Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 - 3. juni 2004 21 Mentanarnáttina verður stórt tónleika- tiltak í Grasagarði, sum musikkskúlin skipar fyri. Tiltakið byrjar kl 15.30 og heldur á heilt inntil kl 22. M.a. verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at hoyra yngsta stór- band í Føroyum. Hetta eru ungir tón- leikarar í aldrinum 10-15 ár MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo At áhugin fyri tónleiki er stórur ímillum tey ungu, er einki at dylja. Og at vit eiga nógvar evnaríkar, ungar tónleikarar skerst heldur ikki burtur. Tónleika tiltøk- ini fyri tey ungu eru mong, og fríggjadagin 04.juni verður so aftur møguleiki hjá øllum at hoyra hvat tón- leikaungdómurin í Havnini dugir. Tá fer Tórshavnar Musikkskúli nevniliga at hava konsert allan dagin í Grasagarði. Tiltakið byrjar kl 15.30 og tað heldur á líka til kl 22. Millum tey luttakandi verður m.a. Føroya yngsta Big Band, sum spælir lív- ligan swing tónleik. Aldur- in á teimum í orkestrinum er ímillum 10-15 ár, og tey hava aldri framført fyri almenninginum áður. Hesir ungu, men mál- rættaðu tónleikararnri ætla sær til Íslands at spæla komandi ár, og í sambandi við hesa ferðina, fara for- eldur at selja kaffi og soda- vatn, meðan tónleikatil- takið verður á skránni. Eis- ini fara tey at baka vaflur í Grasagarði, so møguleiki verður at fáa sær eina ný- bakaða vaflu afturvið góða swingtónleikinum fríggja- kvøldið. Tónleikur og vaflur í Grasagarði Í seinastuni hava handverkarar havt sína dagligu gongd inn á Vertshúsið í Niels Finsensgøtu. Og tað í arbeiðsørindum. Munandi broytingar eru nevniliga framdar inni í Vertshúsinum MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Talan er um nakrar kunda- vinaligar broytingar, sigur Annika Thomsen, sum er dagligur leiðari niðri á Vertshúsinum. – Vit hava arbeitt í eina knappa viku, hava tikið onkrar veggir niður og málað við ljósum litum. So nú skuldi verið ljósari og luftigari at sitið her niðri, sigur hon. – Eisini hava vit bílagt nýggjar møblar, m.a. størri borð, so tað verður rúmligari hjá fólki at sita og t.d. spæla kort. Sum skilst hava tey á Vertshúsinum fingið nógv- ar áheitanir um at sleppa sær av við myrku litirnar, ið hava verið á veggjunum. Fólk orka rætt og slætt ikki at sita inni har, tá tað er so myrkt. Tað hava tey tikið til eftirtektar og tað verður so broytt nú. – Eisini hava vit havt eitt keðiligt umdømi á okkum, um at vit hava havt ein heldur keðiligan kunda- skara, men nú verður alvor- liga strammað upp á tí økinum. Vit vænta eisini, at nýggju ljósu litirnir fara at bøta um hetta, sigur Ann- ika. – Ætlanin er, at fólk skulu kunna koma inn á gólvið og fáa sær eitthvørt svalandi ella ein kaffimunn at drekka, uttan at verða órógvað, sigur hon. Sermerkti stílurin, sum Tróndur Paturson stóð fyri tá Vertshúsið læt upp, verð- ur tó ikki heilt burturbeind- ur. Glasmálningarnir, lampurnar og barrin verða tað sama. Tað eru bert dimmblái og reyði liturin, ið verða skiftir út við ljósari litir. – Vit lata upp aftur fríggjadagin 4. juni, tá mentanarnáttin er. Í hesum sambandi verða kabarett- sangir framførdir, og vit ætla at hava opið í kjallar- anum eisini, sigur Annika at enda. MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Mentanarnáttina verður ein forvitnislig framsýning í smiðjuni í Lítluvík. Talan er um Tórshavnar sløkkilið, ið fer at sýna fram ymisk tól og myndir úr gomlum døgum, eins og nýggjar brandbilar og sløkkiútgerð. – Fyrr í vikuni vendi kunningarstovan í Havn sær til Tórshavnar sløkki- lið, og spurdi um áhugi ikki var fyri, at hava eina fram- sýning í smiðjuni í Lítlu- vík. Tey fingu játtandi svar, og í nú rokast tey so við fyrireikingarnar. – Inni í smiðjuni sjálvari verður í øllum førum ein framsýning við gomlum myndum, vatnpumpum og aðrari gamlari sløkkiútgerð. Uttanfyri ætla vit so at hava onkrar brandbilar og stiga- bilin. Eisini hevur talan verið um at bjóða fólki til at royna ymiska sløkkiútgerð á parkeringsplássinum á Skálatrøð, verður sagt av Brandstøðini í Havn. Umframt sjálva framsýn- ingina er, sum skilst, ætl- anin at hava okkurt fyri allar aldursbólkar, soleiðis, at børnini sleppa at sita í brandbilunum og sleppa at royna stigan, meðan tey vaksnu kunnu royna seg sum eldbasarar undir eftir- liti av brandfólki. – Men uttanduratiltøkini eru sjálvsagt stýrd av veðr- in-um, verður sagt. Ætlanin er, at hava fram- sýningina bæði fríggja- og leygardagin. Bilarnir koma tó neyvan at vera har alla- tíðina, veðrur sagt. Enn er alt tó ikki komið heilt uppá pláss, og lýst verður nærri um tiltakið seinni. Grasagarður verður karmurin um tónleikatiltakið, sum Musikkskúlin skipar fyri mentanar- náttina Savnsmynd Brandbilar í Lítluvík Vertshúsið umvælt og broytt innan Í eina knappa viku hava handverkarar arbeitt inni í Vertshúsinum. Høvi verður at síggja broytingarnar, tá Vertshúsið letur upp aftur 4. juni Mynd: Jens Kristian Vang Í sambandi við Mentanarnáttina, skipar Mentón fyri stórari konsert niðri á Vaglinum. Talan er um so mætar bólkar sum Lenu og Niclas, Headache Blues Treo, Týr, Høgna Lisberg Band og Zink, sum fara á pall. Og tiltakið verður púra ókeypis fyri áhoyraran MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tey, ið búgva í miðbýarøk- inum í Havnini, skulu ikki vænta sær nógvan svøvn náttina til leygardagin. Í miðbýnum verður nevni- liga ein stór útikonsert, við nøkrum av landsins bestu rock og poppbólkum. Flest allir bólkarnir eru í hesum døgum fløguaktuellir, og tískil verður hetta somu- leiðis ein góður møguleiki at hoyra, hvat rørir seg inn- an føroyska tónleikaheimin júst nú. Heðin Ziska Davidsen, formaður í Mentón, heldur ikki, at ein tílík konsert hevur verið hildin áður í Føroyum. – Tað, sum líkist mest eru nokk Free Føroyar konsert- irnar, sum vórðu hildnar á sinni. Og hendan konsertin verður eisini skipað sum Free Føroyar konsertirnar vórðu skipaðar tá. – Vit hava fingið ein stór- an bil frá Føroya Bjór, sum vit fara at nýta til pall. Hjalmar Hvítklett hevur stuðlað okkum við at læna okkum eitt anlegg, og annars hava bæði Føroya Banki og Kunningarstovan stuðlað okkum. Einki gjald verður tikið fyri konsertina, so tað skulu góðir stuðlar til, fyri at fáa tiltakið at mala runt, sigur hann. Hann sigur, at tað eisini er eftir vælvild frá bólkun- um, at hetta tiltakið letur seg gera. – Hetta er ikki eitt tiltak, sum ger tónleikararnar rík- ar, tí tann fíggjarligi stuðul- in, vit hava fingið, fer til onnur ting enn lønir. So tónleikararnir eiga heilt víst stóra æru av, at hetta verður til nakað, sigur hann. Víðari sigur Heðin, at tað ikki er løgd nøkur strømm tímatalva fyri konsertina. – Vit hava ætlað umleið ein hálvan tíma til hvønn bólk, so konsertin skuldi verið í góðar tveir tímar, men so leingi fólk tíma at lurta, halda vit á. Vit fara ikki at ganga strangt eftir klokkuni, sigur Heðin. Konsertin byrjar kl 23 fríggjakvøldið, og heldur sum sagt fram í umleið hálvan triðja tíma, ella so leingi áhugi er millum áhoyrararnar. Summar- framsýn- ingin 2004 MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Árliga summarfram- sýningin letur upp í Norðurlandahúsinum mentanarnáttina 04. juni kl 22. Við á fram- sýningini verða átta føroysk listafólk. Aftur í ár fer Norð- urlandahúsið at skipa fyri summarframsýn- ing. Talan er um eina ógvuliga fjølbroytta framsýning, við átta føroyskum listafólk- um. Verkini verða m.a. av fotografi, textil, kt, skulpturum og video, og áhugað kunnu vænta sær eina fjøl- broytta uppliving. Framsýningin verð- ur í dansistovnui, klingruni og í forhøll- ini, og hon veðrur opin til og við Ólavsøku- dag. Av listafólkunum kunnu nevnast Anker Mortensen, Svanhild Strøm, Martin Nolsøe og Annie Heinesen. Framsýningin letur upp mentanarnáttina kl 22. Stór útikonsert á Vaglinum Millum nøvnini, sum verða við á útikonsertini leygarnáttina, verða m.a. Headache Blues Treo og Lena og Niclas C M Y K 21 20 Kongabrúgvin - Tórshavn - Tlf. 31 17 31 STEPHANSSONS HÚS TLF. 31 42 91 og drag fram tína persónligheit. Vit vegleiða tær til bestu sólbrillurnar, ið hóska... akkurát til tín. Sólbrillur eru meira enn bara sólbrillur Skapa tín egna stíl