hósdagur 30. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
“Umboðið” á Svínaryggi fyri hesa nú
meira kendu bygd er Maria Dortheu
Udbø Johansen, vanliga kallað Mia,
fødd 10. oktober 1900.
Hon giftist í 1924 í Havnar kirkju
við Axel Mortan Johansen. Hann
var føddur 26. oktober 1889 og varð
doyptur jólaaftan í Havnar Kirkju.
Foreldrini vóru Cathrina Malena
Rasmussen og kendi bátabyggjarin
Elias Johansen í Rættará. Axel var
smiður sum fleiri í ættini.
Mia fór tíðliga at arbeiða á
fiskabollafabrikkini hjá Valdemar
Lützen í Rættará. Í 1925 fekk hon
pláss hjá handilsmanninum Her
man Christian Lauritsen og var
har, til hann doyði í 1955. Eftir tað
var hon heimagangandi.
Tey fingu børnini Hanna, f. 1921,
Kaj f. 1924, Elinor f. 1925, Olgott og
Åge.
Aksel doyði longu í 1932, í 1938
doyði sonurin Kaj. Mia sjálv doyði í
1963. Tey eru øll jarðað á Svínaryggi.
Annars var nýggi kirkjugarður tikin
í brúk í 1935. Men tey sum áttu
hjúnafelaga ella næstringar í gamla
kirkjugarði fingu grøv saman. Tí
eru Kaj og Mia jarðað saman við
Aksel.
Ættin
Søgan hjá ættini hjá Axel er fyrr
lýst í hesi røð. Tí verður hendan
greinin um ættina hjá Mariu. Hetta
er gjørt takkað verið bókini Úti á
Bø hjá Arnstein Niclasen, sum er
av somu ætt sum Maria. Arnstein
hevur avrikað eitt vala verk, har
bygdin og nakað væl afturat verður
lýst væl og virðiliga. Ein bygd, sum
fyrr hevur verið deyð, er nú komin
til lívs aftur.
Foreldrini hjá Miu vóru Ole
Andreas Udbø (1864-1939) og Louise
Malene Michelsen (1865-1928). Tey
vóru úr Havn og giftust í 1893.
Systkini hjá Miu vóru:
Frida Julianna f. 1894, giftist við
Lars Petur Johannesen f. 1895
Johan Hendrik Frits f. 1895
Johanne (1897-1918), ógift.
Andrea (1904-84). Hon giftist við
Anders Johansson f 1895, sum var
svenskari. Ein sonur var Gundur
Schiller, kendur handilsmaður í
Havn.
Pápi Óla, abbi Miu, var Andreas
Niclassen Udbø (1842-1923), føddur
í Bø og doyði suðuri í Vági. Í 1865
giftist hann við Johanne Olsen
(1845-1927) úr Havn. Andreas og
Johanna vóru ikki saman frá um
1870.
Johanna var systir Hans Olesen
f. 1837, hin uppsitaran úti á Bø. Eftir
komarar teirra eru sostatt ættað frá
báðum uppsitaraættunum.
Andreas, kallaður Andras í
Tippinum, var í 1870 í Vági sum
húskallur í Toftum. Hann hevði
hvanngarð, var hegnismaður til
handverk og eitt friðarfólk, sum
ofta las í Skriftini.
Pápi Andreas, Niclas Joen Erik
sen (1804-1884), var føddur á Bø.
Hann giftist 18.juli 1834 við Juliana
(Giljonnu) Andreasdatter úr Dali í
Havn. Hon varð fødd 21. juni 1810 í
Norðradali og doyði úti á Bø 29. juli
1892, hetta var seinasta andlátið í
bygdini.
Hini børnini hjá Niclas Joen Eriksen
vóru:
Joen Erik Niclasen (1835-1885)
Hann er ættarfaðir hjá Arnstein
Niclassen, kelduna til hesa
grein. Ein kendur maður í hesi
ættargrein var Dia á Bø, sum hevði
biograf í Havn.
Isalina Cathrine Niclasdatter
(1837-1913)
Charlotta Susanne Niclasdatter
(1840-1922)
Else Cathrine Niclasdatter Udbø
(1844-1929)
Gina Margreta Niclasen (1847-
1929)
Peter Hans Niclasen (1850-1899)
Sigga Sophie Niclasdatter (1854-
1932)
Dygdarfólk
Hesi bøfólkini vóru kend sum ein
støðug og trúføst lind av íðinskapi
og staðbundnum trúskapi mótvegis
teimum, sum tey strevaðust fyri.
Úti á Bø stóðu neystini til tvey
fýramannafør niðri á bakkanum,
har toftirnar enn eru til. Har høvdu
bømenn bátarnar liggjandi um
sumrarnar, men um veturin stóðu
teir í neystum í Kirkjubø, og tá róðu
teir út haðani.
Fyrst í 1850-unum fóru húsbønd
urnir báðir Byrgis Jógvan og Niclas
á Bø undir at gera lendingina meira
nýtiliga. Hetta var ikki bara sum at
siga tað. Tá loyvdu teir sær at søkja
løgtingið um studning til hetta
arbeiðið, sum umframt at vera
drúgført eisini var kostnaðarmikið.
Talan var um at lata 50 dálar. Men
tá ið avtornaði var hetta ikki unt
teimum.
Niclas var ein ógvuliga nær
lagdur útróðrarmaður. Hann fann
saman við syni sínum eitt longu
mið, har teir fyltu bátin. Teir fyltu
bátarnar har hvønn dag, ið teir
søktu miðið og hildu tað sum loyni
mið og doyði tað burtur.
Hildið var, at Niclas dugdi meira
enn at mata seg. Hann átti eitt
rúnakelvi, sum hann goymdi undir
høvdalagnum.
Í manntalinum frá 1880 er Niclas
75 ár og er at finna sum fátækra
limur heima á Garði.
Bømenn vildu ikki
hava bjargingarløn
Í november 1849 fóru velbastaðmenn
við báti handilsferð til Havnar. Tá
teir rundaðu Kirkjubønes, brast
hann á við illveðri. Teir vendu við
aftur og komu til teir hættisligu
bøboðarnar, sum tá vóru uppi.
Hesir vóru ikki at spæla við.
Tá varnaðust bømenn, at vandi
var á ferð bæði fyri bát og manning.
Teir báðir Byrgis Jógvan og Niclas á
Bø fingu sær reip og hildu til beins
suður gjøgnum líðina, har báturin
lá og andøvdi.
Tað eydnaðist báðum monnun
um at leypa í bátin og fingu í hesum
ringu líkindum bjargað honum til
lands.
Fyri hetta bragdið vildu mynd
ugleikarnir heiðra hesar báðar bø
menninar og veita teimum sømdar
gávu, 5 dálar í part, fyri bragdið.
Men hesir lítillátnu menninir vildu
ikki taka ímóti pengunum. Teir
hava uttan iva bert hildið seg hava
gjørt sína skyldu.
Úti á Bø
Bygdin, ella rættari húsið úti á Bø, lá
ein knappan hálvan tíma til gongu
frá Kirkjubø.
Tað var ein lon, og her búðu tær
tvær uppsitarafamiljurnar. Talan
var um eina samanbygda flagtakta
leingju í einari hædd í einari hædd
við felags inngongd niðanfyri.
Í hvørjari helvt vóru bara tvey
rúm, ein roykstova og eitt felags
rúm. Undir hesi flagtekjuni búðu
20 fólk.
Samlaða gólvvíddin var um 25
fermetrar í part, í dag ein heldur
lítil stova.
Búseting á Bø kann staðfestast
aftur til 1500 talið. Farið var
seinastu ferð úr Bø í 1894. Veturin
hevði verið óvanliga harður. Várið
1894 var bæði kalt og turt sum
millum annað merkti stórt felli í
lembingini, so har var ikki verandi.
Tískil fór bygdin í søguna.
HENDUR IÐ SLEPTU
Úti á Bø er eisini á Svínaryggi
Fleiri munnu hava hugsað um, hvat eftirnavnið Udbø stendur fyri. Millum jólagávurnar
kom undan kavi, at hetta er bygdin Úti á Bø, hvørs søgu nú er komin út
Komandi partur
Í komandi parti verða seinastu
gravirnar við steini lýstar og í
einum seinasta parti verður tikið
saman um hesa røð.
AXEL JOHANSEN
F. 1899 D. 1932
KAJ U. JOHANSEN
F. 1924 D. 1938
MARIA U. JOHANSEN
F. 1900 D. 1963
TAKK FYRI ALT
Maria Udbø Johansen
Toftirnar úti á Bø
Á kortinum sæst Kirkjubøur og Bø.
Bø