Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TEAM RYNKEBY FØROYAR I SÚKKLA TIL PARÍS 4 KRABBAMEIN RA Hvørt ár fáa umleið 200 føroyingar staðfest, at teir hava krabbamein. Tað eru 1000 eftir fimm árum. Og tað merkir, at flestu føroyingar – fyrr ella seinni, so ella so – fáa sjúkuna tætt inn sær Aftanfyri hvørt einasta tal í statistikkum eru persónligar søgur um sjúk og avvarðandi, hvørs lív er broytt. Summar enda væl – aðrar við svárari sjúku og deyða. Her siga nakrir av súkklarunum og lið-hjálparunum frá, hvussu krabbamein hevur ávirkað tey, og hví tey vilja stuðla Krabbameinsfelagnum. Lagt til rættis: Sjúrður Skaale Myndir: Álvur Haraldsen n. ÁLMANAKKIN FRÁ KRABBA- MEINS FELAGNUM BJARGAÐI MAMMU Hanna Thorleifsson Á sumri 1991 fingu vit ein hvøkk. Mamma, sum altíð hevði verið frísk, fekk staðfest krabbamein í tarminum. Tað byrjaði við, at hon ofta stóð við einum lítlum álmanakka í hondini, sum Krabbameinsfelagið gav út. Á baksíðuni á lítla álmanakkanum, sum einans var sum eitt spælikort til støddar, stóðu nøkur ávaringartekin, sum kundu geva eina ábending um, at alt ikki ruggaði rætt. Mamma hevði varnast slím í skarninum - og hetta var millum tað, sum stóð nevnt á álmanakkanum. Hon bíðaði við at fara til lækna tí yngsti sonurin skuldi giftast, men fór beint eftir brúdleypið. Læknin sendi hana á sjúkrahús, og nakrar dagar eftir at hon hevði verið har, bleiv hon innkallað til skurðviðgerð. Eg minnist henda dagin, sum var tað í gjár. Nervarnir lógu uttaná líka til boðini komu eftir skurðviðgerðina. Men mamma var sera sera heppin! Hennara krabbavøkstur var so konsentreraður, at onki hevði spreitt seg og tí kundu læknarnir skera vøksturin burtur og síðan seyma tarmarnar samanaftur. Hon slapp bæði undan at fáa „stomi“ og eftirviðgerðum. Mamma hevur síðani mangan tosað um henda álmanakkan, sum hon so ofta stóð við, og sum helst gjørdi, at hon fór so tíðliga til lækna. Hon var 59 ár tá. Hon bleiv púra frísk og er í dag ein røsk eldri dama, sum skjótt fyllur 82 ár. EIN DAG VÓRU TAÐ VIT, SUM VÓRU „GRANNIN“ Steinfinnur Mittelstein Beint undan Ólavsøku 2009, tá alt stóð í fagrasta blóma, nýklaktar pisur sóust í gøtumyndini og alt angaði av lívi, fekk konan boðini um, at hon hevði fingið krabbamein. Tað var sum um at eitt tungt, myrkt skíggj bráddliga kom burturúr ongum og legðist omanyvir okkara tilveru. Í fyrstuni hildu vit ikki at tað kundi passa, at tað hendi fyri okkum. Hetta rakti „grannan“. Men hesaferð vóru tað vit, sum vóru „grannin“. Konan stríddist saman við familjuni í knøpp tvey ár, inntil hon var tikin frá okkum. Hon sum elskaði lívið, børnini, ommubørnini og familjuna. Við góðum stuðli frá Krabbameinsfelagnum, Sjúklingahotellinum, familju og vinum royna vit at fóta okkum aftur. Tí stuðli eg hesum tiltakinum fult og heilt! PLÁSS TIL EITT VANLIGT LÍV HÓAST ÓTELJANDI VIÐGERÐIR Tummas Joensen Longu sum hálvtannað ára gomul fekk dóttir mín staðfest krabba. Ein staðfesting, sum avgerandi hevur merkt og ávirkað hennara lív. Í dag er hon 15 ára gomul, hevur óteljandi ferðir verið innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, og er skurðviðgjørd 7 ferðir í heilanum. Hon hevur fingið kemoviðgerð, og tvær ferðir hevur hon fingið stráluviðgerð. Tað hevur mangan staðið nógv á hjá henni og hjá okkum, hennara nærmastu. Tað hevur órógvað hennara sosiala lív og darvað hennara samskiftið við skúlafelagar og vinir. Men hóast alt hetta hevur eisini verið pláss til eitt vanligt lív við øllum tí, sum tað inniber. Skúlagongd, frítíð, vinir, leikur og spæl. Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit eingin, men beint nú leingjast dagarnir, og tað gongur móti ljósari tíðum. BLÍVI EG FRÍSKUR SKAL EG SÚKKLA TIL PARÍS! Magnus K. Magnussen Eg gjørdis sjúkur av lymfukrabba á sumri 2010. Hettar var eitt stórt sjokk fyri meg og alla familjuna. Tað var sum um, at tíðin steðgaði. Eftir at eg hevði fingið sjúkuna staðfesta, gingu fleiri vikur áðrenn eg kom í kemoviðgerð. Hettar var ein sera long og strævin tíð, tí eg fekk etið minni og minni fyri hvønn dag. Vanlig vekt hjá mær er 77 kg og tá ið eg kom í viðgerð, vigaði eg umleið 57 kg. – Tá var lítið veiggj í… Bíðitíðina brúkti eg til at hyggja at HM-fótbólti úr Suðurafrika síðani Tour de France. Við hesum bleiv fokus flutt frá sjúkuni í nakrar tímar um dagin. Tað lætti um. Komin í viðgerð skuldi kroppurin byggjast uppaftur. Eg beiv sera vánaligur tann dagin eg fekk kemo, men eg fann útav, at um eg dagin eftir kemoviðgerðina fór ein túr við súkkluni, so var eg altíð minni móður tá eg kom aftur, enn tá eg fór avstað. Hetta var jú super og tað gjørdi, at eg súkklaði hvønn dag í míni viðgerðartíð. Haldi eisini at súkklingin, var við til at lætta um árinini av viðgerðini. Havi lisið at hettar ger viðgerðina effektivari, og mínar royndir siga, at tað passar. Í mínari elendigheit gav eg mær sjálvum tað lyfti, at um eg bleiv frískur aftur, so skuldi eg súkla til París. Hettar lyfti skal haldast, og nú eri eg á veg. Eg vil eisini vera við til at seta fokus á krabba, og m.a. vísa á, at tað eru fleiri, sum koma væl fyri seg. Summa summarum: Tour de France endar í Paris og tað ger mín sjúka eisini. EITT HÁLVT ÁR FRÁ STAÐFESTING TIL DEYÐA Heini Djurhuus Eg komi frá einari hampiligari stórari familju, og vit hava eisini familjulimir, ið hava verið raktir av krabbameini. Tann tilburðurin í hevur skakað meg og nokk tey flestu í okkara familju mest, var tá eitt systkinabarn hjá mær fekk staðfest móðurmerkjakrabba í lungunum í juni 2010. Hon var einans 48 ára gomul, og doyði longu í av sjúkuni í desember, einans eitt hálvt ár seinni. AGNUM V Ste