Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tunnils­semja Jón Brian Hvidtfeldt Allir flokkar og uttan­ flokka á tingi eru vorðnir samdir um ein leist við­ víkjandi Eysturoyar- og Sand­oyar­tunlinum. Semj­ an ber í sær, at eftir æt­lan verður koyrandi ígjøg­ num báðar tunlarnar í 2021. Endamálið er at binda føroyska sam­ felag­ið meira sam­an og at stimbra bú­skap­ar­ vøksturin í Føroyum. Í tíðindaskrivi leygar­ kvøld­ið varð sagt, at við hesari semjuni verða tunl­ ar­nir bygdir á ein trygg­ an hátt fíggjarliga fyri samfelagið. Sambært tíðinda­ skrivinum er semja er um at: • Landsstýrið leggur fram uppskot um partafelag fyri Løgtingið. Landið setur íalt 400 mió. kr. í felagið fram til 2024 sambært langtíðarløguætlan landsins • Landið veitir felagnum ein árligan rakstrarstuðul upp til 10 mió.kr., frá tí at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu • Felagið kann upptaka ábyrgdarlán, um tað er ein fyrimunur fyri landið, við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina • Um neyðugt, kann landið hækka partapeningin ella veita avmarkaða trygd til felagið fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin. • Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018 Semjan er undir­ skrivað av Kaj Leo H. Jo­ hanne­sen, Jørgen Nicla­ sen, Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen, Jenis av Rana, Poul Michel­ sen, Kára P. Høj­gaard og uttanflokka­ting­manni­ num Gerhardi Lognberg Lógaruppskotið, sum slóðar fyri hesari tunnils­ loysnin, var umrøtt á landsstýrisfundi fyrra­ part­in. Jørgen Niclasen, lands­s­týris­maður í tunn­ ils­mál­um, fer í vikuni at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið. Jón Brian Hvidtfeldt Drúgva kjakið um undir­ sjóvar­tunlar er fyribils end­ að við eini breiðari semju millum allar flokkar á løg­ tingi, umframt uttan­flokka­ ting­mannin Gerhard Logn­ berg. Samgongan er kúvend 180 stig í mun til sína upp­runa­ ætlan at lata privat fíggja, gera og reka Eystur­oyar­ tunnilin. Nú verður arbeitt við eini almennari loysn, ið tó letur dyrnar á glopp fyri privatum ábyrgdarpeningi, um tað vísir seg at vera ein góð loysn fyri nýggja, al­ menna tunnilsfelagið. Bjørt Samuelsen hevur eyg­leitt gongdina á síðu­ linju­ni. Sum lands­stýris­ kvinna í vinnumálum í CHE-samgonguni stutta tíðar­skeiðið frá februar til sep­tem­ber 2008 arbeiddi hon eisini við eini tunnilsætlan. Í seinnu helvt av maj 2008 varð ætlanin somikið liðug, at hon varð løgd fyri lands­ stýrið. - Tann leisturin, ið tá varð lagd­ur fyri dagin, er nærum mein­líkur tí leisti, sum nú aftur liggur á borðinum, sig­ ur Bjørt Samuelsen. Tá var ætlanin at stovna eitt alment partafelag til at gera báðar tunlarnar. Fyrst Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Land­ ið skuldi seta 50 millión­ir krónur í almenna tunnils­ felag­ið um árið í 10 ár. Til­ samans 500 milliónir. - Eftir tí ætlanini skuldi borurin setast í Eystur­oyar­ tunnilin í 2009, og í Sand­ oyar­tunnilin í 2012. Rað­ fylgjan var ein avgeandi for­treyt, tí Eystur-oy­ar­ tunnilin fer jú at kasta peng­ar av sær, sum so verða brúkt­ar til Sandoyartunnilin, ið neyvan klárar at skapa størri inntøku enn bara sín egna rakstur, sigur Bjørt Samuel­sen. Rumbul Lógaruppskotið hjá Bjørt Samuelsen bleiv tó ongantíð bor­ið í løgtingið. Fyri fólk inni í samgonguni var tað ein ov stórur biti at svølgja, at Eysturoyartunnilin varð tik­in fram um Sand­oyar­ tunnil­in. Ónøgdin var eisini stór millum sandoyggjarfólk, sum møttu fjølment í túni­ nu­m í Tinganesi fyri at vísa sína ónøgd. - Ja, eg skilti væl ónøgdina hjá sandoyggjafólki. Tey høvdu jú eina lóg at fyri­ halda seg til, sum segði at Sand­oyartunnilin skuldi gerast. Men trupulleikin við tí lógini var bara, at har fylgdi ikki ein króna við. Har var eingin fígging aftanfyri, sig­ur Bjørt Samuelsen. CHE-samgongan helt bara í átta mánaðir, áðrenn hon skræd­naði. Tunnilstelvingin gekk sína gongd, heilt yvir í priva­tu loysnina burturav, sum í fjørheyst tók lívið av bæði landsstýrismanninum í inn­lendismálum og sjálvum aðal­ráð­num. Uppskotið spøk­ti tó aftur í fjørsummar, tá Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen í felag løgdu fyri tingið uppskot um at stov­na alment partafelag at byggja og reka báðar undir­ sjóvartunlarnar. Fíggingin Afturi í 2008 varð ætlanin, at landskassin skuldi koma við tilsamans 500 milliónum krón­um til almenna tunnils­ felagið, 50 milliónir um árið í 10 ár. Eftir nýggja leistinum skal landskassin seta 400 millión­ir krónur í felagið, hetta til 2024. Talan er um peng­ar, sum longu eru settir av á langtíðar íløguætlanini, og teir koma tí ikki at ávirka aðr­ar ætlanir. Enn stendur spurn­ing­ ur­in tó opin, hvørt tær 400 millión­irnar eru nóg mik­ ið. Somuleiðis stendur opið, hvørt og í hvønn mun lands­ kass­in skal veðhalda fyri teimum lánum, sum al­menna tunnilsfelagið skal taka til íløgurnar, ið vænt­andi gera umleið tvær milliar­dir krón­ ur tilsamans. Kom­andi sam­ ráð­ing­ar við fígging­ar­stovn­ ar fara at vísa, hvat ber til og ikki. Sjálv heldur Bjørt Samuel­ sen, við støði í fyri­reiking­ar­ ar­beiðnum í Vinn­u­mála­ráð­ num afturi í 2008, at aktuella loysn­in eigur at lata seg gera í praksis. - Tað sá skilagott út tá, hó­ast rentustøðið var væl hægri enn tað er í dag. So jú, tað eigur at bera til, serliga tí at Eysturoyartunnilin kemur at geva eina góða inntøku fyri felagið, sigur Bjørt Samuel­sen. Sambært fyrrverandi lands­stýris­kvinnu­ni var spurn­ing­urin um lands­ kassa­veð­hald ikki endaliga av­greidd­ur tá í 2008. - Nei, so langt komu vit ikki. Alt annað líka eigur tað at gera tað lættari at fáa lán, tá almennu Føroyar stan­da aftanfyri. Tørvurin á landskassaveðhaldi ­verður væl partur av sam­ráð­ing­un­ um millum felagið og lán­gev­ arar, sigur Bjørt Samuelsen. So kom tunnils­semjan Allir flokkar eru samdir um ein leist fyri, hvussu Eysturoyar- og Sandoyartunnilin skulu gerast. Tað almenna skal næstu 10 árini seta 400 milliónir krónur í eitt alment tunnilsfelag Á tunnilsferð kring sólarringin Í mai mánað eru seks ár síðani Bjørt Samuelsen, tá­verandi landsstýriskvinna í vinnumálum, legði fram ein leist fyri báðar undirsjóvartunlarnar. Í dag stað­fest­ir hon, at aktuelli leisturin er júst tann sami 22. mai 2008. Túnið í Tinganesi er stúgvandi fult av sandoyggjafólki, sum mótmæla eini tunnilsloysn, har Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst, og síðani Sandoyartunnilin Mynd: Álvur Haraldsen