Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta er ein klumma. Hon eitur Eygamálið. Orðið klumma finst ikki í Móðurmálsorðabókini – sum heldur ikki eitur soleiðis, men Føroysk orðabók. Leitar tú eftir orðinum klumma, rennur tú teg í lýsingar­orð sum klumprutur, klumsin ella klumputur, ið helst ikki eru neyðug at greiða frá. Men tey merkja okkurt óslætt, óstortsligt ella okkurt, ið ikki sigur so nógv. Eygamál harafturímóti – tað finna vit í orðabókini. Og tað merkir tað øvugta. Tað er at evna við berum eygum at meta um mál og fráleika. At hava gott eygamál er at duga meta neyvt um hetta uttan tey nógvu hjálparamboðini. Og tað er ikki serliga klumput.   Í hesum døgum verður nógv tosað um handfaringar av málum og evnini at meta um sínar egnu førleikar og luttøkuføri av ymiskum slagi. Tað skulu vit ikki dvølja við á hesum teigi, men lata okkara góðu journalistar um. Journalistar, ið forrestin kemur av franska orðinum jour, ið merkir dagur – nakað, ið er tíðarbundið. Nakað, ið hevur dagin at gera, nakað ið er komandi og farandi. Tað er tað, ið tíðarbundin tíðindi ofta snúgva um. Men uttan dagin kunnu vit ikki liva, og tí er brúk fyri einum dugnaligum fjórða statsvaldi, sum megnar at lyfta okkum upp úr tí dagliga hurlivas­ an­um og skoða sosialu, stjórnmálafrøðiligu og kanska spunafrøðiligu samanhangirnar. Men lyfta vit okkum eitt sindur upp um dagin og tað tíðarbundna, kunnu vit skimast eitt sindur í erva. Og kanska eru vit tá so mikið fræg, at vit tá kunnu skoða oman yvir landið, lívið, dagin og ja, sjálva mentanina her á landi. Tá er talan tíbetur ikki um nakað klumsut og óskaffi­ ligt, men heldur um fólk, hvørs eygamál er rættiliga gott, tá talan er um okkara trivnað og tørv – bæði tað tíðarleysa og tíðarbundna. Fólk, hvørs eygamál fyri tjóð og máli er dygt og dugnaligt. Sjálvur fegnaðist eg herfyri, tá mentanarvirðislønir herfyri vóru latnar til fólk, sum so væl hava lýst og ment mál og myndir og mentaskap her heima. Og líta vit frameftir og úteftir tykist eisini, sum ferð aftur er komið á Norðurlandahúsið, sum bæði sendir faldarar út í hvørt hús, samstarvar við Kringvarpið og bjóðar alskyns tiltøk fram í hesum døgum. Um hetta hevur nakað við nýggj fólk á staðnum skal eg ikki kunna siga. Tað er altíð torført at pástanda nakað uttan neyv tøl og hagfrøði annars. Men uttan at ljóða alt ov klumsutur og klumbrutur sigur mítt avmarkaða eygamál mær, at júst í Norður­ landahúsinum grør um gangandi fót fyri tíðina. Og tøkk skulu tey hava fyri tað.   Tí tað er sum Churchill, gamli tók til, tá onkur heldur klumsut ætlaði at skerja mentanarpartin í Bretlandi undir seinna heimsbardaga. - Then what are we fighting for?, svaraði Churchill. Hvørjum stríðast vit so fyri?, spurdi Churchill. Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Eygamálið kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Lán í knappari vending Jonhard Eliasen Baader-kreditturin í 1996 Í bløðunum á vári 1996 lesa vit yvirskrift til grein um sokallaða ‘Baader-málið’, at Jørgen Niclasen ikki vil kall­ ast tjóvur. Í greinini verður hann endurgivin fyri at siga: “Eg ætlaði mær ikki at stjæla maskinurnar frá Fiska­virk­ ing. Eg lænti tær í einari knapp­ari vending.” Hóast ‘lánið’ varð framt í knappari vending – og utt­ an at spyrja lángevaran um loyvi –, so vóru sambært øðrum blaðgreinum stundir at skifta spjaldur á nýggjari maskinu um við tað á eldri. At spjaldraumskiftið fór fram, váttaðu bæði táverandi stjórin og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking. Politikkur kom í málið, tí Jørgen var politikkari. Sjálvur Richard Mikkelsen sigst at hava verið við til at leggja lok á málið. Ikki mundi hann ynskja sjálvtøku-kre­ dittin hjá Jørgeni fyri í rætt­ inum. Hetta kundi hava við sær, at í so long tíð gekk áður enn viðurskiftini millum Dan­mark og Føroyar vóru fing­in í rætt lag aftur eftir banka­kreppuna fyrst í 90-árunum. Sjálvtøku-kredittir í árunum 1989-93 Fríggjadagin tann 17/1- 2014 skipar Jørgen fyri tíð­ inda­fundi. Hann er lands­ stýrismaður í fíggjar­málum og sostatt hægsti tollstjórin í landinum. Tað er tó ikki sum tollstjóri, at hann skipar fundin, men sum persónur við politiskari lívsleið. Fund­ urin snýr seg um leik­lut hansara sum stjóri í felag­ num P/f N. Niclasen frá 1989 og nøkur ár fram. Rúgvusmikið skjalatilfar verður útflýggjað á tíð­inda­ fundinum. Ikki fáa miðlafólk stundir at seta seg inn í hetta á fundinum sjálvum, og verður skilið á fundinum har­eftir. Men við at lesa út­ flýggjaða tilfarið gerst fylgj­ andi greitt: 1. Sum stjóri fyri P/f N. Nicalsen hevði Jørgen ábyrgd­ina av, at vørur á óreglu­ligan hátt vóru tiknar úr tollgoymslu og seldar í handli, hann var stjóri fyri. 2. P/f Skipafelagið (Før­ oya­leiðin) hevði mótvegis to l l - my n d u g l e i ku n u m ábyrgd­ina av goymsluni, men hevði Skipafelagið lat­ ið Jørgeni lykilin til goymsl­ una í tí trúgv, at hann helt skil á henni á reiðiligan hátt. Afturfyri rindaði Skipa­felagið fyritøkuni hjá Jørgeni pening fyri ómak­ in. Álitið, Skipafelagið hevði litið Jørgeni í hendi, sveik hann so dyggiliga. Hetta mátti Skipafelagið stað­ festa, tá ið dómur fall í Før­ oya Rætti, og sum hevði við sær, at Skipafelagið til tollmyndugleikarnar mátti rinda fyri mongu ‘láni­ ni’ Jørgen hevði tikið úr goymsl­uni ‘í einari knappari vending’. 3. Fíggjarkrøvini, sum toll­valdið hevði mótvegis fyr­ i­tøkuni hjá Jørgeni, kundu ikki gerast neyvt upp, tí skjølini, sum lýstu inn­gang­ andi vørustreym til toll­ goymsluna, mangan ikki vóru latin tollmyndugleikunum. Við øðrum orðum – og torført er at seta onnur orð á hesa framferð – var talan um tað, sum á vanligum málið verður rópt, smugling. Tíðindafundurin: Dálkandi reinsingin Føroyski veljarin er tolsamur. Hann roynir at skilja tað, ið fer fram, og ber í mongum førum yvir við onkrum, sum møguliga ikki er farið rætt fram. Hetta kundi Jørgen havt í huga. Hann kundi á fund­inum greitt frá, at hann sum stjóri fyri P/f N. Niclasen var í torførari støðu, og at hann tíverri hevði tikið óhepnar avgerðir ... tá hann var ungur ... langt síðani. Síðani kundi hann biðið um umbering; til dømis mótvegis teimum, hann hevði svikið, og sum varðaðu av Skipafelagnum. Kanska hann kundi toygt seg so langt sum til at biðja skattgjaldaran um umbering fyri, at landskassin hevði mist pening av hansara ávum. Og síðani kundi hann greitt frá, at hann í dag var ein annar maður, ið hevði lært av mistøkum sínum á yngri árum. Hetta valdi Jørgen ikki at gera. Tvørturímóti. Tað var Skipafelagið, sum var eini ‘skurkurin’, tí hetta felagið mótvegis toll­mynd­ ug­leikanum hevði ábyrgdina av goymsluni, ið sama felag rindaði honum pening fyri at halda skila á. Og tað var Toll og Skatt, sum var annar ‘skurkurin’, tí myndugleikin ikki hevði steðga honum í mongu ‘lán­tøkunum’ á toll- goymsluni. Samstundis, sum Jørg­ en á tíðindafundinum av­ dúk­aði veikleikar í eftir­ lit­inum hjá Toll- og Skatt og Skipafelagnum, so førdi hann seg fram sum sanna vinnulívshetju. Við fram­ løgu sínari á fundinum metti hann seg at hava reins­að seg sjálvan og við hes­um at vera virðiligan til starvið sum landsins hægsti kassa­ meistari. Tá ið málið kom fram aftur fyri umleið 6 vikum síðani, greiddi Jørgen frá, at hann var stoltur av tí, hann avrikaði sum stjóri í fe­lagnum P/f N. Niclasen. Á tíðindafundinum nakrar vikur seinni – eftir at advo­ katur hansara hevði funnið fram tilfar úr ymsum skjala­ goymslum – tó ikki tí hjá Jørgeni sjálvum – sigur Jørg­en, at hann nú, eftir ná­greini­liga at hava sett seg inn í málið, er ‘uppaftur stoltari’ av tí, hann sum stjóri avrikaði. Jørgen í dag – eitt lán frá framtíðini í knappari vending Manipulatiónin, ábyrgdar­ und­anstøkkingin og ill- viljin móti at viðganga egin mistøk á tíðindafundinum lýsa persónsmenskuna hjá Jørgeni í dag. Hetta hevur upp­aftur størri týdning fyri politisku viðurskiftini í nútíðini enn tað, hann for­ tíðini stóð fyri. Arbeiðshátturin hjá Jørg­ eni í sambandi við flatskattin og forskots­skattingina av eftirlønaruppsparing eru dømi um, at muran í Jørg­ eni framvegis er tann at vera eftirsnarin heldur enn fyrivarin.Neyvan er hann fjeppari hjá gamla reið­ar­ anum, Møller, sum mælti til “rettidig omhug” heldur enn “smart i en fart”. Fyri kortum og við flat­ skattaskipanini setti Jørgen sum fíggjarmalaráðharri hol á landskassan. Økti við hes­um hallið við umleið 300 mió kr. Síðan fór hann undir at pjøssa upp á lekan. Hetta skipaði hann fyri við at taka inn pening til landskassan við at forksotsskatta eftir­ lønarinngjøld. Við demo­ grafisku gongdini í samfelagi okkara í huga - fleiri eldri og gomul verða í mun til tey, sum eru í vinnuførum aldri - er hetta alt annað enn skynsom loysn. Við for­skotsskattingini hevur Jørgen tikið lán úr framtíðini til lands­kassan. Alt hetta hendi so brádliga. Lán í einari knapp­ari vending?