Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-30, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2014síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Team Rynkeby Føroyar I Súkkla til París5 akar okkum øll Stuðli tí eg kenni avbjóð­ ingarnar Sólfríða Helmsdal Í meira enn 25 ár havi eg arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur; meginpartin av tíðini við børnum og barnafamiljum. Hetta hevur givið mær innlit í nakrar av teimum avbjóðingum, ið familjur við langtíðar- ella kroniskum sjúkum hava. Hetta ger, at eg havi hug at stuðla tiltakinum at súkkla til Paris við Team-Rynkeby Føroyar. Fleiri eru deyð – men vinmaðurin basti sjúkuni Jonhard Joensen Eg kom í samband við krabbamein sum 14-15 ára gamal, tá ein bert 18 ára gamal granni fekk sjúkuna. Annað beinið mátti takast, men hann doyði kortini, einans 21 ára gamal. Eg gav mær ikki so nógv far um hetta tá, men síðani hevur krabbin rakt fleiri, sum standa mær nær. Eg kann nevna abba mín, sum doyði av krabba 68 ára gamal, og konu farbróðir mín, sum mátti geva upp 58 ára gomul. Eftur hana sótu maður og 2 børn. Tað hevði stóra ávirkan á mínar tankar um ymisk lívsviðurskifti. Hinvegin má eg eisini greiða frá um ein vinmann, sum 39 ára gamal bleiv sjúkur av blóðkrabba, og var faktist var meira livandi enn deyður í nakrar dagar. Øll væntaðu tað ringasta – uttan vinmaðurin sjálvur! Meðan vit heima í Føroyum bíðaðu eftur teimum ringastu boðunum úr Danmark, stríddi hann seg til at blíva betur fyri, og nú er hann frískur! Í januar 2013 fekk mamma mín staðfest krabbamein í bróstinum. Hon bleiv send til Íslands har hon fekk stráluviðgerð. Hon hevur nú fingið at vita, at hon er frísk! Orsaka av hesum royndum eri eg glaður um at kunna verða vil til at gera mun fyri tey, ið verða rakt av hesi álvarsligu sjúku. Fyrst eingin – síðani trý innan stutta tíð Jan Gardar Til fyri fimm-seks árum síðani var krabbamein fjart frá mær. Eingin í míni nærmastu familju og eingin av mínum vinum hevði havt sjúkuna. Tá kanst tú byrja at hugsa, at „tað rakar ikki meg“. Men í 2008 tók sjúkan so eina fastur. 30. mai árið eftir doyði eitt einans 38 ára gamalt systkinabarn. Og dagin eftir tað – 31. mai – misti eg pápa mín, sum doyði av krabbameini einans 67 ára gamal. Sjúkan hjá pápa broytti alt Hilmar Augustinussen Bæði pápi mín og vermamman doyðu av krabba. Hann var 50, hon var 59. Eg hevði fast starv í Danrmark, tá ið pápi gjørdist sjúkur. Tað var í 1983, og doyðið í 1985. Tá fekst ikki kemoviðgerð í Føroyum, og hann mátti næstan mánað ferðast til Danmark at fáa viðgerðina. Tílíkt terir nógv uppá tey nærmastu, so eg segði mítt arbeiði í Danmark upp, og flutti aftur til Føroya at hjálpa til. Hetta vísir hvussu nógv tað kann ávirka, tá ein av tínum nærmastu verður raktur. Eg hevði uttan iva búð í Danmark í dag, um ikki pápi mín gjørdis sjúkur. Havt annað lívsstarv og kanska aðra familju. Eg møtti konuni í 1986. Fá á seinni doyði mamma hennara – und so weiter, und so weiter. Tá sjúkan rakar ávirkar tað alt. So stutt kan tað sigast. Vildi ynskt beiggjanum betri viðgerð Marjun Poulsen Krabbamein er blivin ein alt ov vanlig sjúka. Upplýsing um hvussu vit sjálvi kunnu fyribyrgja krabbamein við at vera likamliga virkin og liva eitt sunt lív er blivin ein sjálvfylgja. Vit vita tað øll. Men tað er ikki nokk, alt ov nógv fáa krabbamein – bæði vaksin og børn. Tíbetur er viðgerðin vorðin betur, men hon er als ikki nóg neyv enn. Hjáárinini av krabbameinsviðgerð eru alt ov stór, og hava ógvusligar avleiðingar fyri tey sjúku og teirra familjur. Tað er av alstórum týdningi, at granskað verður, so at viðgerðin verður meira beinrakin, og størri møguleikar vera fyri at yvirliva við færri hjáárinum. Tá beiggi mín fekk krabbamein fyri 12 árum síðani, vildi eg ynskt, at viðgerð var til, sum kundi steðgað agressiva krabbameinssjúku hansara, so hann hevði livað í dag. Ikki til at bera tá børn verða rakt Sverri Mohr Edvinsson Eg havi líkasum ikki ordiliga viljað tikið orðið „krabbamein“ við í mítt vanliga málbrúk. Mær dámar ikki tað ófrættakenda, sum hongur uppi í orðinum. Men sannleikin er, at sjúkan eisini hevur gjørt um seg innan fyri mínar eingjagarðar. Fleiri av mínum nærmstu hava verið rakt av krabbameini. Hugsi millum annað um fastur mína, mostur mína og mín fitta mammubeiggja, sum øll eru deyð av krabbameini. Havi eisini starvsfelagar, sum hava verið og eru raktir av sjúkuni. Tankin um, at børnini ein dag kunnu blíva rakt av sjúkuni, er næstan ikki til at skilja ella bera. Tí ynski eg at verða við til at stuðla hesum óføra tiltaki. Mín spillfríski pápi fekk krabba Hans Waag Veðrið var av tí besta hendan várdagin, eg kom heim frá arbeiði. Telefonin ringdi. Tað er mamma, ið vildi tosa við meg. Eg kendi beinanvegin, at hetta var ikki mín vanliga glaða mamma, ið vil vit hvussu eg hevði tað. Tung í huga bar hon mær boðini um, at pápi hevði fingið staðfest krabbamein, og skuldi í viðgerð. Pápi hevði havt nakað av pínu í rygginum, og var farin til lækna. Boðini vóru, at hann skuldi á sjúkrahúsið á Tvøroyri at kannast nærri. Har staðfesti læknin Johan Poulsen, at hann skuldi setast í viðgerð fyri krabbamein. Eg hevði mangan hoyrt um krabbamein – men hetta var nakað heilt annað! Nú kom tað nær og gjørdist ítøkiligt! Pápi! Mín spillfríski pápi hevði nú fingið krabba! Nú eg siti og skrivi hesar reglur, koma kenslurnar aftur. Tað rennur mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi um tað. Alt annað kámaðist í hesum nýggja veruleika, ið vit øll nú vórðu drigin inn í, uttan at vilja tað. Tað gjørdist ein tung tíð, við óvissu og tungum tonkum um hvar framtíðin vildi føra okkara dýrabaru familju. Pápi gjørdist ikki frískur. Krabbin hevði bitið seg fastan og vildi ikki sleppa. Í hálvt annað ár vóru vit um hann og royndu at hjálpa honum gjøgnum hesa likamliga og kensluliga hørðu tíð. Mín annars so sterki og fantastiski pápi bara viknaði og mátti til seinast geva upp. Hóast mong ár eru liðin síðani pápi fór, og eg eri komin gjøgnum tey natúrligu stigini við sorg og sakni, so er alt ikki tað sama. Mangan hugsi eg um tíðina vit høvdu saman. Hvussu hann var áhugaður í okkara gerandisdegi og øllum vit fingust við. Eisini eru mangar løtur og serlig høvi, har eg vildi ynskt, at hann bara kundi verið til staðar, saman við okkum. Pápi var ein av mongum, ið rakt eru av hesi óhugnaligu sjúku. Øll menniskju eru í vanda fyri at gerast offur, men um vit, hvør einstakur, bara geva okkara lítla íkast fyri at stuðla granskingini og hjálpa teimum ið eftir sita, ger tað stóran mun.