Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á flog stóran týdning, at man heilt skjótt velur, antin at privati­sera liðugt, ella at tað almenna keypir alt aftur. Og har helli eg meira til ta fyrru loysnina, sigur Magni Laksáfoss. Tryggja kapping Hann leggur dent á, at tað almenna skal tryggja kapp­ ing á flogrutunum. – Besta amboðið at tryggja lágar prísir á flogrutunum er at tryggja kapping, og tí eigur tað at vera eitt aðalmál hjá tí almenna at uppføra seg á ein hátt, har kappingin verður herd. Tænastur sum sjúkra­ flutn­ingur millum lond og tyrlu­tænastan eiga at bjóðast út við jøvnum millumbilum, soleiðis at nýggir aktørar kunnu tryggja sær eitt markn­aðargrundarlag. Á henda hátt kann tað al­ menna vera við til at skunda undir kappingina og hjálpa nýggj­um aktørum inn á marknaðin. – Um tað almenna skal tryggja kapping kann tað ikki samstundis vera eigari av Atlantic Airways, og tí eigur tað at blíva liðugt privatiserað, sigur Magni Laksáfoss. Hann óttast ikki, at vit, tá Atlantic Airways er fult út privatiserað, kunnu enda í eini støðu, har dan­markar­ leiðin bara verður slept – og allar hinar fyri tann skyld – tí tað fer at løna seg betri at brúka orku upp á aðrar leiðir úti í heimi og leiguflúgving. – Tað vil altíð vera okkurt flogfelag, ið fer at vilja røkja danmarkarflúgvingina og duga at fáa hana at geva av­ lop og avkast, sigur hann. Útboð av loftleiðum Í dag er tað Atlantic Airways sjálvt, ið ger av, hvørjar flog­ leiðir, tað vil røkja, men hann heldur, at tað almenna kann átaka sær veitingarskyldu á ávísum leiðum og bjóða tær út í fríari kapping móti, at tað almenna rindar part av grundrakstrinum – so­ leiðis sum vit kenna tað frá eitt nú bussleiðum og Myki­ nesleiðini. Hetta er eisini væl kent frá øðrum londum. – Á tann hátt kunnu vit tryggja okkum loftleiðir, sum vit halda vera sam­felags­ gagnligar, men sum tað ikki er so góð økonomi í at reka á einum reint kommersiellum grundarlagi. Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur orsøk hjá tí almenna at bjóða dan­ markar­leiðirnar út. – Danmarkarleiðirnar og serliga tann til Kastrup eru tær týdningarmestu loft­ leið­irnar vit hava, men har er ferðafólkagrundarlagið so mikið gott, at tær eiga at kunna virka væl undir van­ ligum marknaðartreytum við fríari kapping uttan stuðul av nøkrum slagi, sigur hann. Atlantsflog ­leiðirnar út Eg haldi ikki, at prísurin á flog­ferða­ seðlum longur er so høgur í mun til inn­tøk­ urnar hjá fólki, at hann er nøkur reell forðing. Í øllum førum ikki so høgur, at hann í sær sjálvum hevur nakra beinleiðis negativa wdemografiska ávirkan, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur Magni Laksáfoss