Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13 Vøkur mynd við skeivari áskrift Regin av Steinum Nú 2013 er farið aftur um bak, eru myndakalendararnir frá í fjør tiknir niður og kanska burturbeindir, tó er or­søk at steðga eitt sindur á við mynd­ina fyri august í Før­ oya Mynadakalendara 2013. Á­skrif­tin er Signabøur/Oyr­ ar­eing­ir, men tað, sum sæst á mynd­ini, hevur altíð itið Inni í Firði (í Kollafirði), og hong­ur saman við tí, at fyrr var bygd­in í tveimum: Úti og Inni í Firði. Øll Líðin og meira til lá tá óbygd. Áðrenn meira verður sagt um evn­ið, haldi eg tað vera rætt at nevna eitt sindur um stað­a­nøvn og skeltini, sum al­ menn­ir stovnar hava sett upp tey sein­astu árini. Í bókini Fólk og hús á Velbastað eft­ ir Le­on Andre­a­s­sen, og sum Eyð­un Andreassen hevur lagt til rættis, stendur nak­ að so­leiðis: Tað var Jóannes í Búð­ini, sum á fundi í Sól­ar­ magni 1912 reisti spurningin um at fara undir at savna før­oysk stað­a­nøvn. Savnaði vórðu stað­a­nøvn kring alt land­ið, og serliga vóru lær­ ar­ar, ið tóku á seg at savna. Og ar­beið­ið endaði við, at fleiri tús­und staðanøvn komu í staða­navn­a­savn­ ið á Fróðskaparsetrinum. - Nýggj­a tíðin krevur skelti í bygd­um og býum, so at post­ menn, sjúkrabilar o.o. skulu finna og ikki villast. Tað tykist vera ógvuliga ym­ist, hvussu farið er fram, tá ið avgerðin um uppsetingina er tik­in. Nógvastaðni hava tey lagt stóran dent á tað sak­liga og søguliga, men so er als ikki allastaðni, og úrslitið kann tá gerast rættiliga marg­hátt­ligt. Skeltini, sum jú um­boða ein­hvønn myndug­ leika, hava tað við sær, at fólk, sum ikki vita betur, halda, at hatta er tað ein­asta rætta, ja sannleikin, og tá kunnu skeltini virka beint ímóti nevnda inn­savn­ing­ar­ar­ beið­i­num. Sjálvandi ber ikki til at varð­veita øll nøvn við skelt­um, men tá ið eitt skelti verð­ur sett upp, skal tað, ið hvussu so er, vera rætt og satt og ikki vera eitt áhaldsi fyri persónlig áhugamál. Ofta verða vit, sum rætt er, mint á ríka arvin, vit eiga í móð­ur­mál­i­num, sum vit øll - hvør í sínum lagi – eiga at hjúkla um og røkja, men staða­nøvnini eru so sanniliga eisini ment­anararvur frá ættarliðum, ið und­an fóru. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið kort skulu verða gjørd, má rættleikin í navn­a­til­far­i­num setast í hásætið. Privat á­hug­ a­mál og óheimilaðar snar­ing­ ar eiga á ongan hátt at sleppa fram­at har. Áskriftin átti at verið: Inni í Firði í Kollafirði. Utt­ast høgr­u­megin síggjast bónd­a­ hús­ini (býlingurin) á Sign­a­b­ø, inn­ast høgrumegin eru bónd­ a­húsini (býlingurin) á Oyrar­ eingj­um, og beint yvir av teim­um hinumegin ánna er á Heyggi. Hesin garðurin er sum kunnugt tikin til roynd­ ar­støð, og eina tíð var hann em­bæt­is­garður lands­kir­urg­ s­ins. Uttast vinstrumegin kem­ur Langasandur við havn­ar­lagi undan, og har hava koll­f­irðingar o.o., bæði kvinnur og menn, ung og gom­ul, í eitt langt áramál vunn­ið sær manga krónuna á yms­um arbeiðsplássum. Beint hinumegin er tann nýggja bryggjan undir Oyr­ar­ eingj­a­landinum ­So við og við eru hús komin (á traðir) fram við vegn­um, ið einaferð var bygd­ar­vegur burturav, men nú (fyri tað mesta) lands­veg­ ur, sum sunnanífrá kem­ur úr tunlinum; og beint om­an á tunnilsmunnan gong­ur Hór­i­sgøta. Fjallið er Kamb­ ur. Dalá rennur møk og ring­ir seg í stórum buktum á slætt­ a­num. Vit síggja tvær stór­ar brýr um ánna, og tvær eru afturat frammanfyri. Veg­ ur­in um niðastu brúnna, Stóru Brúgv, sum er gjørd heilt av nýggjum fyri fáum ár­um síðan, gongur mitt tvørt­ur um Hólman (og Lítlu Brúgv). Navnið kemur av tí, at í fyrr rann áin í tveim­um. Hesin vegurin hevur, sum vituligt er, altíð itið Hólm­ a­vegur, skúlavegur okk­ara aðruhvørja viku, og eg haldi, at hann skal fáa tað rætta og sjálvgivna navnið aft­ur. Tað er ikki meira enn rími­ligt. Við hin endan, har veg­urin greinar seg inn á Oyr­ar­eingir og út á Signabø, stendur eitt hvítt hús (vindeyga í galvinum). Tað var skúl­a­ stovan Inni í Firði. Her eru nakrar heimildir, sum styðja tað, eg royni at siga: Jørgen Jørgensen Landt (1752-1804) var prestur í Norð­ u­r­streymoy1791-98, og í 1800 kom bók út eftir hann við heit­i­num: Forsøg til en Be­ skriv­else over Færøerne. Á s. 29-30 nevnir hann sum fyrstu bygd­ina í Norð­ur­streym­ oy Koll­a­fjørð og byrjar á Kjal­nesi, náðinsgarðinum, sum hann jú eisini sat við, og so nevnir hann bý­ling­ ar­nar inneftir. Hann dvøl­ur við Sjógv (konan var syst­ir sjóvarbóndans) og er hug­ tikin av lendinum omanfyri, sum man vera Beitið, tey kalla. Kirkjan er í ringum standi, og heldur fram: “De øv­rige Pladser eller Gaarde ved dette Bøjgdelag ligge dyb­ere inde i Bugten, og disse ere Heggji, Ørerange og Sig­ n­a­bøe;...Heele Bøjgden har 24 Fam­i­lier og 55½ Mark Jord.” Hvussu mundu ella skuldu vit sagt hatta “inde i Bugten” á før­o­ysk­um? J. C. Svabo skrivaði í Ind­ beretn­inger ...fra 1781 og 1782, at í Koll­a­firði eru 8 býlingar, og teirra millum eru á Heyggi, Sign­abøur og Oyrareingir. Í Fólkateljingini í Før­oy­um 1801 (Heini Madsen á for­lagn­ um Skúanesi 1989), stendur, at tað vóru 26 húski, tilsamans 134 fólk. Manntalið tá fevnir um alla bygdina, eisini teir tríggj­ar býlingarnar Inni í Firði. Um tvey húski eru á hvørj­um hesum trimum gørð­unum. Her er heilt greitt tal­an um garðar (býlingar) og ikki bygdir! Í bókini Lív og Lutir, frá­sagn­ir úr Hoyvík og av Hvít­a­nesi eftir Janus Mohr eru bandaðar og seinni av­ skriv­að­ar frásagnir frá Olafi Mohr (1885-1969), faðir Janus Mohr. Bókin kom út 1974. Har stendur á bls. 100: “Tveir bátar eru burt­ur­gingn­ir í Hólmasundi. Ein gekk burtur í gamlar dagar – ein innanfjørðsbátur. Inn­an­ fjørðs­menn rópa teir Sign­a­ bøs­menn, Oyra­reingja­menn og teir, inni á Heyggi búðu.” Ein áhugaverd heimasíða er kortal.fo, sum gevur eina tíð­ar­mynd frá árinum 1900 viðv. búsetingini o.ø. í Kolla­ firði, og har finst eisini ein rúgvu av staðanøvnum. Á Landsskjalasavninum var funnin avskrift av nevnd­ar­áliti í løgtingsmáli nr. 15/1929: Skúlahús í Kolla­ firði. “ Í brævi dagsett 30. mei í ár biðjur Kollafjarðar sókn­ ar­stjórn tingið um at útvega studn­ing til eina skúlastovu inni í firði í Kollafirði. Við um­sókn­ini fylgir hvørki tekn­ing ella kostn­að­ar­ætl­ an; men upplýst verður, at inni í firði eru 14 skúlapligtug børn; at har er leigað ein stova – av stødd ca. 25½ m3 – at halda skúla í og at eingin størri stova kann fáast til leigu; at ætlanin er at fáa eitt annanlæraraembæti í Koll­ a­firði, so at skúlagongdin – eis­ini inni í firði – kemur at verða meira; at stovan, ið hig­ar­til er leigað, verður nýtt av­hús­fólk­i­num, tá ið ikki skúli verður hildin, og at ikki er vænt­andi, at stovan kann fáast til láns, um skúla­ gongd­in verður meira. Sókn­ ar­stýrið hevur hugsað sær, at hóskandi stødd til eina nýggja skúlastovu er henda: (5m x 4½m og ca. 3 m høg) 67 m3 mátað innan, umframt eina gongd og eitt lítið rúm til lær­ar­ans.” Kenslumálanevnd løg­ tings­ins biður so um, at málið verð­ur betur fyrireikað; tað gong­ur so sína gongd, og um heyst­ið 1934 var skúlastovan Inni í Firði liðug og í brúki, til tann nýggi skúlin í Innibø úti við Sjógv stóð liðugur í 1970. Nú eigur ítróttafelagið KÌF skúl­an. (Gevið gætur, at her kem­ur ósamsvarið millum barn­a­tal­ið tá og tað, sum nú við skelt­um og Telefonbókini, tíð­inda­flutn­ingi o.ø. skal vera Inni í Firði, rættiliga und­an kavi.) Nóg mikið við heim­ ild­um á hesum sinni, men tað ber saktans til at koma við fleiri. Nyttar at gera vart við seg, ella verður tað sum hjá jút­a­num: A benækter fakta? Nógvir kollfirðingar hava, sum væl skiljandi er, ver­ ið rættiliga misnøgdir við skelt­i­ni runt um í bygdini, men nú ljóðar, at Tórshavnar kommuna skal hyggja upp á mál­ið, og tað gevur vón um, at mis­tøk verða rættað, men tað verð­ur at kalla ikki nortið við tann størsta spurningin í øll­um hesum málinum: Tað tykist vera ein rættiliga sterk­ur, radikalur vilji til stað­ar at skekla sunnara fjarð­ ar­armin burtur úr bygd­ini. Kollafjørður var ikki meira enn gott og væl komin upp í Tórs­ havnar kommunu, so verð­ur kunngjørt fyri al­menn­ing­i­ num í faldara frá Snar­skiv­ uni á Vaglinum, at bygd­in ikki longur er ein eind, men trý øki við so og so nógvum íbúgvum (og við rætti til kommunalt jóla­træ?). Hvat hevur hetta at týða? Hvør hev­ur biðið um hesa sund­ur­ být­ing, og hvør stend­ur aftan fyri hesa fáfongd? Hvat er grun­d­ar­lag­ið und­ir hesum leiki? Havi ný­liga lis­ið eina­ s­taðni, at tá ið mynduleikar vilja hava broyt­ingar, so skulu teir sam­stund­is greiða borgarunum frá, grund­geva, hví hesar broyt­ing­ar s­kulu fremjast; tað er eyðvitað fyri at forða makt­mis­nýtslu. Ofta verður rópt upp á gjøgnumskygni, hvussu er vorðið við tí her? Og hev­ur kommunan og aðr­ir almennir stovnar ann­a­rs eisini rætt til av sín­um eintingum at pilka við bygd­a­reindina upp á handa mátan? Hvussu er tað við gomlum av­gerð­um, fordømum, sið­venj­um og heimildum í bygd­ini og stóru sandsakini frá 1960- unum? Sum støðan í komm­ununi er nú, er tað pol­it­iskt neyvan til gagns fyri koll­firð­ing­ar, at bygdin fer í trý, nú tey flestu skilja, at størri eindir er rætta leiðin fram.