Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aldursmarkið 18-67 ár, BPA og fleksiblari stuðulsskipan Javni á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum: Javni Í kjalarvørrinum av neyðar­ róp­inum í Sosialinu m tann 13. des. 2013 um Malenu Arn- holdsdóttir og son hennara Ólav M. Eliassen var Javni í seinastu viku á fundi við lands­stýriskvinnuna í al­ manna­málum. Umframt Malenu og Ólav, eru fleiri í líknandi støðu, sum líða undir, at væl­ferð­ arsamfelagið Føroyar ikki livir upp til ST-sáttmálan, at geva fólki virðilig kor og val­møguleika, tá tað kemur til bústað og tænastu. T.d. kenna vit fólk við fjølbreki og sein­heilaskaða, har tæn­ ast­an als ikki tilletur, at tey og av­varðandi fáa livað eitt van­ligt lív. Tað vísir seg, at um eitt bú­staðatilboð ikki hóskar einum persóni, sum er yvir 18 ár, so heldur stuðul til um­ sorgan uppat. Hvat er trupulleikin? Yvirorðnaði trupulleikin er aldursmarkið 18 - 67 ár. Tá ein persónur fer frá barna­ økinum yvir í vaksna­manna­ økið heldur skyld­an hjá tí almenna yvir fyri familjuni uppat. Har­um­framt gera sið­ venj­ur í Al­manna­verk­in­um seg eisini gald­andi t.d. við­ víkjandi stuð­uls­skip­anini. Um onki bústaðatilboð er, sum hóskar til viðkomandi, verður hann noyddur at búgva í barndómsheiminum. Um­framt pensjón, fær við­ kom­andi kanska tilboð á vardum verkstaði og nakrar fáar stuðulstímar. Søgan um støðuna hjá Malenu og Ólavi er eitt gott dømi um, hvussu galið tað kann ganga. Heilsu­ støðan hjá Ólavi ger, at hann tíðum noyðist at vera heima frá arbeiðnum á varda verk­ staðnum. Tá hevur hann tørv á at hava kompetentan per­ són hjá sær. Av tí, at heilsustøðan hjá honum er av slíkum slagi, at tað ikki ber til at leggja til rættis frammanundan, nær tørvur verður á hesum um­ sorganarpersóni, so hevur Almannaverkið ikki megnað at sett stuðulsskipan inn, sum kundi gera tað møguligt, at Malena bleiv meira støð­ug arbeiðskraft. Malena hev­ ur ikki kunnað havt lønt arbeiði á sínum arbeiðsplássi í meira enn fýra ár. Tey bæði hava tí verið noydd til at liva av hansara pensjón og røktarviðbót. Tað sigur seg sjálvt, at ein almannaveiting, sum er ætlað einum fyri­ tíðar­pensjonisti ikki røkkur til tvey at liva fyri. Frá fyrsta degi, fyri meira enn fýra árum síðani, hevur Malena søkt um at fáa okkurt endurgjald. Tosað hevur verið við øll starvsfólka- og leiðsluløg, heilt frá gólvinum og til landsstýrismannin í al­ mannamálum og tosið hevur snúð seg um allar hugsandi loysnir. Men NEI. Har er onki at heinta! • Kunngerðin um ansingar­ løn, verður bara veitt til avvarðandi at persónum undir 18 ella yvir 67 ár. • Endurgjald fyri mista ar­ beiðsinntøku er ætlað for­ eldum at børnum undir 18 ár. • At gerast stuðul hjá sínum egnu? Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur heimild úr §32 í forsorgarlógini. Ongin lóg ella onnur for­ skrift forðar fyri, at av­ varðandi gerast stuðlar hjá sínum egnu, um tað er tann besta loysnin her og nú. Men NEI; her hevur Almannaverkið gjørt av, at tað ber ikki til við teirri grundgeving, at tað hevur verið okkurt dømi, har tann loysnin var óheppin. Altso ein siðvenja, sum ST- sáttmálin ávarðar ímóti. Hvat er at gera? Ein loysn kundi verið at loyst upp fyri 18-67 ára aldurs­ mark­inum. Soleiðis kundu avvarðandi at fólki við menningartarni, sum ikki fáa nøktandi almenn tilboð, fingið antin fyri mista arbeiðsinntøku, ansingarløn ella gjørdust stuðul hjá sín­ um, tá ið viðurskiftini gera tað neyðugt. Afturat vanligu stuðuls­ tæn­astuni eigur at verða møguligt at velja tann í okk­ara grannalondum sera vældámda BPA stuð­ul­in. BPA stendur fyri Borgara­ stýrd Persónlig Atstøða (assi­ stansa). Tað er ein stuðuls­ tænasta, sum verður gold­in úr sama kassa, sum van­liga stuðulsskipanin. Mun­urin á hesum báðum stuðuls­tæn­ astunum er, at í BPA stendur borgarin við róðrið. Hann vel­ur sín stuðul/stuðlar, hann velur nær stuðulin skal brúkast og hvussu. Í øll­ um okkara grannalondum veitir lóggávan karmar fyri BPA. Javni ynskir inniliga, at føroyingar eisini skulu hava møguleika at velja BPA tænastu. Niðurstøða Á fundinum segði lands­ stýriskvinnan, at sjálvandi skuldi tað verða møguligt hjá avvarðandi at verða stuðul, um tað er tann besta loysnin. OK... hví so ikki byrja beinanvegin? Á fundinum bleiv eisini gjørd niðurstøða um, at tvey fólk úr Almannamálaráðnum saman við fólki úr Al­manna­ verkinum innan ein mánað skulu hava funnið ein leist fyri, hvussu ein roynd­ arverkætlan við BPA skal síggja út og nær hon kann byrja. Javni fær fundar­ innkalling umleið ½ februar. Og tá síggja vit fram til at Malena og tey og fleiri við teimum, fáa loysn á óhaldbaru støðunum tey eru í. Heimatænastan kann ikki bíða Hóast eldraøkið verður lagt út til kommunurnar í 2015, heldur TIGN ikki, at vit kunnu lata standa til inntil ta tíð. Hetta gjørdi felagið greitt á fundi við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hósdagin í farnu viku Tign Hósadagin 23. januar 2014 var TIGN á fundi við lands­ stýr­iskvinnuna við al­ manna­málum, Anniku Ol­ sen. Fund­urin snúði seg í høv­uðs­heitum um støðuna í heima­tæn­astuni. Støðan á røktar­heim­un­um bleiv tó eis­ini stutt umrødd. Støðan í heima­ tænastuni Sum øllum kunnugt, ið kenna til heimatænastuna, virkar hendan ikki, sum hon skal. Trupulleikarnir tykjast at vera stórir og grundleggjandi. Spurnartekin kann setast við mestsum alt, frá struk­ tur­inum, tí fíggjarligu stýr­ ing­ini, tilrættarleggingini av dag­liga arbeiðinum og starvs­fólkaleiðsluni. Tann yvirskipaða yvir­ skriftin má tó vera leiðslu­ trupul­leikar. Fleiri evni vórðu um­rødd á fundinum við lands­stýris­ kvinnuna, men endamálið við fundinum var at kunna um starvsfólkaleiðsluna í heima­tænastuni í høv­ uðs­staðarøkinum, sum er alt annað enn góð. Støðan má metast at vera akutt, hóast hon hevur verið soleiðis í áravís. Tað hevur verið frammi í miðlunum, at starvsfólk mugu standa skúlarætt fyri líkt og ólíkt. TIGN hevur frætt, at um starvsfólk siga nakað, sum ikki hugar leiðsluni, skort­ ar ikki við verbalum yvir­ hálingum og ágangi av ym­ iskum slag. Hetta er ikki í lagi. Tað ber ikki til at fáa heimatænastuna at virka undir slíkum umstøðum. Førleiki og kvalitetstrygging TIGN setur spurnartekin við, hvørjir førleikar vera settir til leiðsluna, um nøkur krøv vera sett til hennara avrik og um nøkur kvalitetstrygging er av hesi leiðslu. Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum er galdandi fyri alt landið er, at leiðslan í heimatænastuni hevur gjørt eina skipan, sum tekur útgangsstøði í skipanini sjálv­ ari, heldur enn í tí einstaka borgaranum. Hendan skipan hevur mestsum fingið eitt sjálvstøðugt lív. Um víst verður á trupulleikarnar, er aftursvarið, at soleiðis er skipanin. Hetta broytir tó ikki ta støðu, at leiðslan skipar skipanina og hevur ábyrgdina av henni, eisini tí, sum ikki virkar. Tað er alneyðugt, at hesin hug­burð­ ur verður broyttur, og at út­ gangsstøðið verður tikið í einstaka borgaranum og ikki skipanini. Vanrøkt og fakbólkastríð Tað hoyrist eisini kring alt landið, at borgararnir ikki fáa tær tænastur, sum teir eru visiteraðir til. Heili­vág­ ur verður ikki altíð givin, sum hann skal, borg­arar eru, ið ikki hava verið í bað í fleiri mánaðir. Frá­sagn­ ir­nar eru nógvar, og tað er eyðsæð, at galið er við fyri­ skipanini av arbeiðinum í heima­tænastuni, og at ongin kvalitets­tryggjan er av tænastunum har. Ein annar generellur trupul­leiki er samansetingin av starvsfólkinum. Stríð er ímillum starvs­fólka­bólk­ar­ nar, sum ongin endi tykist at vera á. Heilsurøktararnir hava torført við at sleppa at gera tær uppgávur, sum tær eru útbúnar til. Harafturat eru tær fáar í tali og hetta kann undra, tá hugsað verð­ ur um teirra førleikar. Onga­ staðni er støðan so ring sum í høvusstaðarrøkinum, har bert tveir heilsuhjálparar eru í starvi og eingin heilsu­ røktari. Ófaglærd arbeiðs­ kraft verður í stóran mun brúkt, og tað hoyrist, at óroynd ófaklærd starvsfólk verða send út á markina uttan stuðul og vegleiðing. Hetta má merkjast á kvali­ tet­inum á tænastunum, og tað ger tað eisini. Tað síðsta, TIGN hevur frætt, er, at heima­tænastan nú setur í starv ófaklærdar, útlendskar enskttalandi heimahjálparar, sum ikki duga føroyskt. Støðan á røktar­ heimunum TIGN hevur gjørt vart við, at hóast tvær eykajáttanir eru lætnar økinum, merkist ongin broyting í gerandisdegnum. Tað hevði verið ynskiligt, um greiða fekst á, hvat røktarstøðið man frá politiskari síðu ynskir, hvat hetta kostar, og um viljin er til staðar at lata økinum neyðugu pengarnar til hetta. At onki merkist kann tó eisini í ávísan mun tilskrivast leiðslunum á røkt­ arheimunum, og tað sæst eisini, at støðið á heimunum er ymiskt, hóast pengarnir eru teir somu. Spurnartekin er eisini sett við, um brúkararáðini á røktarheimunum virka sum ætlað. Landsstýriskvinnan segði, at hon fer at kanna hetta nærri. Hóast eldraøkið verður lagt út til kommunurnar í 2015, heldur TIGN ikki, at lands­stýriskvinnan kann lata standa til inntil ta tíð. Tað eru 11 mánaðir eftir av árinum, og so leingi kunnu vit ikki lata fólk liggja í hjálpar­loysi.