mánadagur 3. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á flog
Ingolf S. Olsen
Prísurin er kanska í hægra
lagi, men hann er ikki so
høgur, at hann er nøkur
avgerandi forðing fyri føroy
ingar at fara av landinum av
og á.
Tað heldur Magni Laksá
foss, búskaparfrøðingur og
demografur - fólkatalsfrøð
ingur.
– Tað eru serliga tvey atlit,
ið kunnu verða sædd sum
forðingar, har fløskuhálsar
eru í samferðslukervinum.
Tann eina er tann tøkniliga
forðingin, altso á hvønn hátt
og hvussu lætt tú sleppur
ígjøgnum
fløskuhálsin.
Í
hesum førinum er tað so við
flogfari.
– Hin forðingin er prísurin.
Men hann virkar bara sum
ein forðing til eitt vist. Tá tað
punktið er rokkið, fært tú ikki
longur økt ferðafólkatalið
munandi, sjálvt um tú blív
ur við at lækka ferðaseðla
prísin. Gjøldini fyri at koyra
ígjøgnum
okkara
undir
sjóvartunlar eru longu komin
til tað punktið, og eg haldi
heldur ikki, at prísurin á
flogferðaseðlum longur er so
høgur í mun til inntøkurnar
hjá fólki, at hann er nøkur
reell forðing.
– Gamaní grenja fólk um
prísin, tað gera vit altíð um
allar prísir, men hann er ikki
so høgur, at hann heldur
serliga nógvum frá at flúgva,
tá tað kemur til stykkis. Hann
er í øllum førum ikki so høgur,
at hann í sær sjálvum hevur
nakra beinleiðis negativa
demografiska ávirkan, sigur
Magni Laksáfoss.
Bílig útsøla
Men hann heldur samstundis,
at Atlantic Airways væl
kundi
gingið
teimum
á
møti, ið krevja lægri prísir,
og samstundis hjálpt sær
sjálvum við at fylt flogførini,
tá setur annars høvdu staðið
tóm.
– Tað er helst so, at trygga
grundarlagið undir rakstri
num eru ferðandi umboð fyri
fyritøkur og tað almenna.
Tað ger onki, um tey rinda
ein hampuligan prís fyri
ferðaseðilin. Men eg havi
ongantíð skilt, hví Atlantic
Airways ikki ger, sum eg síggi
nógv útlendsk flogfeløg gera,
nevniliga hava útsølu av
yvirkapasitetinum og selja
tóm setur í seinastu løtu fyri
nógv bíligari prís.
– Tá verða tað tey, sum
hava best ráð ella ikki gjalda
sjálvi, ið rinda mest fyri
ferðaseðlarnar, og tey, sum
annars setast aftur, tí tey
halda tað vera ov dýrt at
flúgva, høvdu kanska fari at
ferðast meira. Samstundis
høvdu flogførini oftari verði
fullsett, og tað hevur stóran
týdning fyri eitthvørt flog
felag, sigur Magni Laksá
foss.
Privatisering er best
Ein privatisering av flog
felagnum og kapping á loft
leiðunum um ferðafólkini
høvdu givið okkum eina
optimala flogferðslu heldur
hann.
– Eg skilji tað ikki, tá
summi siga, at eitt alment
monopol er betri enn eitt
privat. Tað er nakað tvætl.
Monopol er altíð ringt, men
royndir vísa, at almenn
monopol eru dýrari í rakstri
enn privat. Tey megna ikki
at optimera raksturin, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann heldur generelt,
at almennur eigaraskapur í
tænastufyritøkum
sjáldan
riggar væl, sama um talan er
um monopol ella ikki.
Eitt alment monopol hevur
altíð sum høvuðsáhugamál
at taka sosial ella onnur
samfelagslig atlit, sum kosta
pengar, ella í øllum førum
ikki tryggja størst møguligan
vinning, meðan eitt privat
monopol hevur áhuga í at
fáa avlop, sum eru so mikið
stór, at tey eisini geva avkast
til eigararnar. Áhugamálini
á báðum síðum tapa, tá eitt
felag so er bæði ella hvørki –
altso hálvt alment og hálvt
privat, júst sum støðan er við
Atlantic Airways.
– Tí haldi eg tað hava
Einskiljingin av Atlantic Airways eigur at gerast liðug beinanvegin. Síðani skal tað
almenna noyða kapping inn í flogferðsluna við at bjóða flogtænastur og flogleiðir
út. Atlantic Airways átti eisini at roynt at fylt flogførini við at selt tóm setur bíliga
í seinastu løtu. Tað heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur
Privatiserið At
og bjóðið flog
Hálvalmenn monopol er ringasta konstruksjónin,
ið finst, tí áhugamálini hála í hvør sína ætt – tey
almennu við sínum samfelagsligu atlitum, ið
kosta pengar, og tey privatu, ið hava til endamáls
at hava minst møguligan kostnað og mest
møguligan vinning, heldur Magni Laksáfoss.