hósdagur 30. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Evropeiski Mannarættinda
sáttmálin fevnir um reglur,
sum skulu tryggja, at altjóða
sáttmálin verður virdur av
teimum tjóðum, sum hava
tikið undir við altjóðasátt
málanum.
Evropeiski
Mannarætt
indadómstólurin í Strasburg
viðger mál, har eitt limaland
er skuldsett fyri at hava
framt brot á altjóðasátt
málan ella tess viðtøkur.
Mannarættindadómstólur
in hevur virkað í verandi
líki síðani 1998, tá táverandi
Mannarættindakommisjón
in og Mannarættindadóm
stólurin vórðu lagdir saman
í eitt.
Tað
eru
tvinnir
mát
ar at kæra til Mannarætt
indadómstólin uppá: tjóðir
kunnu kæra aðrar limatjóðir,
og so kunnu einstaklingar
og bólkar kæra beinleiðis til
Mannarættindadómstólin
um eitt limaland.
Mannarættindadómstól
urin er ein møguleiki hjá
borgarum í Evropa at kæra
síni egnu lond, um tey halda,
at landið hevur brotið man
narættindi, um tey eru dømd
fyri eitthvørt, ella um statur
in hevur gjørt seg inn á fræl
si hjá teimum. So kunnu tey,
eftir at málið er viðgjørt í
teirra egna landi, har tey ikki
hava fingið viðhald, kæra til
Mannarættindadómstólin.
Nýtt og tó
Og tað eru mong, sum nýta
henda møguleikan og hava
tað fyri neyðini at kæra til
Mannarættindadómstólin.
Sambært Jón Fríðrik Kjøl
bro hevur Mannarættinda
dómstólurin 100.000 mál til
viðgerðar í løtuni.
- Sum dómari ímyndi eg
mær, at eg komi at viðgera
mál, taka støðu til hvussu
reglur skulu tolkast, hvussu
prógv skulu lesast og tað,
sum annars minnir um eitt
vanligt dómarastarv. Men
hetta fevnir um so nógv
lond og harvið eisini ymiskt
sløg av kærum, sum vit skulu
taka støðu til. Tí verður tað
partvíst tað sama, sum eg eri
vanur við, og partvíst nakað
heilt nýtt, sigur Jón Fríðrik
Kjølbro.
Mannarættindadómstól
urin hevur ein smidligan hátt
at tolka altjóðasáttmálan,
sum hevur við sær, at hóast
altjóðasáttmálin er frá 1950,
so tolkar dómstólurin sátt
málan út frá dagsins sam
felagsviðurskiftum í Evropa.
Limalondini eru bund
in til at rætta seg eftir
niðurstøðunum, sum Manna
rættindadómstólurin ger í
einstøkum málum, ið tey eru
partur av. Og Evroparáðið
hevur eitt Ráðharraráð, sum
tryggjar, at niðurstøðurnar
verða tiknar til eftirtektar.
Síðani
mannarættinda
sáttmálin varð undirskrivað
ur og samtyktur av fyrstan
tíð, er talið av limalondum
bara vaksið. Har við er talið
av málum eisini vaksið, og
brotini á mannarættindini
eru vorðin alsamt grovari,
soleiðis at tú nú eisini hevur
nógv mál, sum snúgva seg
um píning, mishandling og
ólógliga frælsistøku.
Jón Fríðrik Kjølbro sigur,
at tað eru ógvuliga fá mál úr
Danmark í Mannarættinda
dómstólinum í Strasburg, og
at hann ikki veit um nakað
mál úr Føroyum.
Dømi um
dómar
Jersild-málið 1994
Jersild móti Danmark ella Grønjakkamálið, sum
tað eisini er kent sum, snýr seg um ein journalist,
sum var dømdur fyri at hava brotið í Føroyum so
vælkendu grein 266b, sum millum annað bannar
rasistiskum útsagnum. Journalisturin hevði gjørt
eitt sjónvarpsinnslag við nøkrum svornum rasistum.
Jens Olaf Jersild varð meldaður fyri hetta. Hann varð
fyrst dømdur av Býarrættinum í Keypmannahavn,
síðani Eystara landsrætti og at enda Hægsta rætti.
Jersild kærdi málið til Mannarættindadómstólin
í Strasburg, sum staðfesti, at dómarnir í Danmark
vóru skeivir. Endamálið við innslagnum var at
upplýsa, ikki at virka fyri rasistiskum útsagnum.
Bløðarasakin 1996
Sonevnda snýr seg um eina kæru frá Danmarks
Bløderforening yvir Eystara landsrætt. 90 bløðarar
høvdu fingið HIV-smittað blóð umvegis lívsneyðugan
heilivág, tey høvdu fingið. Bløðararnir ynsktu at
royna málið í rættinum, soleiðis at ábyrgdin kundi
fastleggjast, men málið var úsett 30 ferðir, áðrenn tað
byrjaði í Eystara landsrætti. Heilivágsframleiðarar,
heilsumálaráðið og heilsumálaráðharrin vóru øll
partur av málinum, men hesi vórðu øll meiri ella
minni púrasta fríkend fyri allar ákærur. Málið varð
kært fyri Mannarættindadómstólin, sum staðfesti,
at grein 6, stykki eitt var brotin.
100.000 mál
til viðgerðar
Mannarættindadómstólurin er ein møguleiki hjá borgarum í Evropa
at kæra síni egnu lond, um tey halda, at landið hevur brotið
mannarættindi, um tey eru dømd fyri eitthvørt, ella um staturin
hevur gjørt seg inn á frælsið hjá teimum. - Hetta verður púra nýtt
og kortini nakað, sum eg kenni til, sigur Jón Fríðrik Kjølbro
MANNARÆTTINDADÓMARI