann er best kendur sum
politikari. Men eitt annað,
sum eisini hevur fylt nógv
í hansara lívi, er, at hann
hevur havt krabbamein.
Og hann hevur verið harð
ari raktur enn tey flestu, tí
hann hevur havt krabbamein,
ikki bara einaferð, men tvær
ferðir.
Á fundi í Krabbameinsfel
agnum mánakvøldið greiddi
hann frá, hvussu hesin part
urin av hansara lívið hevði
verið.
Góðir møguleikar
fyri grøðing
Bjarni Djurholm sigur, at tað
var eitt kvøldið í mars í 1990,
at alt hansara lív kollveltist.
Hann var komin til húsar
aftan á venjing, tá ið hann
føldi sær pínu í vinstra steini
og tá ið hann kannaði steinin,
føldi hann eisini ein knút í
honum.
Nakrar dagar seinni hitti
hann læknan, Odmar Færø á
fundi í skúlaráðnum.
– Eg spurdi hann, hvat
mundi vera galið, hann metti,
at tá ið pína var uppí, mundi
talan vera um bruna, men
hann bað meg koma á Lands
sjúkrahúsið til kanningar.
Niðurstøðan av kanning
unum var eisini, at helst var
talan um bruna so Bjarni
Djurholm fekk pensillin, sum
hann skuldi taka í nakrar
dag.
– Hetta var fram móti
páskum, so eg skuldi venda
aftur aftaná feriuna. Tá var
støðan tann sama, so 18. apríl
var eg sendur á skurðdeildini
at taka eina roynd.
– Har varð staðfest, at
krabbi var í knútinum í stein
unum.
Bjarni Djurholm sigur,
at hann varð lagdur undir
skurð beinanvegin og síðani
varð kannað um krabbin
hevði breitt seg, men tað
hevði hann ikki.
– Eg var so beinanvegin,
góða viku seinni, sendur til
Danmarkar á Ríkissjúkra
húsið víðari viðgerð, og hað
ani til Finsen til skanningar.
– Niðurkomin bleiv stað
fest, at krabbameinið tíbetur
ikki hevði breitt seg, og eg
slapp undan strálu- og kemo
viðgerð. Eg var tó fylgdur
sera neyvt. Fyrsta árið var eg
hvønn mánað til bloðroyndir
og triðja hvønn mánað til
skanning og kanningar í
Danmark.
Næstu fýra árini var hann
til kanningar tvær ferðir um
árið.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann visti, at skuldi hann
ynskt sær krabbamein, var
hetta tann »besta« krabba
meinssjúkan, hann kundi
fáa, tí tað var næstan 100
prosent møguleiki fyri at
vera grøddur.
– Eftir fimm ár var undan
sloppið, men eftir egnum
ynski tók eg tó blóðroynd
einaferð um árið aftan á tað,
men tær vístu allar, at alt var,
sum tað átti.
–
Samanumtikið
var
hesin umgangurin ikki so
skelkandi, tí eg visti at møgu
leikin fyri at vera grøddur
var ómetaliga góður, sigur
hann.
– Tí var mítt lív ikki so
ávirkað av støðuni, burtur
sæð frá, at eg hevði ferðast
ótaldar ferðir til Danmarkar
til kanningar, og at tað sjálv
sagt altíð var ein ávísur
spenningur, ótti ella angist
beint uppundir, at kanning
arúrslitið bleiv kunnugt.
Uppdagað av tilvild
Sostatt gekk sum vónað, men
í 1999 tók lívið hjá Bjarna
Djurholm aftur eina óvænt
aða vend.
Á páskum 1999 fekk kona
hansara, Eydna, diskuspro
laps.
– Hon varð illa sjúk og
var sera óhjálpin alt árið og
varð løgd undir skurð í juli
mánað.
Hon ernaðist so spakuliga
út a heystið, hóast hon ikki
var arbeiðsfør.
Eg havi altíð havt havt ein
ferðil av magakatar. Um tað
var orsakað av truplu um
støðunum hjá Eydnu, veit eg
ikki, men eg versnaði í maga
num út á heystið.
Tí fór hann til læknan
at vita um hann kundi fáa
heilivág.
Tað fekk hann, men lækn
in helt kortini, at kanska
hevði hann gallstein. Tískil
fekk hann ein ávísingarseðil
til ultraljóð, sum hann kundi
fara til, batnaði støðan ikki.
Tá ið hann hevði tikið
heilivág í nakrar dagar, var
búkilskan mestsum burtur,
so hann hevði hjálpt.
Ávísingin til ultraljóð varð
sostatt hangandi á køliskáp
inum.
– Men ein dagin móti ad
ventini, var spurningurin
um eg skuldi blaka hann í
ruskílatið ella fara til kann
ingina. Eg gjørdi av fara til
kanningina, men hon vísti,
at har var eingin gallsteinur
at síggja.
– Læknin helt tó, at tá
eg nú hevði verið so ofta
til kanningar, kundi hann
kanna alla búkholuna.
- Eg skilti nokk so skjótt, at
hann hevði varnast okkurt,
tí hann leitaði áhaldandi
niðanfyri nalvan, og eina
løtu seinni segði hann, at har
var onkur eitil, sum var størri
enn vanligt, og at hann vildi
leggja meg inn, so hann dagin
eftir kundi gera eina roynd.
- Hetta vóru ófrættatíðindi
fyri meg, men læknin helt,
at allarhelst var talan um
bruna. Dagin eftir var so
royndin tikin og rætt var:
Kanningin vísti bruna.
- Sum vera man, var eg
í góðum lag, tá ið eg varð
sendur heim.
Men hann skuldi møta
aftur á Landssjúkrahúsinum
í februar 2000.
Tað gjørdi hann, men
kanningarnar tá vístu, at
eitilin ikki minkaður, kanska
heldur øvugt.
– Hetta dámdi ikki lækn
unum og tí varð avgjørt, at
eg skuldi til Danmarkar at
taka enn eina roynd á ríkis
sjúkrahúsinum
Hetta var so aftaná hálvan
mars og eisini tann royndin
vísti, at talan var um bruna.
– Men læknarnir vóru
ikki so glaðir fyri, at eitilin
ikki minkaði. Eg hevði havt
krabbamein áður, so eg varð
innlagdur til skurðviðgerð
tann 11. apríl 2000 at skera
eitilin burtur, sum ikki átti
at vera so balstýriligur, sum
læknarir málbóru seg.
Skurðviðgerðin gekk væl
og teir skóru nakrar eitlar í
ymiskari stødd burtur.
Men so kom úrslitið!
– Í tí størsta eitilinum,
sum máldi einar 5 ferðir 3
sentimetrar, og í ienum ein
um minni eitli, funnu teir
farveg av lymfukrabba.
Í fyrstu atløgu fekk hann
at vita, at hann skuldi bæði
hava kemo- og stráluvið
gerð.
– At fáa hesi boðini var
ein veruligur skelkur. Eg
fór ígjøgnum eitt ótal av
blóðkanningum, mergkann
ing. o.s.fr. Eina viku seinni
varð tó avgjørt, at eg skuldi
ikki hava kemoviðgerð, men
bara
stráluviðgerð,
fimm
dagar um vikuna í fýra
vikur.
Hetta var gjørt í juni
og í juli og tað var ikki so
óbehagiligt. Nakað av irrita
tión í húðini og so negativa
ávirkan á langan, sum hevði
við sær leyst lív.
Bjarni Djurholm sigur,
at tá ið viðgerðirnar vóru
lidnar, skuldi hann kannast
tvær ferðir um árið í 10 ár
Landssjúkrahúsinum, men
úrslitið hevur verið gott
hvørja ferð.
Bjarni Djurholm sigur, at
hóast skipaðu kanningarnar
eru lidnar, tekur hann fram
vegis eftir blóðroyndir tvær
ferðir um árið, men tað er
eftir egnum ynski.
aki@sosialurin.fo
– Tá ið eg var ungur, rann mær ikki til hugs, at krabbamein fór at vera partur av mínum lívi, sigur
kendi politikarin, Bjarni Djurhol sum hevur havt krabbamein – ikki bara einaferð, men tvær ferðir
Ein skelkur sum vil nakað
KRABBAMEIN
– Fyrru ferð, eg fekk krabbamein, var tað ikki so skelkandi, men aðru ferð var tað ein veruligur skelkur, sigur Bjarni
Djurholm. Hann er mest kendur sum politikari, men krabbamein hevur eisini verið ein drúgvur partur av hansara lívi
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg skilti nokk so
skjótt, at hann hevði
varnast okkurt