hósdagur 30. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Fuglafjørður skal endur
reisast sum høvuðsstaðurin
fyri føroysku uppsjóvar
vinnuna á landi.
Tað er dreymurin og
aðalmálið hjá Sigurði S.
Simonsen, býráðslimi og
fyrrverandi borgarstjóra í
Fuglafirði, sum hevur tikið
stig til at byggja eitt nýtt
virki at virka uppsjóvarfisk
til matna.
- Tað er nú, tað skal
vera, tí tað er ríkiligt av
uppsjóvarfiski til trý virki,
og eg meti útlitini fyri
framtíðina vera góð. Í fjør
tóku virkini á Tvøroyri
og í Kollafirði móti til
samans 200.000 tonsum
og Havsbrún móti 140.000
tonsum av uppsjóvarfiski. Í
ár eru útlit fyri, at samlaða
uppsjóvarkvotan hjá Føroy
um verður ein hálv millión
tons. Gaman í fer eitt sindur
burtur av, sum vit lata í býti
við onnur lond, men kortini
eru nøgdirnar øgiligar, sum
verða eftir til okkum sjálvi.
- Og tá skal havast í huga,
at verandi virkir og tað, sum
vit hava í umbúna, klára seg
við 50.000 – 60.000 tonsum
í part um árið við verandi
prísum, sigur Sigurð S.
Simonsen.
Gomul ætlan
Tað er í veruleikanum ein
gomul ætlan, sum hann nú
hevur tikið fram aftur.
Longu
fyrst
í
1990-árunum ætlaði Andre
as Lava Olsen sáli, táverandi
stjórin á Havsbrún, at bygg
ja eitt uppsjóvarvirki við
síðuna av verksmiðjuni at
framleiða til matna. Tunlar
til frystigoymslu vóru longu
gjørdir tá, og hann var kom
in so langt við ætlanunum,
at avgerð eisini var tikin um
plaseringina av virkinum,
so hon kom at sampakka
við tunlarnar.
- Eggið bleiv til unga, tí
eitt pilotprosjekt, Pelagos,
ið var eitt lítið virki, sum
bleiv bygt tá. Men so kom
kreppan, og Havsbrún fekk
ikki fígging til sjálva verk
ætlanina at byggja eitt full
fíggjað uppsjóvarvirki til
matvøruframleiðslu. Sum
tískil varð slept, og Pelagos
lat
eisini
aftur,
greiðir
Sigurð S. Simonsen frá.
Drívmegin hjá honum
at fara undir royndina at
fremja gomlu ætlanina í
verki er idealisma og alskur
til heimbygdina.
- Sjálvur verði eg millum
teir heilt smáu íleggjararnar,
og eg vænti mær ikki nakr
an stóran persónligan vinn
ing av hesum. Men eg eri
áhugaður í at fjálga um
vinnulívið í økinum og eri
góður við Fuglafjørð, sigur
Sigurð S. Simonsen.
Pelagiskur miðdepil
Hann
heldur
tað
vera
náttúrligt, at Fuglafjørður
verður vertur fyri einum
uppsjóvarvirki, tí einasta
verksmiðjan,
sum
tekur
ímóti uppsjóvarfiski, eisini
liggur har.
-
Fuglafjørður
hevur
hesi seinastu 48 árini, síða
ni Havsbrún kom, verið
tann pelagiski miðdepilin í
Føroyum. Tann vinnan hev
ur givið lív til fleiri aðrar
fyritøkur og virksemi í fyri
tøkum, sum vóru her fram
manundan. So fyri Fugla
fjørð og alt økið her hevur
Havsbrún verið høvuðslív
æðrin, sigur hann.
Sigurð
S.
Simonsen
vísir á, at serliga við svart
kjaftinum liggja Føroyar
sera væl fyri at kappast um
rávøruna.
- Norðmenn, til dømis,
fiska 95 prosent av teirra
svartkjafti
aðra
staðir
enn í norskum sjógvi. Tað
mesta verður fiskað í ES-
sjógvi, vestan fyri Írland
og Sankt Kilda og á Hatt
on Bank. Haðani er ov
langt at sigla til Noregs at
landa til matna, men tað er
lagamanni at sigla til Før
oya. Um vit bera okkum
rætt at, kunnu vit fara frá
onki virki at hava og nærum
bara liggja í vegin, áðrenn
makrelstríðið tók seg upp,
til at verða ein miðdepil fyri
pelagiskum matfiski í Norð
uratlantshavi, sigur Sigurð
S. Simonsen.
Hann sær eisini fyri sær,
at eitt triðja virki fer at
skapa eina positiva effekt
fyri alla vinnuna heldur enn
oyðileggjandi kapping.
- Tá spíssbelastningurin
er í makrel- og sildavertíðini
klára tey bæði virkini, sum
nú eru, ikki at arbeiða
undan, so lutfalsliga nógv
endar á Havsbrún. Við
trimum virkjum fer upp
aftur
størri
partur
av
uppsjóvarfiskinum til mat
na, har virðisøkingin er
størst.
av
uppsjóvarvirki
Fyrr í mánaðinum hevði Sosialurin tema um uppsjóvarvinnuna.
Vit prenta her eina stytta útgávu av samrøðu við Sigurð S. Simonsen
Idealisma og alskur til
Fuglafjørð er drívmegin
Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði er ein meira enn 20
ára gomul ætlan, sum Sigurð S. Simonsen nú hevur
tikið stiga at fremja í verki. Hann heldur ríkiligt
rúm vera fyri trimum uppsjóvarvirkjum í Føroyum
- Fuglafjørður skal endurreisast sum høvuðsstaðurin
fyri uppsjóvarvinnuni á landi, sigur Sigurð S.
Simonsen býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri
Nýggja uppsjóvarvirkið
verður sunnast á
havnalagnum í Fuglafirði,
beint við frystigoymslurnar
hjá Bergfrost og virkið
hjá Havsbrún