hósdagur 30. januar 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Jákup stýrir nú einsamallur
Úr bankaverð til BMW
Jákup á Borg er nú einsamallur
stjóri í P/F Bilrøkt í Havn
Í vetur tók Gordon Rajani við stjórastarvinum í Nordcar
í Havn, sum selur BMW, Mini Cooper, Alfa Romeo og Fiat
Seinastu árini hava feðgarnir báðir, Heini
á Borg og Jákup á Borg, stýrt fyritøkuni í
felag, men nú er tað so tann yngri, sum
tekur um stýrisvølin. Heini á Borg heldur
kortini fram í felagnum. Heini á Borg er
útbúgvin bilmekanikari, og var í mong ár
leiðari á verkstaðnum hjá Strandferðsluni
og seinni leiðari á Farmaleiðum hjá
Strandferðsluni. Jákup á Borg, sum er 34 ára
gamal, er serliga kendur úr fótbóltinum, bæði
barndómsfelagnum í B36, har hann nú eisini
er spælandi hjálparvenjari, á landsliðnum og
eitt skifti eisini hjá HB.
Á Bilrøkt selja tey bilar fyri fólk. Tey
leiga eisini út bilar, hava bilverkstað og
spesialiserað seg í rustviðgerð. Eisini hava teir
flutningsbilar og serútgjørdar bilar til bilhjálp
og upptøku av bilum.
Bilrøkt hevur havt sítt virksemi síðani
2005. Felagið hevði í 2012 eitt yvirskot í
roknskapinum upp á 430.000 krónur, og
eginogn felagsins er sambært seinasta
roknskapi slakar 1,3 milliónir krónur.
Hjá Bilrøkt starvast 15 fólk.
Stjórin seinastu 10 árini, Jens Petur Jensen,
sum nærkast eftirlønaraldir, heldur tó fram í
felagnum eina tíð afturat.
Nýggi stjórin hevur keypt seg inn í felagið,
og hann ynskir, Nordcar framhaldandi skal
veita kundanum eina tænastu í serflokki.
– Hetta er sera nátturligt, tí vit umboða
bilmerkir í serflokki. Tænastan skal verða
serstøk bæði tá tað kemur til sølu og verkstað.
Virksemið skal rekast við nærlagni og passión,
soleiðis at kundin verður møttur við virðing
og respekt. Fyritøkan skal altíð seta kundan í
hásætið, segði hann við Sosialin í oktober.
– BMW er undirumboðað á teimum
føroysku vegunum. Nýggju 3 og 5 seriurnar hjá
BMW hava vunnið fleiri heiðursmerki. Talan
er um sera snøggar, gjøgnumførdar og tryggjar
bilar, sigur nýggi stjórin, sum sigur seg síggja
fyri sær, at føroyingar tey komandi árini fara at
keypa fleiri BMW bilar.
Seinastu fimm árini hevur Gordon Rajani
arbeitt sum ráðgevi í Vinnuhúsinum fyri
Felagið Peningastovnar. Hann var útbúgvin
cand. merc. aud. frá Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn í 2005. Hann hevur starvast
sum grannskoðari undir og eftir lesnaðin,
umframt at hann hevur royndir frá føroysku
fíggjarvinnuni, ávíkavist Kaupthing Banka
og Eik Banka sum ráðgevi og deildarleiðari.
Nú heldur hann, at tíðin er komin til nýggjar
avbjóðingar.
– Hóast talan er um eina niche
forrættning, har merkini umboða sera
ymiskar kundabólkar, megna teir mongu
variantarnir av bilamerkjunum at nøkta tørvin
hjá stórt sæð øllum. Bæði hjá stjóranum, tí
trendy konuni, barnafamiliuni og ommuni.
Tørvurin hjá vinnuni kann eisini nøktast, tí
Fiat professional kann fást í yvir 100 ymsum
utgávum, tað verið seg bilar við last, kassum,
bussum ella handikapbilar ella annað serbygt.
Seinastu seks árini eru seldir 33 nýggir
BMW, 84 Fiat og ein Alfa Romeo í Føroyum.
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum