mánadagur 3. februar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á flog
Ingolf S. Olsen
Sjúrður Skaale, fólkatings
limur fyri Javnaðarflokkin,
er ein teirra, ið ferðast heilt
nógv við Atlantic Airways, og
tó at hann ikki sjálvur skal í
lumman eftir pengum, tá
ferðaseðilin skal gjaldast, tí
tað ger Fólkatingið fyri hann,
so heldur hann kortini, at
tað er prísurin, sum eigur at
viga allar mest, nú føroyska
flogfelagið er fari uttanlands
eftir strategum at seta út
nýggja kós fyri felagið.
Og hann heldur, at leiðin
til Keypmannahavnar hevur
so avgerandi týdning í hesum
sambandi, at aðrar leiðir eiga
at strikast, um tær tyngja
raksturin og tískil noyða prís
in á danmarkarleiðini upp.
– Málið hjá Atlantic Air
ways skal vera púra greitt:
Føroyingar skulu so bíliga
sum gjørligt kunna sleppa til
ein evropeiskan samferðslu
miðdepil, altso eina altjóða
lufthavn, haðani til ber at
flúgva til allan heimin. Tann
mest upplagdi ferðslumið
depili hjá okkum at flúgva til
er sjálvsagt Keypmannahavn,
sigur Sjúrður Skaale.
At fáa tað at bera til fíggj
arliga at flúgva til onnur
ferðamál, er sjálvsagt eisini
eitt mál, heldur hann, men
um hetta skal fíggjast við
stórum yvirprísum á rutuni
til Keypmannahavnar, er
betri at lata vera.
– Vit kunnu aldrin flúgva
til hvønn krók á klótuni úr
Føroyum. Júst tí má fremsta
málið vera, at fólk ofta og
bíliga sleppa til eitt stað, hað
ani samband so er til hvønn
krók á klótuni. Um aðrar
rutur fáast at bera seg, skulu
tær sjálvsagt eisini flúgvast,
men um tær geva undirskot,
skulu tær ikki flúgvast, tí so
mugu onnur rinda yvirprís,
sigur fólkatingslimurin.
Vanvittigur prísur
Um tað er so, at danmarkar
leiðin fíggjar aðrar leiðir
hjá Atlantic Airways, dugir
Sjúrður Skaale ikki at siga,
men hann undrast á prísin á
danmarkarleiðini, sum hann
heldur vera “vanvittigan”
samanborið við aðrar leiðir.
– Allir føroyingar sum
ferðast, samanbera prísin
úti í heimi við prísin á før
oyaleiðini. Eitt ofta nevnt
dømi er, at tú kanst flúgva
úr Kastrup til New York
fyri sama prís sum til Før
oya. Eitt annað dømi er, at
Atlantsflog flýgur til Egypta
lands fyri Atlantis Rejser
- og ein chartertúrur hagar,
við hotelli og mati íroknað
um, kann fáast fyri á leið
tað sama sum dýrasti flog
ferðaseðilin millum Vágar og
Kastrup.
Líka mikið, hvussu hatta
verður snarað og vent, so
fært tú ikki fólk at góðtaka
argumentir fyri hesum, sigur
hann og nevnir eitt annað
dømi:
– Eg tosaði her fyri við ein
føroying, sum lesur í Odense.
Hann segði, at hansara lest
rarbólkur hevði ætlað sær
til Føroya á lestrarferð. Øll
vóru við upp á tað og gleddu
seg. Men tá tey fóru at kanna
prísin, øtaðust tey og gjørdu
av at fara til Íslands í staðin.
Tað var bíligari at leypa
Føroyar um og flúgva tann
longra teinin til Íslands.
Tað er ein sannroynd,
at stórur partur av teimum
ferðandi á føstu rutunum
hjá Atlantic Airways eru
fólk í vinnuørindum ella al
mennum arbeiðsørindum –
hesi seinastu telist Sjúrður
Skaale sjálvur ímillum.
Felags fyri hesar bólkar er,
at tey ikki sjálvi rinda ferða
seðilin; tað gera annaðhvørt
ein fyritøka ella ein almennur
kassi.
– Her verður ikki lagt so
nógv í prísin, tey gjalda bara.
Eg sigi ikki, at tað er so, men
tað sigur seg nærum sjálvt,
at tað er freistandi at skrúva
prísin upp, tá kjarnin í ferða
fólkahópinum ikki leggur
so nógv í, hvat tað kostar.
Men høgu prísirnir raka so
tey, sum flúgva í privatum
ørindum, sera hart, staðfestir
fólkatingslimurin.
Keyp tað selda aftur
Onnur viðurskifti, eitt nú
betri trimmaður rakstur á
jørðini og burturlúking av
Orkan skal
Vágar-Kastr
Føroyingar skulu so bíliga sum gjørligt sleppa til ein ferðslumiðdepil á evropeiska meginlandinum. Tað eigur
at verða aðalmálið við nýggju strategiini hjá Atlantic Airways, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur. Hann
heldur eisini, at einskiljingargongdin eigur at ganga aftur, um ongin kapping heilt skjótt verður um flúgvingina
– Eitt alment monopol er hóast alt betri enn eitt
privat monopol, og eg haldi, at vit hava bíðað
nóg leingi eftir kapping á flogleiðunum. Tí má
støða eisini takast til, um tað almenna skal
keypa selda partin í Atlantic Airways aftur í
sambandi við, at felagið ger nýggja strategi,
heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur