hósdagur 30. januar 2014síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TEAM RYNKEBY FØROYAR I SÚKKLA TIL PARÍS
6
VIÐHVØRT HEVUR
KRABBIN EINA ORSØK
Sjúrður Skaale
„Sjúrður – pápi tín hevur
krabba. Nógvan krabba“.
Hann var púra róligur og tað
sást einki á honum tá hann
segði mær tað, men hann
hevði verið illa fyri og merktur
av sjúku eina tíð. Tá tað bleiv
staðfest at tað var krabbi, var
sjúkanlongu farið í trý ella fýra
gøgn. Leking var lítið sannlík,
so hóast sjúkan ikki vann á
honum fyrr enn fleiri ár seinni, var longu tá greitt, at eggin var nær.
Hann doyði í 2012.
Kona pápabeiggja mín stríddist eisini móti krabbanum í mong ár, og
krabbin tók bæði ommu og mammu konu mína við stuttum millumbili.
Deyðin hevur altíð eina orsøk. Tað hevur krabbin ikki altíð – men viðhvørt
hevur hann. Tá ber til at sleppa undan honum – og tað er sera einfalt.
Eg kendi onkran, sum doyði av royking, og onkran, sum
doyði av solarium. Tey kundu sloppið undan. Eg vil fegin
stuðla Krabbameinsfelagnum í at minna fólk á hetta.
VIT MUGU GERA
ALT VIT KUNNU
Aksel Haraldsen
Eg vil stuðla einari góðari
sak. Í hesum føri at hjálpa
krabba meins raktum børnum
og familjum teirra.
Sjálvur hevði eg ein svág
sum doyði undan nýføðingi og
smábørnum av krabbameini. Tað
er ikki rímuligt at vit ikki gera
ALT sum stendur í okkara makt at
fyribyrgja, at tey, sum hava lívið
fyri sær, skulu fáa sovorna byrjan.
Lívið er stundum hart – og summi verða harðari rakt enn onnur. Tá
tað gongur út yvir børn, er tað ikki fyri sartar sálir. Hvørki tá børn sum
sjúklingar skulu merkja ekkan av vaksnum teirra vegna, ei heldur tá tey
smáu skulu verða vitni til á so ungum árum at missa teirra verndarskjól.
Hesum mugu vit arbeiða ímóti. Punktum.
Tað er ein útrúlig uppliving at arbeiða saman við so nógvum fólkum
um sama mál. Tað fløvar og upplivingin gerst enn størri tá eg upplivi,
at fólk flest eru so hjartanemandi og nærverandi tá práti fellur inn á
hetta tiltakið. Bæði luttakarar og fólk annars, sum eg møti á leiðini.
SYSTKIN ERU
SERA VIÐBREKIN
Kathrina Lindenskov Holm
Eg var ung tá eg upplivdi hvussu álvarsom sjúka krabbamein
er, og hvørjar konsekvensir tað fær tá sjúkan rakar.
Hetta var, tá ein vinkona misti mammu sína.
Seinni havi eg sum sjúkrarøktarfrøðingur arbeitt við vaksnum við
krabbamein og fleiri ár á barnadeild á Ríkissjúkrahúsinum. Eg kenni
nógv børn sum hava verið sjúk. Fleiri teirra liva væl í dag, onnur liva
við árinum eftir sjúku og viðger og onnur eru deyð av sjúkuni.
Tá eg arbeiddi á barnadeildini legði eg serliga til merkis hvussu
systkin høvdu tað. Tey eru ein sera viðbrekin partur av familjum sum
verða raktar av krabbameini, og eiga at fáa størri uppmerksemi.
ØÐRVÍSI TÁ TAÐ
ER PERSÓNLIGT
Malena Sivertsen
Av tí at viðurskiftini eru so smá í Føroyum, kenna vit ella
vita vit øll um onkran, sum hevur fingid krabbamein.
Men tá ið tað so knappliga eru pápi tín, sum fær
staðfest sjúkuna, gerst støðan ein heilt onnur.
Pápi mín doyði av krabbameini fyri 2 árum síðani.
Tað var hart - men tíbetur eru eisini fleiri, ið gerast frísk.
BJARNE RIIS
KVEIKTI NEISTAN
Guðmundur Guðmundsson
Eg eri føddur í Íslandi, men havi eg búð í Føroyum síðani
1990, undantikið 4 ár, tá eg var í Danmark.
Áhugin fyri súkkling kom summarið 1996 tá Bjarni Riis vann Tour de France.
Tað stuttliga við tí var, at sonur mín bleiv føddur sama dag, sum Riis vann!
Eg hoyrdi um Team Rynkeby fyri nøkrum árum
síðani, og havi altíð havt hug til at luttaka.
Men fyri tveimum árum síðani fekk eg eina serliga orsøk til at stuðla
tiltakinum: Tá doyði mamma mín av krabbameini eftir 12 ára sjúkralegu.
sk.
bbamein