Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á flog brúkast til rup óneyðugum tænastum eigur eisini at ávirka prísirnar rætta vegin, heldur hann. – Eg dugi ikki at siga, um Atlantic Airways er væl ella illa rikið í so máta, men givið er, at ein fyritøka, sum reelt hevur monopol, altíð er í vanda fyri at forsøma effektivisering. Har verða nógvir lønarseðlar prentaðir út í Atlantic Airways, og tað sigst, at har eru nógvir bilar. Eg veit ikki, men fyri at røkka yvirskipaða málinum um bíligari ferðaseðlar, má felagið trimmast so væl sum gjørligt – og tey kundu kanska eisini selt mat og drekka umborð heldur enn at leggja prísin á hesa tæn­ast­ una kollektivt á øll tey ferð­ andi, sigur Sjúrður Skaale. Tað eru ikki bert ambi­ sjónirnar um stórt útboð av ferðamálum og vantandi trimming av rakstrinum, ið kunnu ávirka prísirnar skeiva vegin. Uppaftur størri týdn­ ing hevur vantandi kapp­ ingin helst, heldur hann. – Tað besta hevði eftir mínum tykki verið, um bein­ hørð kapping trýsti prísin niður, men onki røkist fyri, at hon kemur. Og kemur hon ikki heilt skjótt, haldi eg, at einskiljingarætlanin heilt skal sleppast, og at tað al­menna skal keypa tann partin aftur, sum longu er privatiseraður. Alment mono­pol er ringt, men privat mono­pol er hvaðna verri. – Eitt privat monopol kann skjótt fáa áhugamál, sum ganga diametralt ímóti áhugamálunum hjá før­ oyska samfelagnum sum heild: Privata monopolið vil tjena pengar og mjólka so nógv úr rutuni sum gjørligt. Tað, føroyska samfelagnum tørvar, er nakað heilt ann­ að: Nevniliga bíligar ferða­ seðlar. – Tí má tað ikki henda, at restin av Atlantsflogi verður seld. Kemur eingin kapping, er betri at lata felagið vera alment burturav. Nóg leingi bíðað Hann leggur dent á, at um talan skal verða um veruliga kapping, so má tað verða við eitt ella fleiri feløg, ið ganga undir somu treytir sum Atlantic Airways og sum binda seg at flúgva alt árið. Spurningurin er so, nær tíðin er komin at siga, at nú er nóg leingi bíðað eftir kappingini, og tað almenna keypir privatiseraða partin aftur. – Tað sær ikki út til, at nøkur kapping kemur. Nú gongur á triðja ári, síðani vøllurin varð longdur. Fleiri feløg hava sambært Vága Flog­havn spurt seg fyri og kannað, um vøllurin kundi verða áhugaverdur fyri tey. Onki hevur spurst burtur úr nøkrum av hesum følar­ un­um, sum hava verið. Vit kunnu ikki blíva við at bíða. Eg haldi avgjørt, at tá Atlantic Airways er liðugt at leggja nýggja strategi, má støða eisini vera tikin um hetta – um felagið skal vera alment ella privat, sigur Sjúrður Skaale. Lyftisbrot Vinnufólk og fólk í fíggjar­ vinnuni hava javnan funnist at einskiljingargongdini hjá At­lantic Airways, tí hon steðg­aði upp, eftir at ein triðingur varð einskildur fyri meira enn seks árum síðani – í november 2007 – tá felagið eisini varð skrásett á børsinum. Lyfti vóru tá um, at restin skuldi seljast skjótt eftir. Fleiri hava hildið, at al­ menna handfaringin av privati­seringsætlanini hevur minkað um trúvirðið hjá Føroyum sum íleggjaraland. Sjúrður Skaale er samdur, men hann heldur tó ikki, at eitt alment afturkeyp av longu privatiseraða partinum fer at gera seg uppaftur meira inn á trúvirðið. – Tað dugi eg ikki at ímynda mær, tí lyftið er longu brotið. Vit standa mitt í ein­um lyftisbroti mótvegis íleggj­arunum og hava staðið har leingi. Tað er frægari fyri trúvirðið at koma burtur hað­ani við at tað almenna keypir alt aftur, heldur enn at verða verandi í óvissuni, sigur hann. Men tó at Atlantic Air­ways aftur verður 100 pro­sent alment, skal felagið fram­ haldandi rekast á vinnuligum grundarlagi og ikki hava almennan rakstrarstuðul, leggur Sjúrður Skaale dent á. – Nei eg haldi ikki, at tað almenna skal inn og geva stuðul til eitt nú ferða­seðl­ arnar. Tað almenna skal ikki loyva felagnum at hava undir­skot, tí verður tann hurð­in latin á glopp, kann hon skjótt standa víðopin. Strand­ferðslumodellið skal ikki nýtast her, sigur hann. Prísirnir á Føroya-leiðini eru vanvittigir. Tú kanst flúgva úr Kastrup til New York fyri sama prís sum til Føroya. Eg veit um nógv fólk sum ætla sær til Føroya, men setast aftur orsakað av prísinum Sjúrður Skaale