mánadagur 3. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heri Mohr
Kjak síða 12
Toll
kredittur
við meira
Óli Mikkelsen
Kjak síða 11
Sjúkra
húsverk á
vandakós
– Vit floksformenn fegnast um hesa
semju. Talan er um eitt trupult mál,
men allir flokkar hava víst stóran
vilja at náa semju. Tí er loksins
semja funnin í hesum stóra máli til
sóma fyri politisku skipanina.
Soleiðis siga floksformenn í
tíðindaskrivi, teir sendu miðlum
beint undan vikuskiftinum.
Vit onnur kunnu eisini fegnast
um,
hvussu
politikararnir
nú
fegnast um, at tað loksins er funnin
semja um, hvussu tunlarnir báðir,
Skálafjarðartunnlin og Sandoyar
tunnilin skulu gerast og ikki minst
fíggjast.
Tann loysnin, sum Jørgen Nicl
asen nú hevur gjørt saman við øll
floksformonnum
og
floksleysa
Gerhardi Lognberg, er júst tann
sama, sum semja var um í CHE sam
gonguni á vári í 2008, men sum Ger
hard Lognberg bumbaði í luftina
við at fara úr samgonguni.
Men politiski veruleikin er jú
relativur. Nú fegnast allir um hesa
semju, sum sigur, at tað skal vera
koyrandi ígjøgnum báðar tunlarnar
í 2021. Sambært upprunaligu ætl
anini hjá Che-samgonguni skuldi
arbeiðið við Skálafjarðartunlinum
fara í gongd í 2009 og koyrandi
skuldi vera ígjøgnum í 2017. Síðani
skuldi Skálafjarðartunnilin fíggja
Sandoyartunnilin.
Tá tað nú liggur í kortunum, at
koyrandi skal vera ígjøgnum báðar
tunlarnar í 2021 – og at ætlanin er
júst tann sama, sum fyri seks árum
síðani, so kunnu vit bara staðfesta,
at arbeiðið hjá landsstýrinum – og
teimum tingfólkum, ið hava hildið
seg átt mest í verkætlanini, hevur
verið av handahógvi merkt. Tí nú
seks ár seinni eru vit komin líka
vítt sum sítt.
Fyri
politiska
veruleikan
í
dag loysir tað seg hjá ávísum
politikarum at siga sum Bill
Justinussen:
– Latið okkum nú vera skilagóð
og duga at geva øllum æruna...
Somu
tankar
hevur
Alfred
Olsen, sum eins og Bill Justiussen
stuðla kollisjónskósini hjá Kára P.
Højgaard í tunnilsmálinum.
Veruleikin er kortini tann, at ein
stórur parturin av tingfólkunum
hava fløkt hetta málið upp í
ein ellibita – at politiska snildi
hjá Jørgen Niclasen ikki kundi
finna upp á aðra loysn upp á
naggatódnina, enn at venda aftur
til uppskotið hjá che-samgonguni
frá 2008.
At tað er skilabesta loysnins
munnu tey flestu vera samd við við
teimum í. Men var hetta ikki eisini
skilabesta loysnin fyri seks árum
síðani?
bíðað í seks ár eftir gerhard
Seinastu tíðina er løgreglan í
Føroyum umskipað og í hes
um sambandi eru fleiri nýgg
ir leiðarar settir
Og tað er nú greitt, at tað
verður Jón Klein Olsen, sum
tekur við starvinum sum
leiðari á kanningardeildini
hjá løgregluni.
Hann tekur við eftir Berg
leif Brimvík, sum er farin úr
starvi, sigur Peter Thaysen,
sjefpolitiinspektørur í Før
oyum.
Løgreglan í Føroyum er
umskipað og í hesum sam
bandi eru nýggir leiðarar
settir.
Umftramt at Jón Klein
Olsen er settur sum leiðari
á kanningardeildini, heldur
hann eisini fram sum vara
politiinspektørur.
Nýggi leiðarin fyri til
búgvingina er Andrass Marr
Poulsen og hann verður sam
stundis eisini varapolitiin
spektørur.
Teir báðir verða sostatt
ábyrgdarhavarar fyri dagliga
rakstrinum av løgregluni í
Føroyum.
Løgreglan hevur eisini
tríggjar økisleiðarar.
Jaspur
Vang
heldur
fram sum økisleiðari í Suð
uroy. Í Miðøkinum verður
John Martin Olsen økisleið
ari og hann er samstundis
útnevndur politikommiser
ur.
Hann hevur verið virk
andi leiðari í eina tíð fyri
Andras Marr Poulsen, sum
var økisleiðari.
Í Norðurøkinum er Jógvan
Páll Joensen, sum verður
økisleiðari og hann er eisini
tilnevndur politikommiserur
samstundis.
Har var Kári Thorsteinsson
økisleiðari. Hann fær nú aft
ur sæti í Havnini, har hann
skal undir ymisk projekt fyri
løgregluna.
Jón Klein Olsen nýggjur
kanningarleiðari
Tórbjørn Jacobsen
Er tað ikki
uppskotið
hjá
CHE-
samgong
uni
(nið
urfelt
í
samgong
u s k a l i ð
2008), um eina almenna
loysn, har Tangafjarðar- og
Sandoyartunlarnir
verða
greipaðir í eina og somu
verkætlan, og sum Tjóðveldi
og Javnaðarflokkurin í løt
uni hava liggjandi í Rætt
arnevndini, sum øll tann
politiska skipanin nú er
vorðin samd um? Skand
aløsa CIP loysnin, sum m.
a. Alfred Olsen sat og rópti
hallelúja uppi yvir á famøsa
tunnilsmøtinum í Løkshøll
fyri kortum, er skotin í
stumpar og stykkir, bert tí
at Jørgen, saman við prag
matikarum í andstøðuni,
hava tosað seg til rættis um
ta einastu skilagóðu loysn
ina á hesum stóra máli.
Nú at koma sum ketta
úr høvdatrogi Alfredo, og
polera sær gloriuna, tænir
ongum endamáli, í ring
asta føri kann tað bara ør
kemla gongdina fram til
endaligu samtyktina í ting
inum. Niclasen hevði sum
landsstýrismaður neyðuga
tevið til tað, at síggja hvør
leið kundi røkka á mál,
líkamikið hvat man annars
kann siga um tann fýrin,
so eru hansara politisku
royndir ikki at kimsa at, tí
valdi hann almennu loysn
ina, heldur enn CIP-vit
loysið. Og so at hugsa sær
til, hvussu støðan hevði
verið í dag, um Gerhard
ikki spældi hund og slapp
sær úr CHE-samgonguni
og harvið tók meirilutan
frá henni í 2008.
So var tað helst koyrandi
undir Tangafirði longu nú
og undir Skopunarfirði í
2016-17.
Bill Justin
ussen Lat
ið okkum
nú
vera
s k i l a g ó ð
og duga at
geva
øll
um æruna - annars vænti
eg, at stígur aftur kemur
í. Hetta uppskotið er helst
ein samanseting av øllum,
og sostatt eiga allir flokkar
sín part.
Politiskt snildi hjá Jørgen
førdi aftur til che-semjuna
Lisið á