hósdagur 30. januar 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 1
I
31. januar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Tað var spennandi at fara í holt við,
men eg hugsaði eisini, at hesum fekk eg so
ongantíð brúk fyri í Føroyum, tí har er jú
ríkiligt av vatni. Men so vísti tað seg, at tá eg
hevði arbeitt har í eini tvey ár, so bleiv tann
vitanin, eg har hevði tilognað mær, týðandi í
Føroyum.
Hentur lærdómur
At endurnýtsla av vatni er nakað, brúk er fyri í
Føroyum, kann í fyrsta umfari ljóða eitt sindur
løgið, so nógv sum tað regnar her, men um
summarið er altso ov turt til, at tað ber til at
hava nógv smolt, og tí var hetta ein forðing
fyri, at nóg mikið av smolti fekst á sjógv.
– So fóru øll alifeløgini í Føroyum í gongd
við at endurnýta vatn, og av tí at tað ikki vóru
so nógv, sum høvdu lært um tað, fór eg heim
og kom í samband við tað mesta av vinnuni
beinanvegin. Tey flestu vildu hoyra meira um
endurnýtslu av vatni og hvat gerast kundi við
tað, sigur Ragnar.
– Tað stutta av tí langa er, at hevur tú ikki
nóg mikið av vatni, so mást tú brúka tað
umaftur, sum tú hevur. Eitt nú á Hellunum,
har Marine Harvest hevur smoltstøð, hava vit
4.000 rúmmetrar av kørum, men um vit ikki
kundu brúkt vatnið umaftur, høvdu vit kanska
bara kunnað havt einar 400 rúmmetrar ella
ein tíggjundapart. Við øðrum orðum hevði
slett ikki borið til at framleitt tað, sum nú
verður framleitt, var tað ikki fyri endurnýtslu
av vatninum.
Tá Ragnar Joensen í 1999 kom heimaftur
til Føroya og byrjaði hjá Fiskaaling sum
kynbótaleiðari, komu útbúgving og royndir
hansara beinanvegin til sín rætt, tí bæði í 1999
og 2000 hevði verið nógvur turkur, so vatn
mátti flytast til smoltstøðirnar, ið allar høvdu
trot á vatni.
– Meðan eg las, var eg ofta í iva um, um eg
nú var farin í holt við eina útbúgving, sum eg
nokk ikki fór at fáa brúk fyri í Føroyum, men
nú var støðan brádliga tann øvugta. Eisini í
sambandi við arbeiðið annars fekk eg brúkt
mín lærdóm, so tað kom bara væl við, sigur
hann.
– Vit høvdu eina laksastammu í Føroyum,
sum vit skuldu foredla, og við míni biotøkni
bakgrund, har eg kendi til dna og sovorðið,
kundi eg eisini arbeiða við tí. Tá kundi eg
endiliga sætta meg við, at eg hevði valt rætt,
tí onkuntíð hevði eg verið eitt sindur bangin
fyri, at eg mestsum hevði dummað meg við
mínum útbúgvingarvali, men so var tíbetur
ikki.
Mitt í ILA-rokinum
Fyri at gera eina langa søgu stutta, fekk Ragnar
Joensen eftir tveimum árum í Føroyum eitt
tilboð um at koma at arbeiða hjá Vestlax,
har hann skuldi standa fyri smoltalingini, ið
hóskaði honum væl, tí so slapp hann í gongd
við praktiskt arbeiði. Síðani eru tað broytt
eigaraviðurskifti, ið hava flutt hann um
vegis Panfish yvir í Marine Harvest, sum er
núverandi arbeiðsplássið.
– Yvirhøvur var hetta ein bæði strævin og
spennandi tíð, tí ILA-sjúkan gjørdi so mikið
um seg, at alt sá sera svart út. Men tað var
spennandi at vera við til at byggja alt uppaftur,
tí vit vóru millum teir fyrstu at seta smolt
útaftur í 2005. Og hesi árini vóru tað bara
Bakkafrost og Luna, sum høvdu koyrt alla
tíðina við laksi, og Viking Seafood við sílum.
Tá so gongd kom á, gekk tað bara ein veg í
alingini, og tað var uppeftir, greiðir Ragnar frá.
Mátin, sum føroyingar fingu loyst ILA-
trupulleikan við, hevur síðani verið ein fyri
mynd, fleiri aðrar tjóðir hava tikið til sín. Tá
Chile kom í trupulleikar av ILA, vildu teir vita,
hvussu føroyingar komu burtur úr tí, og eisini
hevur tað víst seg, at hóast mestsum øll vitan
um aling, sum vit høvdu í Føroyum, kom úr
Norra, so hugdu norðmenn hendavegin fyri at
vita, hvussu føroyingar gjørdu.
– Vit hava lært so at siga alt í Norra, man
har verður framvegis fylgt væl við, hvussu
tingini verða gjørd, og hóast Føroyar eru
smáar í heimshøpi og ikki hava nakra stóra
framleiðslu, hava úrslitini verið øgiliga góð,
bæði lívfrøðiliga og búskaparliga, sigur
Ragnar.
Hann starvaðist sum stjóri í Panfish til
ársbyrjan í 2007, tá Panfish keypt Marine
Harvest, sum annars hevði ætlað sær at farið á
børsin tá. Men nýggi eigarin í Panfish tá, John
Frederiksen, hevði fingið frænir av hesum og
vildi keypa Marine Harvest – og eigararnir
tóku av, tí tað var lættari fyri teir, enn um teir
sjálvir skuldu farið á børsin.
– Tað bleiv ein samanrenning av tveimum,
Panfish og Fjord Seafood, sum høvdu kappast
áðrenn, og so Marine Harvest, sum var
størsti parturin, men bara ikki hevði verið á
børsinum. Í Føroyum broytti hetta tó einki, tí
her var bara eitt felag virkið frammanundan,
sigur Ragnar Joensen.
Alt nógv størri
At hann so endaði við at blíva stjóri í Marine
Harvest, byrjaði við eini uppringing frá stjór
anum fyri alingini hjá samtakinum í Norra,
Marit Solberg, ið forrestin er systir núverandi
forsætisráðharran í Norra, Ernu Solberg
– Hon spurdi, um eg var áhugaður at vera
við í eini tilgongd til starvið har yviri, og
samstundis greiddi hon frá, at hetta enn bara
var ein tilgongd, tí fleiri vóru um boðið. Eg
helt hetta vera øgiliga stórt, men eftir nakrar
testir spurdi hon so, um eg ikki vildi hava
starvið, og eg játtaði beinanvegin, hóast eg
ikki fyrr enn aftaná hugsaði ordilgia um, hvat
eg hevði lovað meg til, sigur Ragnar.
Hann greiðir frá, at Føroyar so smáar í
hesum høpi, og at hann, sum bara var vanur
við at vera stjóri hjá 30-35 fólkum, nú skuldi
hava 1.600 fólk undir sær. Eisini høvdu
fleiri av hinum í leiðslubólkinum verið við
í tilgongdini og kundu hugsað sær starvið,
men máttu síggja yngsta mannin, ið kom frá
minstu alingini, fara avstað við tí.
– Sjálvandi vóru fleiri vónbrotnir, men
tað gekk øgiliga skjótt, so var tað farið, sigur
Ragnar, ið av álvara mátti venja seg til ein
annan gerandisdag í Norra, enn hann var
vanur við í Føroyum.
Frammanundan hevði hann verið vanur við
sjálvur at lagt framleiðsluætlanir, og um onkur
trupulleiki tók seg upp, so skuldi hann loysast
saman við fólkinum.
– Eg var vanur við at vera tætt upp at
fiskinum, men nú hevði eg nógv meira við fólk
at gera og nógv minni við tað tekniska at gera,
sjálvan alipartin. Í Føroyum var eg við í øllum,
so tað var løgið at koma til Norra, har fólk var
til at gera alt, so tað var mest tey, eg tosaði
við. Nú var tað ein fíggjardeild, sum tók sær
av fíggjarætlanum, og skuldu rakstrarætlanir
leggjast, so vóru tað framleiðslustjórar, ið tóku
sær av tí.
Nógv tíð fór hjá Ragnari til at seta seg inní,
hvussu alt virkaði, tí her var talan um eina
nógv størri umsiting, har tað var neyðugt við
skipanum, sum koyrdu, og frá sjálvur at skula
taka skjótar avgerðir, skuldi hann venja seg við
tyngri tilgongdir, ið vanliga merkja eitt stórt
samtak.
– Bara tann norski parturin av alingini, ið
eg sum stjóri havi havt ábyrgdina av, framleiðir
250.000 tons av laksi, sum er næstan tveir
triðingar av øllum Marine Harvest, ið fram
leiðir 400.000 tons. Tað er næstan fimm
ferðir so nógv sum føroyska alingin tilsamans.
Hinvegin ber til at siga, at um Norra verður
býtt upp í smærri eindir, so er tað tað sama,
sum hendir har, sum í Føroyum, so tað er ikki
meira øðrvísi enn so, sigur hann.
Nógv eftir enn
Nýggja arbeiðið hjá Ragnari Joensen verður
merkt av, at alt samtakið er umskipað, so
umsitingin, ið bara hevur við Norra at gera,
verður tikin burtur, og í staðin skulu tey
ymsu økini vísa beinleiðis til leiðsluna í sam
takinum. Hetta eru so stór øki, at tey eru størri
enn alt Bakkafrost, og eitt teirra er næstan
tvær ferðir so stórt.
– Mín lutur í hesum verður, at eg nú
skal vera leiðari fyri tí at menna tøkni í
Marine Harvest, og tað síggi eg sum ótrúliga
spennandi, tí har er hent nakað. Ótrúliga
nógv er vaksið um framleiðsluna, men enn
er øgiliga nógv eftir at gera, og tað verður
spennandi at vita, hvar alingin er um 10-15 ár,
sigur hann.
– Í Norra hevur ein fakbólkur arbeitt við,
hvussu stór alingin í Norra kann verða, og
har verður sagt, at alingin kann fimmfaldast
áðrenn 2050. Hesin sami bólkur segði fyri 10
árum síðani, at í 2010 skuldi tað bera til at
koma upp á eina millión tons, men hóast tað
var órealistiskt tá, at fara frá 500.000 tosum
upp í eina millión, varð tað málið rokkið í
2010.
Ragnar sigur, at hinvegin skulu vit ikki
vænta, at føroyska alingin verður fimmfaldað,
tí ov lítið aliøki er í Føroyum til tað, og heldur
ikki eru somu vakstrarmøguleikar í Føroy
um sum í Norra, har tey hava eina øgiliga
strandarlongd og allar hesar nógvu firðirnar.
– Men hinvegin hava tað jú altíð verið
avmarkingar, sum tó hava flutt seg. Tá alingin
bar var innast á føroysku firðunum, bleiv sagt,
at tað bar bara til at ala 2.-3.000 tons, men
tað talið fór upp á 15.-16.000 tons við at fara
longur út. Og eg minnist, at í 2000 varð sagt,
at Føroyar kundu ikki bera meira enn 40.000
tons, men nú er alingin komin upp á 60.000
tons og tað gongur væl, sigur hann.
– Vit kundu eisini tikið ein part av fram
leiðsluni upp á land, so økini á sjónum bara
blivu brúkt til at framleiða stóran fisk, so
smoltini vóru størri, áðrenn tey blivu sett út,
og hetta er Luna longu komið eitt sindur í
gongd við. Í ganga tvey ár, frá tí at tú byrjar
eina framleiðslu, til tú kanst byrja ta næstu,
men við at sett størri smolt út, kundi henda
tíð verið stytt niður í eitt ár, so framleiðslan
tvífaldaðist. Men tað krevur útbyggingar á
landi, um tað skal lata seg gera.
Spennandi vinna
Meðan prátið gongur, skilst á øllum brøgdum,
at alivinnan er nakað, Ragnar Joensen brennur
fyri og sær nakað stórt í, og hann er heldur
ikki bangin fyri at seta orð á, hvussu hann sær
upp á hesa vinnu.
– Alivinnan er jú ein fantastiska spennandi
vinna upp á fleiri mátar. Enn er hon so mikið
nýggj, at vit eru komin øgiliga stutt enn, um
eitt nú verður samanborið við landbúnað.
Men samstundis er hetta ein vinna, ið veksur
øgiliga skjótt, tí eftirspurningurin eftir alifiski
er so stórur, sigur hann.
– Eisini er hetta ein sunn framleiðsla við
lítlum CO2-útláti og sera lítlari dálking í mun
til aðra matvøruframleiðslu. Eg síggi fyri mær,
at alivinnan kann fleirfaldast, tí kring allan
heim bara veksur eftirspurningurin, og sjálvt
um vit hava vaksið framleiðsluna í miðal sjey
prosent um árið síðstu 20 árini, er prísurin
framvegis ótrúliga góður.
Ragnar sær tað sum størstu avbjóðing hjá
alingini, at tað skal bera til at fáa hana at halda
fram við at vaksa, og her snýr tað seg millum
annað um, hvussu nóg mikið av fóðrið skal
kunna fáast til vega.
– Nógv hevur verið gjørt við at brúka upp
sjóvarfisk í fóðrinum, men um føðin framvegis
skal koma haðani, er ikki nóg nógv til, so
tí má onnur rávøra koma í staðin til fóðrið.
Hetta er ein stórur spurningur at loysa hjá
alivinnuni sum heild, men tó kanska ikki so
nógv í Føroyum, sigur hann.
– Í Norra og aðrastaðni eru tey øgiliga
upptikin av ikki at skaða tann villa fiskin, og
tí verður nógv gjørt fyri at ansa eftir, at tað
ikki er ov nógv lús og at fiskurin ikki rýmir,
so hann blandar seg upp í tær stammurnar,
sum eru har frammanundan. Størstu trupul
leikarnir og avbjóðingarnar eru stutt sagt
fóður, rýming og lús.
Tilvildin verið við
Tilsamans hevur Ragnar Joensen so ella so
verið knýttur at aling og alivinnu í 17 ár, og
hann viðgongur blankt, at tað ikki byggir á
nakran serstakan áhuga fyri fiski, tí í so máta
hevur hann bara verið á floti við abbunum
báðum og so verið seks túrar til skips í
summarferiunum. Men fiskur var ikki nakað,
ið setti dagskránna, tá hann skuldi velja sær
útbúgving og hugsaði um yrkisleið.
– Hinvegin má eg siga, at eg fleiri ferðir
havi tikið fantastiskt val, har eg havi havt
tilvildina í mínum parti. Tað, at endurnýtslan
av vatni fekk so stóran áhuga í Føroyum, var
tilvildarligt, og fyri meg var tað fullkomuliga
ókent, sigur hann.
– Tað sama var tað, at alingin skuldi megna
at reisa seg aftur og blíva til tað, sum hon
bleiv. At vit fingu føroysku alingina so góða í
heimshøpi, at áhugin fyri Føroyum er blivin so
stórur, er eisini heilt ótrúligt. Og um eg aftur
skal hyggja at, hvussu alt hevur hepnast hjá
mær, so kann eg bara gleðast um, at tilvildin
gjørdi, at tingini í Norra blivu umskipað, so eg
fekk møguleikan har, tí tað er og hevur verið
ótrúliga spennandi.
Sum er, sigur Ragnar seg hava tað so mikið
gott í Marine Harvest, at hann ikki umhugsar
nakað annað her og nú, uttan at hann tó vil
siga, at hann altíð verður verandi har.
– Eg dugi væl at síggja fyri mær, at eg
saktans kundi farið í aðra vinnu ella aðra
staðni innan alingina. Og upp á ein máta
havi eg eisini bundið um heilan fingur, longu
tá bleiv stjóri í Føroyum, tí tá fekk eg eina
leiðsluútbúgving sum MBA í Onglandi, so
eg betur kundi skilja, hvat fólk tosaðu um, tá
fíggjarligt prát var á skránni, flennir hann.
– Tað var neyðugt hjá mær at skilja tey,
men samstundis gevur tann yvirbygningurin
mær eisini ávísar møguleikar, um eg skuldi
havt hug til at roynt meg í aðrari vinnu.
Hinvegin havi eg alla tíðina hildið alingina
verið so mikið spennandi, at tað ið hvussu
er ikki hevur verið aktuelt enn. Eg trívist,
har eg eri, og nú eg fái nýggjar avbjóðingar
í samtakinum, síggi eg fram til at fáa meg
royndan í tí.
Eg síggi fyri mær, at
alivinnan kann fleirfaldast,
tí kring allan heim bara
veksur eftirspurningurin