Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið Mitt í rokanum av tíðindum um ES boykott, svartar og reyðar boykottlistar í Rus­landi, tí stóra makrel­ stovninum, sum kann broyta ferðingarmynstur nær sum helst, niðurbræðingini av línufiskaríðinum, áralangum landskassahalli, og ikki minst boðunum um eina hóttandi og áhaldandi fólkafráflyting, frættist brádliga, at altjóða oljufelagið BP hevur gjørt eina stóra íløgu í føroysku íverksetarafyritøkuna Deci­ sion3. Tað, sum byrjaði sum eitt reint hugskot hjá Ólavi Simonsen um eina skipan, sum betrar trimmið á skipum við oljusparingum fyri eyga, er nú endað sum ein real­ ist­iskur gjøgnumbrots møgu­leiki fyri eina nýggja fyri­tøku á altjóða markn­að­ in­um, við BP sum stra­teg­ isk­um íleggjara. Áðrenn tað, varð hugskotið ment til eina prototypu av íverk­setara­ fyritøkuni Decision3, sum varð fíggjað av føroyskum venturegrunnum. Nýbrot Her er talan um eitt satt ný­brot, tí við hesum hava vit fingið eina nýggja og týdningarmikla ressursu á banan. Nevnliga ta ressurs­ una, sum ger tað møguligt og lutfalsliga skjótt at koma tann langa vegin frá reinum hugskotum til nýggjar fyri­ tøkur. Tey samfeløgini, sum duga hetta væl, eru tey innovativu samfeløgini í heiminum í dag, og tað kann ikki undra nakran, at tey klára seg nógv best. Sambært World Economic Forum sá topp fimm listin í 2013 soleiðis út: 1. Sveis 2. Singapore 3. Finland 4. Týskland 5. USA. Tað verður spennandi at síggja, hvørja menning íløgan hjá BP kemur at skapa í Decision3, og um felagið fer at gerast ein vakstrarfyritøka, tí, í tí kunnu liggja fleiri nýggj og spennandi arbeiðspláss. Rætta vegin Tað gongur avgjørt tann rætta vegin í Føroyum í dag, men skal tað eydnast á hend­ an hátt at fáa skapt nógv nýggj arbeiðspláss komandi árini, so mugu teir stóru og ressursusterku aktørarnir í Føroyum av álvara inn á banan og vera við til at taka eina felags ábyrgd av innovatiónini, samstundis sum fleiri kavabóltar mugu á rull: - Vit mugu hava nógvar føroyingar, sum vilja gerast entreprenørar við atgongd til góða ráðgeving, tí av roynd­um vita vit, at fleiri ver­kætlanir detta niður fyri aftur; - vit mugu halda fram við arbeiðinum at stimbra kreativitetin og mentalu íverksetaravøddarnir hjá skúla­ungdóminum, so at tað alla tíðina verður ein stór tilgongd av ungum íverk­ setum; - vinnulívið má fáa betri møguleikar at stuðla íverksetara ætlanum, millum annað við at gera slíkan stuðul skattafrían. Hartil eiga vinnan og almenni sektorurin at gera avtalur um krónu fyri krónu íløgur/ fígging í íverksetaraætlanir og í kreativar fysiskar karm­ ar, sum optimera samstarv og innovatión; - vælvitandi at Facebook, Google ella Apple neppa høvdu eksistera í Silicon Valley uttan tað almenna Stan­ford University, er tað inn­lýsandi neyðugt at uppbyggja eitt gott gransk­ ingar- og universitets­um­ hvørvi (R&D); - vit eiga eisini at fremja avbyrokratiseringar í al­ mennu kørmunum kring íverk­setan, eitt nú við einki gjald at taka fyri stovn­an av nýggjum íverk­setara­ fyritøkum, við eini fimm ára skattafrítøku fyri allar nýggjar íverksetarafyritøkur, eini munandi einfaldari rokn­skaparlóg, skattafríari uppsparing hjá ungum, sum vilja spara upp til íløgur í íverksetan, við at innføra starvslønir til íverksetarar við góðum hugskotum, og við at umleggja arbeiðs­ loysisstuðulin til aktivan íverksetarastuðul. Innovatión ein felags ábyrgd Við øðrum orðum: tað er ikki nóg gott, at onkur tek­ ur sær av innovatiónini í sam­felagnum! Í nýggjastu árs­frágreiðingini hjá World Economic Forum, The Glo­bal Competitiveness Report 2013-14 (weforum. org) verður pointerað, at fokus á innovatión, sum eini felags ábyrgd hjá leiðarum í privata vinnulívinum, í almenna sektorinum og annars úti í samfelagnum, og viljin til samstarv og íløgur í nýggj hugskot, er avgerandi neyðugt í altjóða kappingini millum tær fremstu tjóðirnar í dag. Tess effektivari vit verða til innovatión, og tess fleiri hugskot vit fáa ment til fungerandi prototypir, og jú fleiri venturekrónir tískil kunnu investerast, jú betri eru vit í veruleikanum til at benchmarka okkum við tær fremstu íverksetaratjóðirnar í heiminum. Eina framtíð í Føroyum Í hesum liggur lykilin til framtíðina, tí tað er í íverk­ setarafyritøkum, at tey flestu nýggju - og oftast innovativu - arbeiðsplássini verða skapt, og tað eru slík arbeiðspláss, sum fáa vælkvalifiseraða arbeiðsmegi til at velja eina framtíð í Føroyum. BP íløgan í Decision3 er ein inspirerandi søga, sum vísir hvørjar møguleikar, íverksetan kann hava fyri Føroyar. Nú er tíðin komin til at seta fulla ferð á innovatiónina og rokni eg við, at 2014 kemur at verða eitt áhugavert ár í so máta. Føroyar er eitt lítið land og vit eru fáment. Men vit hava atgongd til nógvar møguleikar, og ein av teim­ um tungu lyklunum í lykla­ ringinum til framtíðina er innovatión! Við ynski um eitt fram­ taksríkt 2014 www.banknordik.fo BankNordik ásetur nýggj tænastugjøld 1. august 2014 kemur eitt mánaðar- ligt kontugjald í gildi fyri kundar við kontu í BankNordik. Kontugjaldið er 20 kr. fyri hvønn kunda, og hetta er uttan mun til, hvussu nógvar kontur kundin hevur í bankanum. Hesir kundar skulu ikki gjalda kontugjald § Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945 § Kundar undir 18 ár § Nordik360 kundar § NordikSolo kundar § NordikUng kundar § NordikBørn kundar § Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum* við bankan Soleiðis sleppur tú undan at gjalda kontugjald Um tú teknar teg til eina av fyrimunaskipanum bankans, skalt tú ikki gjalda kontugjald. Gerst tú Nordik360 ella NordikSolo kundi, fært tú harafturat ágóðan av rentufyrimunum og fleiri ókeypis tæna­ stum. Til ber at lesa meira um nógvu fyrimunirnar og møguleikarnar við fyrimunaskipanunum á www.banknordik.fo. Tænastugjald í sambandi við flytingar Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945, verða frameftir fevndir av vanligu prísum bankans**, tá talan er um kostnað fyri flytingar til kontur í Føroyum. Frá 1. mars 2014 skulu hesir kundar so ­ statt gjalda vanligan prís fyri at gera flytingar við kassan ella umvegis teldupost. Hetta er tó bert galdandi, um tað annars ber til at gera flytingarnar sjálv virkandi umvegis Gjaldskipanina ella sum fastar flytingar. Ber hetta ikki til, eru flytingarnar framvegis ókeypis. Tænastugjøldini verða ásett av handilsligum ávum og orsakað av broytingum í rakstrarum ­ støðum bankans. * Les meira um, hvussu samlaðu fíggjarviðurskifti tíni við bankan verða roknað á www.banknordik.fo/figgjarvidurskifti. **Sí prísbók á heimasíðu bankans. Lykilin til framtíðina Leo Poulsen Kommunulæknar hava ikki eina felags tilgongd , tá menn møta upp og vilja hava eina skanning fyri at kanna, um teir hava krabba í prostata. - Nei, tað hava vit ikki. Tá menn koma til mín fyri at verða kannaðir, so kann tað vera tí, at teir hava beinleiðis trupulleikar við at koma av við vatnið, og so er sjálvandi neyðugt at kanna hesar sjúk­ lingar, sigur Marjus Dam. So finnast sjálvandi aðrir, har onkur í familjuni hevur havt prostata krabba, og tí ynskja at verða kannaðir. - Tá taka vit ofta tey fólkini og senda til kanningar, har mált verður tað, ið vit kalla PSA. So eru aftir aðrir, ið ikki hava nakrar trupulleikar, men sum eru komnir eitt sidur upp í árini, og tí ynskja at kanna, um tað er nakað galið við prostata. Og tað er ofta í sambandi við, at tað eru aðrar kanningar, ið skjulu gerast, og so kanna vit tað eisii, sigur Marjus Dam. Hann sigur, at um blóð­ royndin er hækkað, verða teir vístir til ein urolog. - Har verður so ein biopsi tikin fyri at staðfesta, um talan er um góð- ella ill­kynj­ aðan vøkstur í prostata­ kertlinum. Men tað er nakað, vit yvirláta til urologarnar at avgera, sigur Marjus Dam. Fái tað ikki at stemma Eirik Simonsen, formaður í prostatabólkinum hjá Krabba­meinsfelagnum, hevur fyrr verið úti og sagt, at tað er ógvuliga ójavnt sum kommunulæknar gera, tá menn koma og ynskja at verða kannaðir fyri krabba í prostata. Summir gera fegnir hesa kanningina, meðan aðrir draga á bæði borð, meðan summir aftur blankt nokta. - Tað er nokk rætt, at tað hevði verið gott, um tað var ein felags tiltongd. Men nú er spurningurin, um vit hava ein felags holdning til, um vit gera eina prostata skanning, og tað hava vit ikki, staðfestir Marjus Dam. Sjálvur sigur hann, at hann ikki biður um eina prostata skanning. - Eg taki eina blóðroynd, sum kann geva eina ábending um tað er nakað at fara eftir við einari prostata skanning, og tað verður eisini kannað fyri prostata krabba á annan hátt. Men blóðroyndin er tað fyrsta, sigur Marjus Dam. Urologarnir eru so teir, ið taka støðu til hvussu víðari skal farast fram, um talið í blóðroyndunum er hækkað. - Men eg eri ikki kunn­að­ ur um, at nakrir læknar bein­ leiðis nokta at gera kanningar fyri krabba í prostata. Tað fái eg ikki ordiliga at stemma, sigur Marjus Dam, formaður fyri Kommunulæknarnar Onga felags tilgongd Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, um hvussu kommunulæknar viðgera áheitanir um kanning av krabba í prostata