hósdagur 30. januar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
»Jóan«, tíverri, tú ert ein maður
– sjálvt Landsfólkayvirlitið sigur tað
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Spyrt tú Landsfólkayvirlitið,
um nakar eitur “Jóan Høgne
sen”, er svarið “nei”. At hann
kallar seg “Jóan Høgnesen” er
sjálvsagt hansara buisness.
Hansara eina.
“Jóan” er ivaleyst ein fittur
maður, men tað, at hann av
øðrum vil kallast “kona” ella
umtalast sum ein... nei! Tú
blívur ikki ein kona bara við
at siga: “Eg eri ein kona”.
Eins lítið og eg eri vágbing
ur bara við at siga “eg føli meg
sum ein vágbingur”. Tíbetur.
Ella ein kvistur, bert tí eg
havi trupult við at taka uppá.
Nei, slík veruleikaflýggjan, í
hesum føri ein flýggjan frá
tí uttanveltaða veruleika,
at “Jóan” er ein maður, er
grotesk og vitleys.
“Jóansa” navn er hansara
søk, men tað er hansara kyn
ikki. Sum hjá tær og mær er
tað stýrt av grundleggjandi
vísindaligum og sosialum
sannroyndum. Eins kyn er
ikki nakað persónligt og
eftirlátligt.
Hetta er sjálvsást, tá hon
er allarringast. At forlanga,
at almenningurin skal um
tala teg sum “kona”, bert tí
tú sigur, tú ert ein, ber á brá
av sjúkligum áhuga fyri sær
sjálvum.
Um eg segði við teg, “eg eri
myrkur, og frá nú av vil eg
gjarna umtalast sum afro-
føroyingur”, hevði tú flent
í kíki. Ja, tú hevði víst meg
til ta lukkaðu. Og hví? Jú, tí
eg ikki eri myrkur. Akkurát
sum “Jóan Høgnesen” ikki er
kona.
“Eg eiti Jóan Høgnesen,
eg eri kona, vaskikona”, sigur
maðurin, ið følir seg sum
kona, við PREI. At PREI,
sum lættisopparit, eftirlíkar
“Jóansa” veruleikafjaru um
bøn við ókritiskt at umtala
seg sum “hon” og “eitt vanligt
konufólk”, kann ikki koma
óvart á nakran.
Og tá ið so KvF treytaleyst
fer at lýða hesum slenuta
transseksuella
minniluta,
tá hesin fer at krevja sín
tilgjørda “rætt” sum minni
luti, tí tað fer hann!, koyri eg
ikki útav.
Glíðivegur? Jú, men hesin
er bert interessantur sum
politisk strategi. Glíðivegur
merkir bara, at tú av onkr
ari grund, moralskari ella
taktiskari, ikki vilt út við,
hvat tað er, tú vilt; ella grund
liggjandi ikki veit, hvat tað er,
tú vilt. Altso, herðaklappandi
hálur og hálvbýttur.
Óansæð, tí sum við ódemo
kratiska bøssabrúdleypinum
fer ongin av Kringvarpsins
hipster-sosialistum,
vegna
vit ella dirvi, at spyrja eftir
hesum barnsliga kravi um
mannminkandi “aksept”, tá
tað einaferð verður teirra
tørn.
“Jóansa” kritlandi umbøn
um samtykki sampakkar
so grúuliga væl við okkara
terapeutiska tíðaranda, har
vit miskunnarleyst fáa at
vita, at vit privat eru ó-ófør,
at vit ikki klára at takkla
nakað sjálvi; at uppliva vit
óbehag, tá er onkur diagnosa
handan diskin. Tað er aldri
tú, men altíð eitt brek ella
ólag, ein sjúka, ella onkur
annar.
Og,
ikki
at
gloyma,
hvussu vit upp í saman fáa
at vita, at hvussu vit hava
tað “innaní”, hava tað við
okkum sjálvi, hevur størri
týdning enn okkara familja
og nærumhvørvi, og hvat vit
í veruleikanum eru og gera.
Tí hevur tú vevandi Pilates-
íðkandi frikar, ið fortelja
objektivt ljótum menniskjum
“tú ert vakur”—bara at runda
setningin av við “innaní”
Ella hasa pengagenerer
andi sálarbransjuna, sum í
alt størri mun fortelur smá
piltum og teirra foreldrum,
at tín drongur er “í ólagi”;
Gender Identity Disorder at
navni, tí hann diggar Barbie
framum GI Joe.
Gud hjálpi børnum nú á
døgum. Álvaratos, hvat er
tað fyri eitt ego-kick, “Jóan”
og hansara sálarpimpandi
stuðlar fáa við at upphevja
barnsliga ørkymlan, óbúgvin
ynski og flákrandi girnd til
eitt sinnisólag? Um nakað,
tá avdúkar slík mentan meiri
um vaksnamannasamfelagið
enn okkara avkom. Tað er for
tramin tey vaksnu, læknar,
skúlar, barnagarðar, sosialir
myndugleikar og foreldur,
og sjálvsagt psykologar og
psykopatar, hungrandi eftir
klientum til tess at uppi
halda sítt yrkisliga tilveru
grundarlag, ið eru tey veru
liga fucked-up í hesum føri.
Ikki børnini.
Tað er fullstendiga nor
malt hjá børnum at telja
annanhvønn lyktapela og
nikka fimtan ferðir áðrenn
tú kanst loyva tær sjálvum
at binda lissur, ella vera alt
møguligt—genta,
drongur,
robottur ella hundur—men
tað er ikki normalt hjá vaks
num, ið varða at, at siga: “Ja,
tað er óbeskriveliga týðiligt,
at tú hevur eitt sálarligt pro
blem. Tú ert jú ikki en drong
ur, men genta, og tí skal allur
skúlin, allur sum hann er, re-
orienterast, eisini títt heim,
og øll onnur við”.
Hetta, sjálvandi, við litr
um av medisini og persón
ligari ranghugsan sum úr
slit; alt hetta bert tí vit ikki
eru før fyri at inna neyðuga
toleransu innan ásettar kyns
karmar og, um neyðugt, víðka
um hugtakið “mannfólk” til
tess at eisini “Jóan” kennir
seg heima her hjá okkum—
sum mannfólk. Afturat hes
um er hasin óvanin, at fyri
tað, at tú hevur tað ringt
og ert big time sálarliga
forvirraður, tá ert tú sjúkur,
tá tú heldur hevur tørv á at
vita, at tað er í lagi, at tú ert
ókey. Sum onkur, vitugari
ella meiri CV-samlandi enn
eg segði: “Heldur normalur
enn lukkuligur”.
Nei, einki eitur “kynsólag”.
Eitt barn, tak ótvørkynda
“Jóan”!,
sum
opinberiliga
ger ella hugsar løgin ting,
eitt nú nakað so ónormalt
sum ikki at busta tenn,
hevur ikki Gender Identity
Disorder. Hann hevur bara
borið seg at á ein hátt, sum so
nógv onnur børn altíð hava
gjørt. Og tí er tað terapeut-
samfelagið, system-fikseraði
vælferðarstaturin, ið er í
ólagi, tá ið hann ikki kann
fáa seg at siga við “Jóan”: “Áh,
so tær dámdi Ken og pony-
hestar? Jú, men var tað ikki
bara deiligt, góði”!
Ungfólk verða lærd at
dyrka sítt sjálvsvirði, at
fokusera uppá seg og sína
vælveru heldur enn at “fáa
fingurin út”, sum ein góð
advokat-vinkona
segði
á
sinni. Tað vil siga, fáa okkurt
veruligt av skafti heldur enn
at brúka oseanir av tíð at
kanna sær sín heilt persón
liga sannleika, at byggja og
modellera flótandi og spæl
andi samleikar uttan fyrilit
og endamál.
Meiningin við øllum hes
um her er ivaleyst at vera
øgiliga radikalur og shit, men
í grundini er alt hetta djúpt
konservativt. Slíkt útsýni
eggjar persónum at míga á
veruleikan, at hamra saman
eina myopiska tvingsilshugs
an av sær sjálvum, at tilbiðja
sína egnu ímynd og rokna
við, at onnur lurta við áhuga
og leppa alt í seg.
Tað er tí einki rebelskt við
at hava eins egna samleika
og kyn fyri rukku. Serliga
ikki, tá ið hetta talar til ein
intensan áhuga fyri sær
sjálvum, har tú ert so burtur
í tær sjálvum, at tú ikki sært
onnur enn teg sjálvan og
tínar diagnostiseraðu trupul
leikar, “Jóan”.
Transseksualisma
lýsir
seg sjálva sum ein kulturellur
ella persónligur samleiki á
sama støði sum tað, at vera
myrkur ella kona. Tvørkynd
spyrja: “Hevði tú kanska
funnið uppá at verið líka
fornermandi við Kunta Kinte
og Eyðun Nolsøe sum tú ert
við transarar... spyrji bara?”
Men hetta er óærligt suss.
Hetta er suss, tí at tvørkynja
botnar í, ikki mentan, søgu
ella náttúru, men individu
ellum sjálvshaturi. Hesin
skelkjandi
“seksualitetur”
tekur útgangsstøði í einum
vamlilsi fyri sínum egna
kroppi.
Herí finnur tú essensin í
hesum nýfunna, ja, samleika.
Ikki lokalum stoltleika ella
nøkrum søguavleiddum var
huga av tilhoyri, men sjálvs
brigdan — ein kensla av
ekstremari fremmandagerð
av eins egna kroppi, einki
minni. At byggja upp og síðu
stilla slíkar kenslur við ein
samleika, so tað, sum eginliga
er ein persónlig kreppa, í
kroppi sum huga, kann ger
ast um til nakað vert at há
tíðarhalda, er einki minni
enn at virðismeta kropsliga
fremmandagerð og prísa per
sónliga forvirring, í besta føri
tilvistarligan ruðuleika.
At vit hava at gera við
nakrar respektleysar og orða
knarrandi lortendar, eitt rela
tivistiskt minnilutaprojekt,
har alt, definitiónir við líka,
skal knasast fyri at, ja, ‘bara
sum ellars’, verður undir
strikað í svari frá Lands
fólkayvirlitinum uppá fyri
spurning um hvørjar reglur
eru, um nakrar, í samband
við navnabroyting vegna
“kynsskifti”.
Tí slík broyting kann ein
ans játtast, “tá ið kynsskiftið
er gjøgnumført og doku
menterað”. Við dokumenta
tión meinast, at kynsskiftið
er komið til eitt punkt “of no
return”. Orðað øðrvísi, tað er
ikki nokk bara at “føla” seg
sum kona.
Meiri
generelt
greiðir
navnalógin frá, at nøvn, ið
kunnu vera fólki til ampa,
ikki verða viðurkend sum for
nøvn, og tí kann “ein drongur
ikki gevast eitt gentunavn,
og genta hinvegin ikki gevast
eitt dreingjanavn”.
Vissuliga, nakrir menn lata
sær lynda eina kynsbroyting,
sum nøkur fólk kanska halda
vera nokkso løgið. Í hesum
føri vil eg tó, soleiðis akku
rát!, góðtaka, at hesin fyrr
verandi maður nú er eitt
slag av konu. Ikki kona, men
“slag av konu”. Men fyrst tá
kynsskiftið er komið hartil,
at ongin vegur er aftur.
Men bara at siga, at upp
lýsa fyri føroyingin, “eg eri
ein kona”, tá ið tú faktiskt
ert ein maður, bæði so og
so, er narsissistiskt og sur
realistiskt sum inn í helviti.
Harra Høgnesen, tú livir
í einum heimi, har vit hava
nøvn fyri ting: har eitt borð
er eitt borð solongi sum
vit kunnu stilla okkurt á
tað. Byggja vit tað á slíkan
hátt, at tú ikki longur kanst
stilla nakað á tað, so er tað
ikki longur eitt borð, men
okkurt annað. Sama við
hjúnabandinum—líkamikið
hvat politikarir “í mentaðum
londum” hava gjørt. Sama
við kyninum, samleika og
seksualiteti.
Vit hava nøvn fyri “ting”,
vit hava mál og definitiónir,
ikki bara av praktiskum
ávum, at lætta um samskift
ið, men nettupp fyri at kunna
forhalda okkum til veru
leikan og viðmerkja hann.
Sum so merkir, “Jóan”, at
effinett so sikkurt sum at
upp er upp, niður er niður,
ert tú ein maður.
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo