hósdagur 30. januar 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 1
I
31. januar 2014
erfyri bórust tey tíðindi, at 44 ára gamli
føroyski felagsstjórin í stóra alisamtakinum,
Marine Harvest Norway, Ragnar Joensen,
fór at leggja frá sær og fara í annað starv í
samtakinum. Samstundis skuldi umsitingin
av norska partinum av Marine Harvest
leggjast niður, so tær stóru deildirnar í Norra
frameftir skuldu vísa beinleiðis til leiðsluna
í samtakinum, og hereftir skal hann hava
ábyrgdina av menning og nýskapan av
alitøkni hjá Marine Harvest kring allan
heim.
– Eg havi fingið í boði at standa á odda
fyri nøkrum av alifeløgunum hjá Marine
Harvest, men nú henda broyting verður
framd, havi eg betur hug at skifta til eitt
starv, har eg kann verða meira í Føroyum.
Í tí liggur, at eg fegin vil vera meira saman
við familjuni, nú eg í skjótt trý ár havi verið
burturi heimanífrá yvir 250 samdøgur um
árið, segði Ragnar Joensen, sum fegnaðist
um, at hetta sampakkaði væl við nýggju av
bjóðingar hansara í samtakinum.
Nú vit henda dagin hittu hann í einum
fundarhøli hjá Marine Harvest á Bryggju
bakka í Havn, greiddi hann meira gjølla frá,
at samveran við familjuna hevði nógv at siga,
nú hann fór úr einum av hægstu størvum í
norsku alivinnuni.
– Tá eg á vári í 2011 fekk møguleikan í
Marine Harvest Norway, passaði tað mær
øgiliga væl, og meiningin var eisini, at øll
familjan skuldi flyta til Norra og falla til har.
Men ikki gekk eftir ætlan, tí døturnar høvdu
ikki sama hug til vera í Norra sum konan
og eg, so vit máttu venda heimaftur, greiðir
hann frá, meðan hann av og á fær sær burtur
av temunninum, hann hevur framman fyri
sær.
– Síðani havi eg pendlað aftur og fram, og
hóast hetta er nakað, sjómenn eru vanir við,
havi eg viðhvørt kent tað nokk so tungt. Og
sjálvt um eg saktans kundi blivið við at gjørt
tað, so vildi eg heldur vera í Føroyum, tá eg
nú fekk møguleikan at velja, hvat eg skuldi
gera víðari.
Náttúrligur áhugi
Ragnar Joensen er føddur í Havn, og bæði
foreldrini eru meira ella minni eisini vaksin
upp í Havn. Hann er giftur við Beintu Hoydal
Joensen, og eiga tey døturnar Bjørt, Rebekku
og Sigvør, sum eru ávikavist 15, 12 og átta ára
gamlar. Tey búgva í Hoyvík.
– Eftir fólkaskúlan fór eg í Hoydalar, og
eftir lokið studentsprógv arbeiddi eg í eitt
ár, áðrenn eg fór til Århus at lesa biotøkni
á universitetinum har. At tað bleiv bio
tøkni, fall mær náttúrligt, tí eg havi altíð
havt áhuga fyri náttúrufakum, tølum og
sovorðnum, og hetta vóru fakini, mær dámdi
best í skúlanum. Hinvegin skal eg viðganga,
at tað ikki lá í kortunum hjá mær, at eg
skuldi arbeiða við fiski og aling, sum eg nú
havi gjørt í 17 ár, greiðir Ragnar frá.
– Eg tók bachelor og skuldi halda fram
við tí, men var samstundis í iva, um hetta
var nakað, eg kundi taka við mær og fáa eitt
arbeiðslív burturúr í Føroyum. Hugurin var
ikki ordiliga til tað, tí tað snúði seg meira um
servitan, at læra seg dna og sovorðið, men eg
hevði størri hug til praktiska vitan.
Ein møguleiki var tá at fara yvir til Norra
at taka ein yvirbygning har, men Ragnar
valdi heldur at fara til Ålborg. Tað var eis
ini innan biotøkni, men har kundi hann
spesialisera seg innan aling og fiskivinnu,
og tað bleiv so verkfrøði í staðin fyri master,
sum ætlanin annars hevði verið áðrenn.
– Eftir lokna útbúgving skuldi eg út at
finna mær eitt arbeiði, og byrjaði so hjá eini
danskari fyritøku, ið gjørdi alistøðir á landi.
Har arbeiddi eg nokk so nógv við nýggjari
tøkni til endurnýtslu av vatni, sigur Ragnar.
– Hóast alivinnan enn er so mikið nýggj, at vit eru komin øgiliga stutt enn, um eitt nú verður samanborið við
landbúnað, er hetta samstundis ein øgiliga skjótt vaksandi vinna. Eg síggi fyri mær, at alivinnan kann fleirfaldast,
tí kring allan heim bara veksur eftirspurningurin, sigur Ragnar Joensen, sum eftir skjótt trý ár sum stjóri fyri
alingini hjá Marine Harvest í Norra nú skal hava ábyrgdina av menning og nýskapan av alitøkni í samtakinum
Hilmar Jan Hansen Myndir: Álvur Haraldsen
Alivinnan
kann fleir-
faldast
...framhald á síðu 12