Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 - 3. juni 2004 23 Sosialurin 341800 C M Y K 23 22 Á torginum í SMS verður mentanarnátt- ina eitt forvitnisligt tiltak fyri øll tey, ið eru áhugað í fantasy sjangruni. Samrøða verður við tveir av føroysku fantasy rithøvundunum, Anfinn í Skála og Sólrun Michelsen, og høvi verður eisini at keypa bøkur teirra bílliga MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Í sambandi við, at fantasy sjangran hevur vunnið sær pláss ímillum bestumtóktu filmir og bøkur, fer Bóka- sølan í SMS nú at varpa ljós á júst hetta evnið. Vit kenna øll "Lord of the Rings" og "Harry Potter", men munnu øll vera greið um, at vit eisini hava før- oyskar rithøvundar, ið skriva fantasybøkur? Kl 19.00 fríggjakvøldið fer Hans Tórgarð at lesa brot úr bókini "Artemis Fowl", ið seinni í juni mán- að kemur út á føroyskum. Hetta er ein heimskend bók, ið er um at vinna sær sæti ímillum bøkur sum Harry Potter og Lord of the Rings. Gunnar Hoydal fer so at hava samrøðu við Anfinn í Skála og Sólrun Michelsen á pallinum í SMS. Tey hava bæði skrivað tvær bøkur í fantasy sjangruni, Anfinnur hevur skrivað "Heimurin Forni 1 og 2" og Sólrun "Hin útvaldi/Geislasteinar. At enda fer Hanus Kamban at hava ein lítlan fyrilestur um um fólk, huldufólk og aðrar verur í bókaheiminum. Føroysku famtasy bøkur- nar verða seldar fyri ser- prís, Heimurin Forni 1 og 2 fyri 200 kr, og Hin út- valdi/Geislasteinar fyri 125 kr. Fantasybøkur í SMS