hósdagur 30. januar 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jógvan við Keldu 70 ár
Í gjár, hósdagin 30. januar,
rakk Jógvan við Keldu teim
um 70. Jógvan er klaksvík
ingur við stórum K, og hann
hevur í mong ár verið við til
at sett dám á lívið í heim
staðnum, sum hann eisini
hevur umboðað úteftir.
Foreldrini hjá Jógvani við
Keldu vóru Gigga og Theo
dor við Keldu. Hon var ætt
að av Kirkju, men vaks upp
hjá Elsubu og Jóan Jakku
av
Viðareiði,
sum
hevði
útgerðarfelag og handil í
Klaksvík. Í hesum felag
num arbeiddi Theodor við
Keldu, sum var ættaður úr
Leirvík og hevði verið eitt
stutt skifti á posthúsinum
í Klaksvík, áðrenn hann
kom til Jóan Jakku. Gigga
og Theodor gjørdust góð og
giftust. Tey fyrstu árini búðu
tey í Vági, og tíðliga í fimmti
árunum fluttu tey norður á
Garðar. Tá var Jógvan stórur
smádrongur, og hann hevur
síðani búð á Gørðum.
Gigga og Theodor fingu
trý børn: Regin býr niðri, og
Jógvan og Ásla búgva í Klaks
vík. Jógvan við Keldu giftist
í 1965 við Betty Skaale av
Toftum. Tey bygdu niðanfyri
hjá Giggu og Theodor. Betty
og Jógvan eiga trý børn: Gun
vá, Pætur og Tóra, sum øll
búgva í Klaksvík.
Sum blaðungur arbeiddi
Jógvan
á
Bollafabrikkini
hjá Kjølbro, har John Høj
var stjóri. Síðani var hann
á kontórinum hjá Kjølbro.
Jógvan droymdi um at eiga
og reka sína egnu fyritøku,
og hann var ikki meiri enn
átjan ára gamalur, tá ið hann
hevði fingið fyrsta umboðið.
Tey fyrstu árini seldi hann
tuflur, klæði, mjøl og sukur
og so mangt annað, men so
legði hann seg eftir serligum
vørusløgum. Eitt nú PG te og
ymisk sløg av keks og góð
gæti. Jógvan dugdi at síggja,
at tað hevði stóran týdning
at hava gott samband við
viðskiftafólkini. Hann gav
Handilstíðindi
út,
hann
skipaði fyri skeiðum heima á
landi og ferðaðist saman við
keypmonnum í Danmark, og
hann var miðskeiðis í seksti
árunum við til at skipa fyri
fyrstu
vørumessunum
í
Klaksvík.
Seinni skifti Firma og
seinni Partafelag Theodor
við Keldu, sum heilsølan hjá
Jógvani nevndist, soleiðis, at
teir løgdu seg eftir at selja
IBM skrivimaskinur, IWO
frystidiskar, Hasler og Tec
kassaapparat og Divus vektir.
Hvat hesum vørusløgunum
viðvíkur
mundi
Theodor
við Keldu vera millum teir
fremstu í landinum síðst
í seksti árunum og fyrst í
sjeyti árunum. Áðrenn Jógv
an av álvara fór upp í poli
tikk, fóru teir at selja bilar
og maskinur, og í 1983 helt
fyritøkan uppat. Svágurin
og vinmaðurin, Leivur Fonn,
fór at reka sína fyritøku við
fleiri av vørunum, sum Jógv
an frammanundan hevði
umboðað.
Longu í 1970 varð Jógvan
við Keldu fyrstu ferð valdur
í Klaksvíkar býráð. Tá varð
hann valdur á fólkafloks
listanum saman við Hans
Andreasi
Jacobsen,
sála.
Eftir fyrsta skeiðið í býráðs
politikki stillaði Jógvan ikki
uppaftur. Men hann mundi
vera væl og virðiliga bitin av
politikkinum. Í 1980 bjóðaði
hann seg fram bæði til løg
tingsvalið og býráðsvalið,
sum vóru hetta heystið. Á
fólkaflokslistanum til løg
tingsvalið kappaðist hann
við Anfinn Kallsberg um at
vinna sessin eftir Hákun
Djurhuus, sála, sum ikki still
aði uppaftur. Anfinn vann,
men tað var tepurt, tí mun
urin var bara tvær atkvøður.
Á fólkaflokslistanum til
býráðsvalið hetta sama árið
duldi Jógvan ikki fyri, at hann
ætlaði sær at verða formaður,
og tað eydnaðist. Hann var
formaður í átta ár. Í 1988 tók
hann seg aftur, men í 1992
varð hann afturvaldur, og
tá var hann aftur formaður
í tvey valskeið. Hann var
sostatt býráðsformaður í 16
ár og tað er framvegis met í
Klaksvík.
Hóast Jógvan var lands
politikari í fleiri ár, so fjaldi
hann ongantíð, at tað, sum
lá honum næst, var at sita í
fremsta politiska sessinum í
Klaksvíkar býráði
Jógvan er fryntligur og
hugnaligur at vera saman
við. Sjálvt um hann kann
gera onkran vørrin við hvørt,
so hevur hann eitt lætt og
ljóst sinni, og tað vóru góðar
dygdir at hava, tá ið hann
skipaði fyri í Klaksvík og
umboðaði býin. Jógvan varð
valdur á ting í 1988. Í fyrsta
umfarinum var hann tvey ár
í løgtinginum. Fínteljingin
eftir valið í 1990 vísti, at eyka
valdi fólkafloksmaðurin var
valdur í Suðurstreymi og
ikki í Norðoyggjum. Í 1994
var Jógvan ikki á listanum.
Í 1998 varð hann valdømis
valdur tingmaður, og tað var
hann eisini í 2002 og í 2004, tá
ið hann eitt skifti var lands
stýrismaður.
Millum politisku málini,
sum
føðingardagsbarnið
gekk mest uppí, vóru sjúkra
húsið í heimbýnum og sam
ferðsluviðurskiftini.
Tað
er einki at taka seg aftur
í, at hann gekk undan og
var áhaldandi í stríðnum
at vinna norðoyingum fast
samband um Leirvíksfjørð.
Í meiri enn eina hálva
øld hevur Jógvan nýtt sínar
musikalsku gávur í samkom
uni í Betesda. Sum stórur
drongur fór hann at spæla
orgul í sunnudagsskúlanum,
hann
hevur
spælt
á
møtunum í fleiri enn 55 ár,
og hann hevði ábyrgdina av
sangkórinum í væl meiri enn
fjøruti ár. Framvegis stjórnar
hann
Seytjan
sangarum.
Jógvan hevur komponerað,
sett út og yrkt. Tey, sum hava
skil á tí, siga, at hann er eitt
nátúrtalent í musikkinum.
Tær
umstøðurnar,
sum
musikkáhugað nú á døgum
hava at fara aðra staðni at
nema sær kunnleika, vóru
ikki, tá ið Jógvan var ungur.
Men Jógvan hevur avrikað
nógv við teimum musikk
evnunum, sum hann hevur
fingið frá Skaparans hond,
og hann hevur eisini stríðst
fyri at fáa í lag og betr um
støðurnar hjá Klaksvíkar
Musikkskúla.
Tá ið so nógv er á skránni,
kundi tað kanska bent á, at
stundir ikki vóru til annað
enn sang, tónleik og arbeiði.
Hóast hann er pensionistur,
so
er
Jógvan
framvegis
hvønn dag á skrivstovuni, og
hann gongur nógv í náttúr
uni. Betty og hann eiga eitt
fyrimyndarligt heim, har
gestablídni og Gudsótti altíð
hava verið sett í hásæti.
J
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 30. januar høvdu Nelly og Piddi Olsen í
Saltangará diamantbrúdleyp.
Silvurbrúdleyp
22. mars kunnu Ruth og Sólbjørn Thomsen hátíðarhalda
silvurbrúdleyp og hendan sama dag fyllir silvurbrúðgómurin
50 ár. Veitslan verður hildin í Dansifrøði 22. mars kl 19. Tey,
sum vilja gleðast saman við okkum hendan stóra dag vera
vinarliga biðin um at boða frá áðrenn 1. mars á tlf. 31 67 55 ella
22 96 57 ella á teldupost ruththomsen@olivant.fo.
95 ára føðingardagur
Ragnhild Poulsen, Oyrareingir, fyllir 95 ár 31. januar.
Dagurin verður hildin leygardagin 1. februar frá kl 15.00 til
uml. 19.00 á Ellisheiminun á W. U. Hammersheimbsgøtu.
90 ára føðingardagur
5. februar verður Anna Thomsen, Saltangará, 90 ár. Dag
urin verður hildin í Sjókafeini 8. februar millum kl 18 og 21.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár. Dag
urin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í húsinum
hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda dagin saman
við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552 ella 512552 seinast
11. febr.
65 ára føðingardagur
Mánadagin 3. februar verður Ásgerð Stenberg úr Vági 65 ár.
Tey, ið vilja gleða Ásgerð, eru hjartaliga vælkomin í Stóra
Pakkhús leygardagin 1. februar, frá kl 19.
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 2. februar fyllir Sigurð Petersen, Tvøroyri, 60
ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 14.00 til kl. 20.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.