Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Fortreytirnar eru til staðar, nú ein íløga á 200 millión­ ir krónur skal gerast á havnalagnum í Fugla­firði, norði á Enni. Upp­sjóv­ar­ virkið kem­ur at liggja tætt upp at frystitunlunum hjá Berg­frost, umframt verandi verk­smiðju hjá Havsbrún, sum tekur ímóti øllum tí, ið ikki kann virkast til matna á uppsjóvarvirki. Í nær­um­hvørvinum er eisini veitari av tungolju, trolvirki, mekan­iskir verkstaðir av yms­um slag, umframt aðrar tæn­astu­fyritøkur. Í vikuni kom fíggjarliga funda­mentið undir virki­ num uppá pláss. Stóru íleggj­ar­arnir eru Havsbrún, sum er partur av Bakkafrost sam­takinum, umframt tvey av stóru reiðaríunum í upp­ sjóv­ar­vinnuni. Framherji eigur skipini Fagra­berg og Høgaberg, meðan P/F Palli hjá Mari­ annu er felagið aftanfyri Norð­borg og Christian í Grótinum. - Hetta eru trý feløg, sum hava arbeitt í upp­ sjóvarvinnuni í nógv ár og tí hava drúgvar royndir á øki­ num, sigur Odd Eliasen. Stjórin á Havsbrún er nýggj­ur nevndarformaður í P/F Pelagos, sum týsdagin varð stovnað við tí enda­máli at byggja og reka upp­sjóv­ar­ virkið í Fuglafirði, ið er triðja av sínum slag í landinum. - Sjálvandi hevur tað týdning, at tvey av upp­sjóv­ arr­eiðaríunum eru við. Tað er ein týðandi orsøk til, at virkið nú gerst veruleiki, sig­ u­r Odd Eliasen. Uppsjóvarreiðaríini hava tó ikki bundið seg til at landa, einans til Pelagos. - Virkið skal kunna bjóða tann prís, sum marknaðurin krev­ur. Tað skal vera kapp­ ingar­ført, so í somáta hevur virk­ið ikki tryggjað sær rá­vøru. Sjávandi vilja teir, sum hava sett pengar í, eis­i­ni stuðla undir virkið. Men prísurin er avgerandi, og tí kemur hetta virkið at kappast um rávøruna, sigur Odd Eliasen. Havsbrún, Framherji og Palli hjá Mariannu hava sett 50 milliónir krónur í nýggja felag­ið Pelagos. Harumframt hava aðrir íleggjarar, millu­ ­m annað fakfeløg og fyri­ tøkur í Fuglafirði, eisini savn­að saman pengar til vir­k­ið. Formliga er hetta gjørt í felagnum Enni, sum her­fyri varð stovnað við tí enda­máli at seta pengar í uppsjóvarvirkið. Eftir ætlan koma smáu íleggjararnir at eiga 10 prosent í P/F Pelagos. - Ætlanirnar um upp­ sjóv­ar­virki í Fuglafirði eru eftirhondini rættuliga gaml­ ar, og øll árini hevur lokali áhugin verið stórur fyri hesum virkinum. Lokala engage­mentið hevur verið til staðar, sigur Odd Eliasen, sum staðfestir, at áhugin eisi­ni røkkur til at seta peng­ ar í. Vertíðin Talan er um eitt stórt virki, 5800 fermetrar til støddar, við eini stórari verksmiðju. Kort­ini er avgerandi fyri ætlan­ina, at virkið stendur klárt at taka í nýtslu, tá makrel­ver­tíðin byrjar av ál­ vara, umleið 1. juli. - Ja, virkið skal standa liðugt fyrsta juli. Tí skal veru­liga farast til verka og arbeiðast skjótt. So innan nakrar dagar fer at síggjast akti­vi­tet­ur á økinum, har virk­ið skal standa, sigur Odd Elia­sen. Tað er eitt umfatandi ar­beiði, sum fer í gongd sunn­ast á havnalagnum í Fuglafirði. Avtalur eru longu gjørdar við fleiri av høvuðsveitarunum til virk­ið. Høvuðsveitari er ís­ lendska fyritøkan Skaginn hf, sum hevur drúgvar roynd­ir sum veitari av út­ gerð til uppisjóvarvirkir, mill­um annað í Íslandi og Før­oy­um. Tá virkið er liðugt, fer tað at hava eina frystiorku á 600 tons um døgnið. Umframt at frysta heilan fisk fer Pelagos eisi­ni frá fyrsta degi at kunna heysa og skera flak. 45.000 tons Stigtakararnir til nýggja upp­sjóvarvirkið í Fuglafirði hava sett sær sum mál, at virkið skal taka ímóti 45.000 tons­um av rávøru um árið. - Fáa vit tað, so melur runt og nakað leypir av, sig­ ur Odd Eliasen turt. Nevndarformaðurin í Pe­ lag­os sigur seg hava góðar vón­ir um, at tað eisini fer at bera til. Nøgdirnar av upp­sjóvar­ fiski hava síðstu árini verið sera stórar, og soleiðis verður væntandi eisini í ár. Bara í fjør tóku uppsjóvarvirkini í Kollafirði og á Tvøroyri ímóti tilsamans 200.000 tons­um av uppsjóvarfiski, og har­umframt tók Havs­ brún ímóti umleið 140.000 tonsum. 200 milliónir Íløgan í nýggja virkið er í fyrstu atløgu umleið 200 milliónir krónur. Ein lítil trið­ingur er partapeningur, sum teir tríggir stóru íleggj­ ar­ar­nir og smáu íleggjar­ar­ nir koma við. Restin er fíggj­ að við lántøku. - Ja, fíggingin er komin uppá pláss, staðfestir Odd Elia­sen. Men hóast stóru íløguna, so fyrireika stigtakararnir seg longu til at seta fleiri peng­ar í. Virkið kann í byrjanini taka ímóti 600 tonsum um døgn­ið. Men tað verður bygt so­leiðis, at móttøkuorkan lætt­liga kann økjast. - Virkið kann útbyggjast til at taka ímóti umleið 1000 tons­um um døgnið. Og har­ um­framt kann orkan til at skera fløk tvífaldast. So ja, vit hava tikið hædd fyri at møgu­leikanum fara víðari og byggja út, um alt eydnast væl, sigur Odd Eliasen. Arbeiðspláss Tá vertíðin er í hæddini kann roknast við arbeiðið á virkinum alt samdøgrið, sjey dagar um vikuna. Tað krev­ur nógvar hendur, og tí rokn­ar nevndarformaðurin við at skula seta eini 80 til 100 fólk í starv beinanvegin virk­ið letur upp. - Ja, vit rokna við at koyra tvær vaktir, møguliga tríggj­ ar, og hava tí brúk fyri 80 til 100 arbeiðsfólkum, sigur Odd Eliasen. Hann væntar, at lýst verð­ur eftir fólki móti vári. Í fyrstu atløgu er Eyðun Ras­mussen, stjóri í felagnum Palli hjá Mariannu, eisini stjóri í Pelagos. Men tað er bara fyribils. - Vit fara nú at finna nýggj­an stjóra til virkið, og vóna vit at fáa tað uppá pláss sum skjótast. Tí tað er ein fyrimunur, at nýggi stjór­in kennir virkið væl, tá vit fara ígongd, sigur Odd Elia­sen, sum eisini skal finna eina tekniska leiðslu til nýggja uppsjóvarvirkið. Jón Brian Hvidtfeldt - Ja, uppsjóvarvirkið fær avgjørt stóran týdning fyri Fuglafjørð. Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri, sum hevur fylgt gongdini neyvt. Borgarstjórin gav tíðliga til kennar, at kommunan fór ikki at seta seg í vegin fyri nøkrum, um stóra verkætlanin fyri 200 milliónir krónur gjørdist veruleiki. Í dag fegnast Sonni á Horni. - Virkið gevur nógv arbeiðspláss, og kemur hartil at kasta nógv av sær til annað vinnulív í økinum. Ringvirkningarnir vera stórir, sigur Sonni á Horni og heldur fram: - Sjálvandi vænta vit eisini, at nýggja virksemið í býnum eisini sæst aftur í kommunukassanum. Og tað vil so aftur geva nýggjar møguleikar, sigur Sonni á Horni. Virkið fer at standa sunnalaga á havnlagnum í Fuglafirði, har ein høll á 5.800 fermetrar verður bygd til framleiðsluna. Økið, har virkið skal byggjast, er longu byggibúgvið, og eisini er bryggjan frammanfyri virkið gjørd. Havnin er 12 metrar djúp, og tí kunnu stóru uppsjóvarskipini lættliga leggja at har. Borgarstjórin ætlar at gera sítt til, at nýggja virkið eisini kann standa liðugt til tíðina. - Ja, kommunan skal so ikki liggja á latu síðuni, sigur Sonni á Horni. Fuglafjørður bjóðar uppsjóvarvirki Tríggir av risunum í føroyskum vinnulívi standa aftanfyri nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði. Íløgan er 200 milliónir krónur, og virkið skal taka ímóti fiski 1. juli Borgarstjórin fegnast - Nýggja uppsjóvarvirkið gevur arbeiðspláss og nógv virksemi í býnum, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri - Fáa vit 45.000 tons av rávøru, so melur runt og nakað leypir av, sigur Odd Eliasen, nevndarformaður nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði