hósdagur 3. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 103 - 3. juni 2004
Nr. 103 - 3. juni 2004
25
UTTAN ÚR HEIMI
Færri doyðu
í ferðsluni
Í fjør doyðu 280 fólk í
ferðsluni í Noregi, og tað
var 30 færri enn í 2002,
skrivar Aftenposten.
Hagtøl hjá norsku hag-
stovuni vísa, at árini frá
1994 til 2003 doyðu 301
fólk í meðal í ferðsluni
um árið, og at 1229 fólk
fingu stóran skaða í
ferðsluóhappum í hesum
sama
tíðarskeiðinum.
Men eisini hetta talið var
minni í fjør enn onnur ár.
Í fjør fingu 994 álvars-
saman skaða á teimum
norsku vegunum.
Tað eru ikki bara fólk í
bili, sum doyggja í
norsku ferðsluni. Sam-
bært hagstovuni í Oslo
doyðu 14 fólk á súklu í
fjør, og tað var tvey meiri
enn árið fyri. Nógvar
vanlukkur við motor-
súklum vóru eisini, og í
fjør 37 fólk í vanlukkum
við motorsúklum. Tað er
heldur ikki vandaleyst at
ganga á ella fram við
vegunum. 33 fólk doyðu,
eftir at tey komu fyri
bilar á norsku vegunum í
2003.
Kanna skuld-
setingar
Myndugleikarnir í suður-
amerikanska landinum
Uruguay eru farnir at
kanna skuldsetingar um,
at uruguaysnkir hermenn
skulu hava misnýtt ungar
gentur, tá teir gjørdu
tænastu í Kongo sum ST-
hermenn.
Løgreglan í Kongo
hevur fingið fráboðanir
um, at í hvussu er tólv
hermenn úr Uruguay
hava neyðtikið ungar
kongolesiskar gentur, og
at summar teirra vóru
ikki meiri enn tólv ára
gamlar. ST, sum hevði
ábyrgdina av hermonn-
unum, hevur gjørt av at
kanna skuldsetingarnar,
og nú hava myndug-
leikarnir í Uruguay gjørt
av at gera tað sama. Tað
eru ikki bara hermenn úr
Uruguay,
sum
verða
lagdir undir at hava mis-
nýtt ungar gentur í
Kongo. Eisini fleiri ST-
hermenn úr Marokko eru
lagdir undir at hava
misnýtt gentur, tá teir
vóru Í Kongo, men enn
hava teir marokkonsku
myndugleikarnir
ikki
sagt nakað um, hvørt teir
fara at kanna skuldset-
ingarnar ella ikki.
10.800 friðarvarðveit-
andi hermenn og 60
onnur starvsfólk hjá ST
eru í Kongo, har tey
royna at verja sivilfólkið
ímóti ófriðarkroppum.
Tjóvar á
vegunum
Seinastu árini hava tjóvar
gjørt um seg á teimum
svensku vegunum, og
seinasta
vikuskiftið
gjørdu teir aftur vart við
seg.
Hesaferð gjørdu tjóv-
arnir seg inn á fýra fólk
úr Eysturríki, sum høvdu
lagt seg at sova í bilinum
tætt við Torpasjøen sunn-
an fyri Kungsbacka. Í
einum ryggsekki, sum
eysturríkararnir høvdu
standandi á setrinum
framman, funnu tjóvarnir
20.000 krónur, sum teir
tóku við sær. Harum-
framt tóku teir passini og
bankakortini frá teimum
fýra.
Teir fýra eysturríkar-
arnir vóru á veg til
Noregs, men nú teir
hvørki høvdu pass ella
pengar hildu tey seg ikki
hava annað í at velja enn
at
fara
heimaftur.
Svenska løgreglan sigur,
at teir sokallaðu vega-
tjóvarnir hava ikki gjørt
so nógv um seg higartil í
ár, men nøkur rán hava
kortini verið. Sambært
svensku løgregluni gera
tjóvarnir seg serliga inn á
útlendsk ferðafólk, sum
steðga á ella leggja seg at
sova við vegirnar.
Kenna ikki
D-dagin
Ein spurnarkanning í
Daily Mirror avdúkar, at
tey ungu í Bretlandi hava
ikki serliga góðan kunn-
leika til landsins søgu.
Tá blaðið spurdi sínar
ungu lesarar, hvat tey
vistu um D-dagin, vísti
tað seg, at 73 prosent
vistu als ikki, hvat hetta
er fyri dagur, nær hann
var, ella hvat hendi tað.
Bara seks prosent vistu,
at D-dagurin var, tá teir
sameindu gjørdu land-
gongd í Fraklandi tann 6.
juni í 1944 ella fyri 60
árum síðani, og hvørjir
leiðararnir í Bretlandi,
USA og Týsklandi vóru
tá.
Ein 20 ára gamal mað-
ur svaraði Daily Mirror,
at D-dagurin var í 1962,
og ein javnaldur hansara
vildi vera við, at Tony
Blair var forsætisráðharri
í Bretlandi D-dagin.
Nú verður minni at
síggja til tann 85 ára
gamla Nelson
Mandela
SUÐURAFRIKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Aftan á eitt langt lív sum
fremsti maður í suður-
afrikanska frælsisstríðnum
hevur Nelson Mandela
gjørt av at taka seg aftur av
altjóða pallinum. Hann
segði við BBC fyrradagin,
at í framtíðini verður hann
ikki so nógv at síggja
longur.
Nelson Mandela sat 27 ár
í fongsli, og hvørt mans-
barn kring heimin kennir
hann sum undangongu-
mannin í stríðnum ímóti
apartheid-stýrinum í Suð-
urafrika. Í 1994 gjørdist
hann tann fyrsti svarti
suðurafrikanski leiðarin, og
í 1999 gjørdi hann av at
taka seg úr forsetaembæt-
inum. Tey seinastu fimm
árini hevur Mandela verið
virkin í ymsum vælgerðar-
arbeiði, eitt nú stríðnum
ímóti eyðkvæmi.
Men nú ætlar hann sær at
njóta tíðina saman við
sínum næstu. Men hann
ætlar sær ikki at tiga. Við
BBC segði hann, at hann
ætlar sær framvegis at gera
vart við skeivleikar í heim-
inum, eins og hann javnan
hevur gjørt tey seinastu
árini.
Nú tekur Mandela seg aftur
Bretski loysingar-
flokkurin, sum er fyri
at taka Bretland úr
ES, kann gerast tann
stóri vinnarin á valin-
um til ES-tingið í
næstu viku
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
United Kingdom Indepen-
dence Party hevur lagt eina
bumbu undir bretska valið
til ES-tingið, sum verður í
næstu viku.
Fremsta
andlitið
hjá
loysingarflokkinum er tann
kenda filmskvinnan Joan
Collins. Tey flestu hava
gjørt gjøldur burtur úr
flokkinum, men tey hava
broytt hugsan eftir eina
veljarakanning hjá blað-
num The Daily Telegraph.
Kanningin vísti, at hevði
parlamentsval verið í Bret-
landi nú, hevði loysingar-
flokkurin fingið fimm pro-
sent av atkvøðunum. Men
ikki minni áhugavert var
tað, at flokkurin kann fáa
næstan 20 prosent av at-
kvøðunum á valinum til
ES-tingið í næstu viku.
Politiskir eygleiðarar í
Bretlandi siga, at andstøðan
ímóti ES er vaksin nógv ta
seinastu tíðina. Teir kon-
servativu hava ongantíð
dult fyri, at teir eru ímóti ov
tøttum samstarvi í ES, og tí
eru teir ímóti teirri ætlaðu
grundlógini hjá samveldin-
um. Í einari sjónvarps-sam-
røðu týsdagin segði for-
maðurin í konservativa
flokkinum, Michael Ho-
ward, at hann vil ikki hava
ES-grundlógina.
– Tað eru bara tjóðir, sum
hava eina grundlóg. Eg vil
ikki vera borgari í einum
landi, sum eitur Evropa,
segði Howard. Hann ávar-
aði samstundis veljararnar
ímóti teimum víðgongdu,
sum annaðhvørt vilja hava
Bretland úr ES, ella sum
vilja hava Bretland sum ein
part av einukm evropeisk-
um ríki.
ES-andstøðingar stóra
framgongd í Bretlandi
Nelson Mandela
tekur seg nú
aftur av altjóða
pallinum
C
M
Y
K
25
24