Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 nr. 1 I 31. januar 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum erður hugt at kurvuni, sum ímyndar samlaða úrslitið eftir skatt og samlaðu egin­ognina hjá føroysku bila­søl­unum, so leita tankarnir til Gírik McGvagg í Disney-tekni­ røðunum. Allir pílar peiggja beina leið uppeftir, og tað kann tykjast, sum er talan um eina vinnu, sum hevur fulla ferð á gullkálvadansinum. Flest merkir best Síðani bilasølan mest sum steðgaði upp, tá altjóða fíggjarkreppan av álvara byrjaði at gera um seg, so er innflutningurin og sølan av nýggjum bilum støðugt vaksin, og tað í sjálvum sær gevur eina náttúrliga framgongd í hesum partinum vinnuni sum heild. Men handan vøkru stabbarnar er veru­ leikin eitt sindur meira fjølbroyttur. Tí tað eru fyrst og fremst tær bilasølur, sum eiga topp­seljararnar, sum forvinna góðu úrslitini. Samlaða úrslitið í 2012 var 11,5 mió kr., og av hesum áttu Reyni Service-samtakið (sum eisini umfatar Auto Service) og Waag & Co. 10,7 mió kr. Tað gevur gott og væl trýkvarta millión til hinar fýra bilasølurnar at býta sínamillum, og tað er ikki nógv, um vit tosa um eina vinnu, sum í løtuni hevur góðar konjukturar. Í roknskapartølunum verður brutto­vinn­ ing­urin ikki útgreinaður, og enn minni verður sjálv sølan útgreinað. Tí ber illa til at staðfesta, um broytingarnar í úrslitinum einvíst stava frá broyttari bilasølu, ella um tað eru aðrir faktorar, ið spæla inn. Men trendurin hongur tó væl saman við hagtølunum fyri einstøku bilmerkini, sum eisini síggjast aðrastðani her í blaðnum. Hinvegin geva starvfólkaútreiðslurnar eina greiða ábending um, at kostnaðarstøðið av at reka eina bilasølu er hampuliga stabilt. Tá so er, so slær ein øking í søluni rættiliga væl ígjøgnum á niðastu linjuni í roknskapinum. Gamlar og sterkar Samlaðu tølini fyri bilasølurnar geva eina greiða ábending um eina vinnu, sum er sera væl konsoliderað. Fleiri av fyritøkunum hava verið partur av eigaraskiftum seinnu árini, men hetta er ikki galdandi fyri Berg Motors og Reyni Service. Tær báðar fyritøkurnar hava í mannaminni havt sama eigaraskarða, og tá úrslitini í sera líltlan mun eru útlutað sum vinningsbýti, hava báðar fyritøkurnar akkumulerað eina velduga eginogn. Av samlaðu eginognini standa tær báðar fyritøkurnar fyri meira 100 mió kr. Sterka eginognin hjá Berg Motors hevur eisini verið garanturin fyri, at talan ikki hevur verið um hall seinnu árini. Bæði í 2010 og í 2012 gav sjálvur raksturin hall, men fíggjarligar inn­ tøkur toga tó úrslitið upp um nullið. Hinar bilasølurnar hava eisini eina heilt hampu­liga eginogn, og tí tykist bilavinnan á ongan hátt standa fyri einum hóttafalli í løtuni. Misjavna støddin á eginognini gevur eisini útslag í stórum sveiggjum, tá lyklatølini verða roknað. Hjá Berg Motors og Reyni Service er solvensurin sera høgur – t.e. at fyritøkurnar eru sterkar og tola væl eitt bakkast ella tvey – so er rentan av eginognini ikki tann heilt stóra. Rentan av eginognini er lutfalsliga avkastið, sum partaeigararnir hava. Og við eini stórari eginogn, skal krónutalið á botnlinjuni økjast nógv, um lutfalsliga avkastði skal økjast. Gjaldførið bundið í goymslur Í flestu førum er gjaldførið eisini rættiliga gott. Nýggjaru fyritøkurnar hava í fleiri førum stóra skuld, sum stavar frá keypi av støðis­ ogn, men kortini er gjaldførislutfallið gott. Gjald­førislutfallið er lutfallið millum skjótt umsetiligar ognir og stuttfreistaða skuld, og tí er hetta tal millum annað sett saman av goymslu­virðinum. Ein stígur í søluni av nýggjum og/ella brúktum bilum kann tí við­ føra, at gjaldførið versnar munandi, tí ognirnar ikki kunnu umsetast til tøkan pening, og vit hava áður sæð, at júst hetta gjørdist ein stórur trupul­leiki hjá føroysku bilasølunum. Vandin við hóttandi sølu er framvegis til staðar, men vit síggja í dag fyritøkur, sum eru lut­falsliga væl konsolideraðar, og sum tí í nógv størri mun tola tey sveiggj, sum náttúrliga eru í búskapinum. Tað eru fyrst og fremst Reyni Service, Waag & Co. og Auto Service, sum hava gagn á øktu bilasøluni. Tær tríggjar standa fyri meira enn 90% av samlaða vinninginum hjá føroysku bilasølunum Jákup Mørk V Vøkstur á fáum hondum Greining: Bilasølur 140.000 145.000 150.000 155.000 8.000 10.000 12.000 14.000 Samlað fyri bilasølurnar úrsl (tkr) Eginp (tkr) 125.000 130.000 135.000 0 2.000 4.000 6.000 2010 2011 2012 Eginpeningur Úrslit