Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Jógvan við Keldu fyrrverandi borgarstjóri, løgtings- og landsstýrismaður T að var kendi amerkanski for­ setin og landsfaðirin, Thom­ as Jefferson, sum segði nak­ að soleiðis longu í 18 . øld: “Tað eg havi lisið úr søguni, hevur sann­ført meg um, at flestu vána­ligu stjórnar­ úr­slitini eru komin burturúr “ov nógvum stjórnarræði””! Vit kunnu fegnast um, at land okkara her í Norðuratlantshavi hevur eitt demokratiskt stýrislag, sum tó ikki er uttan lýti. Vit hava so ofta hoyrt tiltiknu orðini hjá heims­kenda politikaranum og úr­ mælinginum Wintston Chur­chill ið segði nakað soleiðis: “Demo­krati er vánaligasti háttur av stjórnar­ skip­anum, undantikið eru allar hin­ar, sum frá tíð til aðra hava verið royndar”! Valdsbýtini greið men ymisk Valdsbýtið liggur í trimum rásum: 1. Lóggevandi valdið, 2. Útinnandi valdið og 3. Dømandi valdið. Síðani 4. ríkisvaldið, sum fjølmiðlarnir ofta verða nevndir. Fyrsta og annað valdið kenna vit politiskt, vita hvar hesi standa, hvørjar ætlanir flokkarnir kunnu hugsa sær at fremja til høgru ella vinstru, sosialistisku leiðina ella borgarligu. Umframt, fyri at gera tað meiri trupult, skal politiski myndu­gleikin taka støðu til sam­ band og sjálvstýri. Tað ber sjálvandi í sær, at torførari gerst at fremja úr­ slit. Hesar politisku staðfestingarnar eru vanliga eyðsýndar. Triðja ríkisvaldið er tað dømandi, sum hevur eina serliga ábyrgd bæði at halda seg til objektivitetin og sleppa sær undan inhabiliteti, nak­ að sum hesin maktfaktorur tekur í djúpasta álvara. Fjórða ríkisvaldið, sum heft verður á føroysku fjølmiðlafólkini, er til fyri at ansað eftir serliga teim­ um báðum fyrstu, ja “eitt slag av varðhundi”. Hetta eru tey, sum van­ liga eiga at hyggja at sam-felagnum úr erva og soleiðis halda seg á ein hátt so objektivan sum gjørligt og helst uttan inhabilitet, ella vera ógegni. Hvussu við óheftni og objektiviteti Í londunum uttan um okkum verð­ur rættiliga nógv kjakast um teirra objektivitet og inhabilitet. Ikki bara eru tað fólk uttanfyri fjølmiðlaheimin, men ikki minni millum fjølmiðlafólk, og tey eru sera ósamd – sjálvandi – um hvønn annan ella hini, hvussu objektiv ella subjektiv hini eru og hvussu til stendur við habilitetinum. Havi lagt til merkis, at kendi og nógv umhildni og av journalistum virdi professarin, John C. Merrill, skal hava sagt, “at tann mest skyn­ sami hátturin at síggja objek­tivi­ tetin er, um ein hyggur at hug­tak­ inum sum fyrimynd, sum strevast eigur at vera fram ímóti, men sum ógjørligt er at náa”! - Soleiðis eru bæði politikarar og journalistar eisini fevndir av hesum - sjálvandi. Ikki er heilt óhugsandi heldur, at teir av og á eru meiri inhabilir, enn hesir sjálvir geva sær far um. Sá í einum innleggi hjá danska fyrr­verandi sjónvarpsvertinum og høvundinum, sum nú hevur egnu fyritøku, Paulu Larrain, hon tekur soleiðis til: “Sum menniskju eru vit ikki óheft. Journalistar serstakliga ikki, tá torført er bæði at vera óheft­ ur (líkasælur) og samfelagsliga bund­in samstundis”. Sum fyrr nevnt, so vita vit, hvar tey bæði fyrru ríkisvaldsbýtini polit­iskt hoyra heima. Triðja valdsbýtið kundi eg hugsa mær er í serflokki. Meðan vit í fjórða valdinum, kunnu gita, hvar hesi hoyra heima politiskt. Av og á verður skeivt gitt, meðan til aðrar tíðir ber til at raka rætt. Hóast hetta, hevur borið til at fylgt teimum, sum einaferð høvdu starv sum journalistar og síðani lótu seg stilla upp politiskt. Veljarakanningar altíð áhugaverdar Fyri stívliga ári síðani varð gjørd ein víðfevnd veljarakanning mill­ um norðurlendsk fjølmiðlafólk, sum varð kunngjørd á Nordiske Medie­dager. Kanningin hevði ein áhuga­verdan og greiðan boðskap við hesum úrslitum: Í Danmark atkvøddu jour­nal­ ist­ar: 30% fyri Radikala flokkinum, 20% fyri Javnaðarflokkinum, 17 % fyri Eindarlistanum og 13% fyri SF. T.v.s. 80% høvdu atkvøtt fyri nú­sitandi donsku stjórnini, meðan flokkurin Vinstri fær 11%, LA 5% og 1% til DF og 2% fyri Konservativa flokkinum. Høgri vongurin fær sostatt 20%. Í Noregi høvdu 60% atkvøtt fyri Mið-Vinstru flokkunum. Í Svøríki liggur talið á 77% ið høvdu stuðlað Reyð-grønu flokk­ unum. Hesi tøl eru tikin úr “Jour­nal­ isten”. Hvussu sær so út við politikki og journalistikki í Føroyum So er spurningurin, hvar er velj­ ara­kanningin fyri føroysk fjøl­ miðlafólk! Kundi verið áhugavert at sæð hana. Um hon ikki er gjørd, so eiga vit ikki at standa aftanfyri hini norðurlondini, sum vit oftast sammeta okkum við. Eitt hissini dømi afturat, sum kann verða tikið til eftirtektar og eftirtanka. Ein kanning varð gjørd um tiltikna málið um Vejlegården, um hvussu ymist Jyllands-Posten og Politiken viðgjørdu hetta málið. Her var jú talan um víðfevnt fak­ felagsstríð. Úrslitið er púra greitt, at meðan JP týðiligt tók støðu fyri Krifa og Vejlegården, fór Poli­ tiken hinvegin í part við 3F og vinstravonginum. – Hóast vituligt er, hvønn vegin tey hella, er hetta bæði áhugvert og sigandi! At blaðstjórin á Norðlýsinum er sambandsmaður er eingin í iva um. Tað hevur hann meiri enn eina­ ferð lagt herðslu á, samstundis, sum hann hevur verið formaður í Norðoya Sambandsfelag. Ein kann hava varðhuga av, hvar blað­stjórin á Sosialinum stendur, hóast hann fleiri ferðir hevur lagt dent á, at hann ikki er “í nøkrum flokki”. Annars tykist støðan hjá størra hópinum av føroyskum fjøl­miðla­ fólkum at verða sera opin, hóast dúgliga hevur verið og verður gitt. Sum fleiri útlendskir journalistar siga: “Ger tað nakað, um fólkið veit, hvar vit standa politiskt”? Tí er altíð “betur er at vita enn gita”, og tí er áhugavert at spyrja, “hvar veljarakanningin er”! Veljarakanning var fyri stívliga ári síðani gjørd av norður­ lendskum jour­nalistum, sum gav eina greiða ábending. – Hvar er føroyska veljara­kanningin? Eru trupulleikar við objektivitetinum hjá fjølmiðlafólkum og politikarum